fríggjadagur 27. august 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 125 · 27. august 2010
4
Samrøða
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Myndir: Beinta Haraldsen
Ann-Rósa á Rógvu elskar klæðir,
móta og tilhoyr. Henni dámar so væl
mótaheimin, at hon gleðiliga hevur
dropp að HF-skeiðið, sum hon næstan
var liðug við, fyri at arbeiða hjá Sassie
Baré, besta stylistinum í Danmark. Og
tað ger hon uttan at fáa eina krónu í
løn.
– Tað, sum hugtekur meg mest, er
tað magiska í at fáa vanlig klæði at
síggja eksklusiv og fantastisk út. Tað
dugir Sassie ótrúliga væl, og tað er ein
fragd at síggja hana arbeiða, heldur
Ann-Rósa.
Men umframt at vera dugnalig, so
er Sassie eisini vinarlig, og hon letur
Ann-Rósu ein part av ábyrgdini.
– Mítt arbeiði snýr seg í stóran mun
um at gera praktisk ting fyri hana. Til
dømis at fara út og finna tilhoyr og
skógvar til myndatøkur og mótashow.
Tað gevur hon mær ofta ábyrgdina av,
og eg fái fríar teymar at velja tað, sum
eg haldi hóska.
– Harumframt skal eg eisini at syrgja
fyri, at klæðini, sum modellirnar skulu
í, hanga í raðfylgju, so tað kann ganga
skjótt fyri seg, tá tær skifta millum ymsu
klædnasettini til mótashow, greiðir
Ann-Rósa frá og dregur samanum:
– Eg eri faktiskt við í allari prosessini.
Líka frá, at sniðgevararnir tosa við
Sassie fyrstuferð, og inntil showið
ella myndatøkan er yvirstaðin. Og so
er tað eisini mín uppgáva at fara út í
handlarnar aftur við øllum tí, vit hava
lænt til ymsu uppgávurnar, so tað er
nógv at gera, greiðir Ann-Rósa frá.
Ikki á stylistskúla
Sassie Baré, sum Ann-Rósa arbeiðir hjá,
hevur í trý ár verið í uppskotið til besta
stylist í Danmark. Í vár vann hon heið-
urin, og Ann-Rósa er ikki eina løtu í iva
um, at tað er uppiborið.
– Hon er absolutt tað heitasta navnið
í Danmark beint nú, og øll vilja hava
hana at styla teirra show og mynda-
tøkur. Tað er veruliga stórt at sleppa at
arbeiða hjá henni.
Men tað var ikki av tilvild, at Ann-
Rósa fekk starvið. Hon sendi nevn-
iliga mailar til Sassie, og greiddi frá, at
hon hevði verið assistentur hjá øðr um
stylistum, umframt at hon sjálv hevði
staðið fyri einum
mótashowið í
Før oyum.
– Eg vildi
sleppa at arbeiða
hjá
henni,
og ein dagin
ringdi hon og
bað meg koma
at royna meg.
Tá droppaði eg
skúlan, tí tað
verður ikki nógv
betur enn at arbeiða fyri Sassie.
Ann-Rósa greiðir frá, at tað ber til
at fara á skúla og fáa prógv sum stylist.
Men tað hjálpir einki í tí veruliga
lívinum.
– Tú fært eitt prógv uppá, at tú
hevur tikið nøkur fak, og at tú hevur
fingið nakrar eksamiur. Men tað sigur
einki um, hvat tú dugir. Eg havi tosað
við nógvar stylistar, og teir siga allir, at
tað eru royndirnar, ið telja. Tá eg fari út
við einum pappíri, ið sigur, at eg arbeiði
hjá Sassie, so hjálpir tað mær nógvar
ferðir meiri, enn um eg hevði havt
prógv frá einum stylistskúla, greiðir
Ann-Rósa frá.
– Teir kendastu stylistarnir mæla
beinleiðis frá at fara á stylistskúla.
Teir ráða ístaðin til, at man er úti í
arbeiðslívinum og ger sær nakrar
royndir. Tað havi eg tikið til eftirtektar,
og tí fari eg heldur ikki á stylistskúla,
hóast tað er tað, eg vil arbeiða við.
Ann-Rósa hevur ístaðin ætlanir
um at fara at lesa til design-teknolog,
soleiðis, at hon kann læra meiri um
sjálva framleiðsluna av klæðum, um
kvalitet og um sniðgeving. Tað kann
hjálpa henni at gerast ein enn betri
stylistur.
Cph Fashionweek
Tá mótavikan var í Keypmannahavn
herfyri, høvdu Ann-Rósa og Sassie úr
at gera.
