Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. august 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 122 · 20. august 2010 6 Uni Holm Johannesen uni@sosoalurin.fo Tað er gravartøgn hesa náttina - bert eyðkenda røddin hjá Brian Johnson, sangara í AC/DC, og sangurin Thunder- struck runga Ipoddinum. Mjørkin er tjúkkur, men annars er stilt. Føroyingurin og bátsfelagin sita og stríðast við hvør sínari ár í einum evarska lítlum báti í Atlantshavinum. Teir rógva 28 áratøk um minuttin. Sálarliga ger møðin av álvara um seg. Tað er strævið. Ræðuliga strævið. Føroyska flaggið veittrar stillisliga á antennu ni. Hann hyggur at tí eina løtu og hugsar um tey heima í Føroyum. Tá fer hjartað at banka. Tí í Føroyum situr familjan stúrin og fylgir við. Men hann er sannførdur um, at tað er ikki ein váðin avgerð. So hugsar hann um fyrimyndina Ova Joensen, sum róði einsamallur til Dan markar fyri skjótt 25 árum síðan. Nei, hann hevur sett sær tað fyri. Nú vend ist ikki aftur. Hann heldur fram at rógva. Bygdasligur Livar Nysted situr í einari svartari og slitnari t-shirt frá Føroya Bjór, har bú- merkið av Black Sheep hómast. Hann situr við ídni og prátar um sítt higartil stutta lív sum rógvari. Frammanfyri honum stendur eitt hvítt kaffikrúss, sum hann drekkur úr við jøvnum millumbilum. Orka og hugur lýsa av ljóshærda hvanna sund s manninum, meðan orðini rapla úr honum. Frá hansara húsum í Hvannasundi er ein smalur vegur til høvuðsvegin, sum er knappan hálvan annan kilo- metur til longdar. Nakað sunnarlaga stend ur kirkjan á Oyruni, og norður móti byrgingini er bátahylurin, atløgu- bryggj an og egningarskúrarnir. Oman fyri og niðan fyri vegin eru húsini og neystini, sum stað festa, at Hvannasund er ein fiski vinnu bygd. Bygdin er millum fremstu útróðr ar- pláss í landinum. Vinnulívið í kommun- uni er nærum bara fiskivinnan og útróð urin. Tað er ein føroyskur og bygda s lig ur dámur yvir bygdini, har gott og væl 250 fólk búgva. Tað var tí natúrligt, at Livar Nysted hjálpti til í útróðrarbátunum í bygd- ini eftir nøkur ár í fólkaskúlanum á Fossanesi. Tað var sjáldan friður á honum, og hann hevði ilt við at geva sær stundir at ganga í skúla. Hug urin var lítil til lesnað og skriving. Tað var tor ført at sita friðarligur við rokni bók- ini og læra geometri, potensar og býti- srokning. - Eg eri ein bygdadrongur. Eg havi altíð gingið í haganum og fingist nógv við fisk. Sum yngri íðkaði eg judo, flog- bólt og fótbólt, og eg kundi fyri so vítt fram vegis væl hugsað mær at verði fót- bólts spælari. Men tað varð skjótt greitt, at tað vóru evnini ikki til, sigur Livar, og flennir í kíki. Tað er trupult at seta orð á, hvat eg hevði ímyndað mær av samrøðuni, tá eg og myndamaðurin vendu nøsini úr høvuðs staðnum og móti Hvannasundi. Men onkursvegna kom hansara fram ferðar háttur óvart á meg. At síggja til hóskar hann væl til mynd ina av einum harðmæltum rógv- ara. Hann er vælbygdur, ramligur, og hann hevur givið ljósa skegginum fríar teym ar at vaksa. Men myndin verður skjótt køvd. Tað tykist ikki sum, at honum dámar at vera í andglettinum. Hann ger millum lít ið og einki burtur úr sínum avrikum, men roynir at svara spurningunum sum frægast. Settist at rógva Tað eru ikki fleiri enn 10 ár síðan, at Liv ar Nysted fyrstu ferð settist við kapp róðr arárini. Hann starvaðist hjá Føroya Bjór í Klaksvík, tá vinmenninir brádliga heittu á hann at koma rógva við Sunda- báti num. Hann vildi fegin royna seg, men legði vinmonnunum eina við, at teir skuldu ikki vænta, at hann fór at verða drúgvur. Men tað varð hann. Livar varð bit- in av kappróðrinum alt fyri eitt, og í 2004 vóru bygdafólkini í Hvannasundi á gosi, tá Sundabáturin róði føroya- meistara heitið fyri seksmannafør til bygd ina. Hann vann eisini føroya meistara- heitið við Eysturoyingi fyri