fríggjadagur 27. august 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. august 2010 · Nr. 125
6
Sosialurin
Randi Jacobsen
Tá ið býráðsnevndirnar í
Havn viðgjørdu umsóknina
um at gera Fútatorgið á
Kongabrúnni, varð spurning
urin frammi, um ikki teir sjey
parkeringsbásarnir á brúnni
skuldu takast burtur.
Byggi og býarskipanar
nevndin mælti til at taka
básarnar burtur, men ferðslu
nevndin mælti frá.
Eingin
samtykt
varð
gjørt viðvíkjandi parkerings
básunum, men upp undir
drotningavitjanina tíðliga í
summar hvurvu parkerings
básarnir.
– Tað var í sambandi við
drotningavitjanina,
ólav
søkuna og alt annað, sum
var í summar. Drotningin
skuldu jú ganga handa vegin,
tá ið hon fór út í Tinganes,
sigur
Heðin
Mortensen,
borgarstjóri í Havn.
Hann heldur ikki nakað
øðrvísi var við tí, enn tá ið
parkeringsbásar í Vágsbotni
vórðu tiknir burtur fyri
summarið.
Heðin Mortensen væntar,
at parkeringsbásarnir koma
aftur, nú summarið er við
at vera av. Málið verður
tikið upp í teknisku nevnd
í næstum. Stabbasteinarnir,
sum vórðu skiftir út við
rekkverk, koma ikki aftur.
Annars er ætlanin at
gera
eina
heildarætlan
fyri at fríðka alt økið við
Kongabrúnna, sigur Heðin
Mortensen.
randi@sosialurin.fo
Básarnir koma aftur
Nú summarið er farið at halla – og drotningavitjanin er
av – væntar Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, at
parkeringsbásarnir á Kongabrúnni koma aftur
Hent hjálpitól
Lítlihjálpari eitur eitt eyka
hoyritól, sum fólk við vánaligari
hoyrn kunnu hava stóra gleði av
Randi Jacobsen
Hanna Nattastad hevur niðursetta hoyrn, og haraftrat
hevur hon tinnitus.
Hon hevði hoyritól, men hevði ymiskar trupulleikar
av tí, og hon noyddist tí at klára seg uttan.
Hanna setti sær fyri at fáa sær útbúgving, men tað
bar als ikki til, tí hon fekk ikki fylgt við, so illa hon
hoyrdi.
Gjøgnum familju frætti hon um eitt tól, sum nevnist
Lillehjælper og fekk sær hendir á tí.
Tá bar til.
– Hevði eg ikki fingið hetta tólið, hevði eg verið noydd
at givist við útbúgvingini, sigur Hanna Nattestad.
Tólið er ætlað sum eitt eyka hjálpitól aftrat einum
hoyritóli. Hoyriveik kunnu brúka tað, tá ið tey eru
til fundir ella fyrilestrar, gera samrøður, lurta eftir
útvarpi ella sjónvarpi. Í mongum heimum er strævið
hjá teimum hoyrandi, tá ið útvarpið stendur so hart frá,
fyri at tey hoyriveiku skulu kunna hoyra. Tað er ikki
neyðugt við hesum tólinum.
Ein stórur fyrimunur við tólinum er, at tað ikki upp
tekur óneyðug ljóð, virkar bara sum ljóðstyrkjari.
Nærri upplýsingar um tólið eru at finna á www.
lillehjaelper.dk
randi@sosialurin.fo
Randi Jacobsen
Í rættinum í gjár sat ein
maður, ákærdur fyri herverk.
Maðurin noktaði seg sekan,
sjálvt um hann fekk at vita,
at tað er herverk at skjóta
kettur. Ju, hann hevi skotið
ketturnar, og tað hevði ein
hvør annar í hansara støðu,
helt hann.
Alt byrjaði við, at maðurin
eitt ár búðu i Danmark, og
synirnir búðu í húsunum hjá
familjuni.
Eina ferð klagaðu synirnar
um ringan lukt í húsunum,
og so sóu teir eina stóra kettu
liggja í sofuni. Kettan hevði
dálkað alt til og koppað
urtapottar.
Maðurin sá tað sjálvur,
eina ferð hann var heima.
Bara eitt vindeyga ella
altanhurðin vórðu gloppað,
komu ketturnar inn.
Hann hevði roynt at spurt
seg fyri, hvør átti ketturnar.
Onkur helt, at ommudóttur
grannakonuna átti ketturnar,
men tað váttaði grannakonan
ikki.
Helt tað vera villkattar
Sjálvur helt hann, at kettur
nar mundu vera villkattar,
sum vóru hungraðar.
Viðhvørt svóvu ketturnar
undir trappuni. Tá fann
maðurin uppá at seta hegn
fyri, so tær ikki sluppu undir
trappuna.
Summarið í fjør upplivdi
hesin maðurin, at tey høvdu
tikið mat upp úr frosti og
sett hann á borðið. Áðrenn
tey vistu av, høvdu ketturnar
verið inni og etið alt.
Ketturnar skræddu eisini
klæðini niður av snórinum.
Eina ferð var tað manni
num ovboðið.
Kettan fór í vognin
Ein abbasonur lá í vogni í
túninum og svav, og so varn
aðist hann, at ein ketta hevði
lagt seg oman á høvdið á barn
inum, sum var við at kvalast.
Tá ið hann tók kettuna,
klóraði hon barnið illa.
Maðurin
fór
tá
til
hunda og kettufangaran í
kommununi. Hesin lænti
honum tvær kettufellur og
bað hann tær sær av máli
num sjálvur.
Hann hevði síðan sett
fellurnar við húsini, og tá
ið ketturnar vóru komnar
í
fellurnar,
skeyt
hann
ketturnar í høvdið og tveitti
tær burtur.
Aftaná meldaði kettu
eigarin mannin og kravdi
endurgjald frá honum.
Eigarin varð ikki kallaður
inn sum vitni til rættarfundin
í dag, og málið varð tí útsett.
Hunda og kettufangarin
skal eisini vitna á næsta
rættarfundi.
Tann
ákærdi
maðurin
greiddi frá, hvussu óliviligt
tað var hjá teimum av hesum
kettunum. Kettuhár vóru alla
staðni, og yngri sonurin, sum
var ovurviðkvæmur, hevði
tað ikki gott. Tey noyddust
at vaska og mála øll húsini, tí
ketturnar høvdu bara svínað
og klórað um alt húsið.
Herverk at
skjóta kettur
Ein maður er ákærdur fyri heverk, tí hann skeyt
tvær kettur, ið gjørdi familjuni lívið súrt
Heðin Morternsen sigur, at
gerast skal ein heildarætlan
fyri økið við Kongabrúnna,
men parkeringsbásarnir
koma aftur
Mynd: Álvur Haraldsen
Hanna Nattestad hevur sjálv stóra
gleði av hjálpitólinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Í rættinum greiddi ákærdi maðurin frá, at ketturnar komu
inn, so skjótt sum eitt vindeyga ella altanhurðin stóð opin
Modellmynd
Sambært býráðssamtykt kunnger Klaksvíkar kommuna,
hvussu er við uppmøtingini hjá býráðlimunum til
býráðsfundir og nevndarfundir.
Fyrra hálvár í ár, hendi tað bara í trimum førum, at
onkur ikki møtti til býráðfundir.
Uppmøtingin til nevndarfundir var ikki líka góð.
Uppgerðin sæst á heimasíðuni hjá Klaksvíkar
kommunu.
Góð uppmøting
til býráðsfundir