– Mótavikan er nakað heilt serligt, tí
tá fært tú av álvara høvi at vísa, hvat tú
dugir. Har koma jú ótrúliga nógv fólk at
hyggja at mótashowunum, so stylingin
hevur sera nógv at siga.
Eins og undanfarin ár, høvdu Sassie
og Ann-Rósa ábyrgdina av showinum
hjá kenda danska sniðgevanum,
Rützou.
– Tað hava verið sera langir dagar
uppundir mótashowið, og vit hava
arbeitt sera intenst. Men Sassie er tí-
betur blíð, og hon hundsar ikki við
mær. Eg fái fríar teymar og sleppi at
arbeiða sjálvstøðugt, so tað ger tað
stutt ligt, sjálvt um tað er strævið.
Umframt Rützou høvdu tær eisini
ábyrgdina av einum lítlum showið hjá
Julie Fagerholt, sum í ár vann prísin
»Gullknappin« frá Alt for Damerne.
Ann-Rósa greiðir frá, at tá mótashow
skulu gerast, hyggja Sassie og sniðgevin
eftir allari kollektiónini, og síðani setur
Sassie klæðini saman, sum hon heldur
rigga best. Og tað fellur ofta Ann-Rósu
í lut at leita eftir tilhoyri og skóm til
sýningarnar.
– Tað ljóðar kanska stuttligt at ganga
í handlar, meðan man er til arbeiðis,
men eg havi runnið Stroyið upp og
niður við upp til 15 pørum av skóm,
um framt smúkkum og øðrum, og tað er
altso ikki bara stuttligt. Tað er sanniliga
eis ini strævið, slær hon fast.
Dýrt starv
Tá tú arbeiðir sum stylist, er tað av
stórum týdningi, at tú hevur fingurin
á pulsinum og gongur í tí nýggjasta
mót anum.
– Eg má halda meg ajour og fylgja
við. Og tað merkir, at eg eisini javnan
má keypa klæðir. Men tað er ikki lætt,
tá man arbeiðir uttan løn. Eg brúki teir
allar flestu av mínum pengum uppá
móta, men eg havi ikki ráð bara at
klæða meg í dýr klæði frá sniðgevum.
Eg má miksa tey fáu, dýru pløggini eg
havi við bíligari klæðir frá Topshop og
Monki. Og so má eg bara royna at fáa
tað at síggja dýrt og flott út.
Ann-Rósa viðgongur tó, at hon av
og á fær nervar, tá hon skal lata seg
í. Øll eru so flott og smart í hesum
umhvørvinum, at tað er eitt ávíst trýst
at kunna fylgja við hinum – serliga tá
man ikki hevur nakrar pengar at keypa
nýggj klæðir fyri.
– Eg taki nakrar lærugreinar um
kvøldið, so eg fái SU. Men eg brúki
størsta partin av teimum pengunum
til móta. Av og á fáa vit gávukort frá
snið gev unum, vit arbeiða fyri, og tað
ger stóran mun hjá mær, tí so fái eg
keypt okkurt nýtt.
Ann-Rósa greiðir eisini frá, at hon
allatíðina roynir at kýta seg og gera
sær meiri ómak við sínum uppgávum,
tí talið av gentum, sum vilja hava henn-
ara ólønta starv, er stórt.
– Hetta er ein gróthørð bransja. Viss
onkur er betri enn tú, so verður tú skift
út. So eg havi allatíðina ein ótta um, at
eg skal missa kjansin.
Hon sigur,
at fyri at gerast
stylistur, skal
man hava áhuga
fyri móta og
vera kreativur.
Og man skal
veruliga vilja
tað, tí tað er hart
og krevur nógv.
– Dreymurin
er at skapa mítt
egna navn. At
sleppa út í heima
at starvast í til
dømis Milano
ella París. Tað eru pengar í hes um
yrkinum, men ikki fyrr enn man
arbeiðir fyri seg sjálva. Og tað verð-
ur ikki reiðiliga enn, at eg fari at
merkja nakað til tað, sigur Ann-Rósa
á Rógvu.
Hóast tað ikki eru nakrir munagóðir
lønarseðlar í eygsjón í nærmastu
framtíð, so livir Ann-Rósa dreymin. Og
tað er fyri hana tað týdningarmesta.
Hon arbeiðir nógv, Hevur langar og strævnar arbEiðSdagar, men fær onga
løn. Hóast Hetta kann tykjast sum órímilig arbeiðskor, so livir ann-róSu á
rógvu dreym sín. Hon arbeiðir sum fyrsti aSSiStEntur Hjá SaSSiE baré, besta
stylistinum í danmark, og sjálvt um tað er Hart, so ElSkar ann-rósa sítt starv
Lívið handan
glamourin
Rützou
Rützou