tíggju- manna før í 2007. - Kenslan er serstøk, tá tú er júst kom in á mál við blóði í munninum. Kensl an, at tú veit, at tú hevur givið alt, sum tú eigur. Tú verður settur á eina roynd og noyðir teg sjálvan til mark ið, men hórar undan og er komin á mál. Tað er tað, sum er hugtakandi við at rógva kapp. Kappróðurin er eisini utt an iva strævnasta ítróttargreinin í landinum. Tú sær ongantíð, at fótbólts- spælarar fella í óvit aftaná ein fótbólts- dyst. Men tað hendir seg ofta í kapp- róðri num, greiðir hann frá. Livar og vinmenninir hava tvær ferð i r sett sær fyri at rógva til Hetlands. Í 2003 miseydnaðist royndin full- komi liga, og teir kastaðu hvíta hand- klæðið í ringin, tá teir høvdu róð í eitt sam døgur. Veðrið var ov buldrasligt. Tvey ár seinni royndu Livar, Símun Esmar Vágsá, John Erik Frederiksberg og Fróði Waag aftur, men teir máttu gevast, tá teir vóru 18 fjórðingar úr landi. Tað varð mett at verða vanda- mik ið, um teir hildu fram at rógva, tí veðrið var ringt. Men Livar hevði hug til meira. Í januar í 2008 setti hann seg við telduna, fann heimasíðuna Google fram og leit- aði eftir havrógving. Tá trýsti hann seg inn á heimasíðuna hjá skotska Leven Brown. Skuldi eydnast Leven Brown er skipari. Hann hevði sett sær fyri at rógva tvørtur um Atlants- havið. Málið var at gerast sjótasti ára- bátur tvørtur um Atlantshavið. Livar setti seg í samband við hann og fór at venja. Men báturin La Mondiale setti ongantíð heimsmet. Tað var ein dyggur smeitur hjá manningini, at báturin misti róðrið, og dreymurin fór í sor. Men Leven Brown hevði ikki mist mótið. Í januar í ár setti Leven Brown seg í samband við Livar. Hann vildi fegin hava rógvaran við í hópin, sum ætlaði at royna eina ferð enn. Don Lennox og Ray Carroll, sum eru millum heimsins bestu rógvarar, høvdu eisini tikið av tilboðnum. - Tað kom óvart á meg, tí hann hevði fleiri at velja millum. Eg havi drúgvar royndir á sjónum, og ræðist ikki sjógvin, hóast eg havi virðing fyri honum. Mítt sinnalag hóskar seg eisini til at hava við á ein slíkan túr, tí eg eri sjáldan tungur í huga. Tað er helst orsøkin, at hann valdi meg, sigur Livar. Tað var stórt trýst á Livari, tá hann veittraði lítla fjallalandinum farvæl. Hann hevði roynt tríggjar slíkar túrar áður, men hann var ongantíð komin á mál. Stuðlarnir vóru ótolnir og ikki eins sinnaðir at veita honum fíggjarliga hjálp. - Miseydnaðist tað hesaferð, so hevði eg neyvan komið aftur til Føroya. Tað hevði verið skomm, greiðir Livar álvarsamur frá. Men er tað ikki ein treyt, at tú er svakur í høvdinum at rógva slíkar teinar? - Jú!, sigur Livar og flennir. Áðrenn eg fái spurt nærri um tað, tekur hann aftur orðið. - Tú skal verða svakur, tí sálarliga Rógvarin úr Hann er ein føroyskur bygdadrongur, sum væl kundi Hugsað sær at verði fótbóltsleikari. Hann Hevur ova Joensen sum fyrimynd. Hann ræðist ikki sJógvin, men Hevur virðing fyri Honum. og nei, tað er ikki altíð stuttligt at sita í einum evarska lítlum báti á víðum Havi við trimum monnum Finna sær arbeiði Livar Nysted hevur bara hugsað um rógvingina seinastu seks mánaðirnar. Fyrst við venjing, og síðan við drúgva túrinum um Atlantshavið. Og tað hevur sett síni spor. Tað merkist á pengapunginum, at hann hevur ikki arbeitt. Hann ætlar nú at taka sær av løttum og leita eftir arbeiði, tí tað er tørvur á tí. - Eg verði helst noyddur at tosa pent við peningastovnarnar, sigur Livar Nysted og flennir. Men kundi tú hugsað tær at farið slíkan túr aftur? - Hvør veit?, spyr 39 ára gamli Livar Nysted aftur. Navn: Livar Suni Nysted Føðingardagur: 27. September, 1970 Aldur: 39 ár Heimstaður: Hvannasund Útbúgving: Fólkaskúlin Tónleikur: Klassiskur rokkur. AC/ DC, Micheal Jackson, Amy Macdonald, ABBA og annað. Sjónvarp: Spenningsfilmar, dokumentar og Discovery Channel. FAKTA Mynd: Álvur Haraldsen