Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. august 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. august 2010 · Nr. 125 16 Sosialurin Frelsunarherurin fær um vikuskiftið vitjan av nýggju deildar leiðar­ unum fyri Føroyar majoru num Margaret og Poul Willjam Marit. Hann er upprunaliga frá Sveis, og hon er norsk frá Voss. Tey ha­ va útbúgving innan bæði sálarumsorgan og teo logi. Hjúnini hava virk að í Sveis, Noreg og Íslandi. Fýra tey sein as­ tu árini hava tey verið deildarleiðarar í Norð­ ur noreg. Tað er í sambandi við at Frelsunarherurin í Føroyum aftur er ein Divi sjón saman við Ís­ landi frá 1. august 2010 at tey eru komin á vitjan. Sam an við teimum kem­ ur eisini feltsjefurin major Jan Øystein Kne­ dal, og verður møti í Frelsun ar herinum í Havn leygarkvøldið kl. 20. Talan verður um eitt sangmøti við Streingja­ kóri num í Vági, Árna Andrea sen og øðrum sum koma at luttaka saman við sangkreftum úr samkomuni. Sunnu­ dag in er halgunarmøti kl.11 og um kvøldið kl.18 evangel iskt møti. Margaret og Poul Willjam Marit Nýggir deildar­ leiðarar vitja Frelsunar herin Leo Poulsen Nú skuldu vit verið mitt í bestu nátatíð. Gamalt var, at vik an hvørjumegin mán aðar­ skift ið var besta tíð til náta, og hóast tað hevur verið so sum so fyrr í vikuni, fingu bátar nir væl í gjár. Ikki kann sigast, at menn eru líka ídnir at taka náta nú, sum fyrr. Fyri nøkrum árum síða ni var so at siga hvør fjøl eftir náta, og í summum bygd um var hetta rættiliga ein vinnuvegur, meðan ver­ tíð in var. Bygdir sum Hvannasund og Nólsoy gjødru nógv við at taka náta, og tað var ikki sørt, at kapping var millum bátar nar, hvør fekk flestar nátar. Tað var eisini ein ramur deym ur um alt havnarlagið av svidnum royki, og menn sótu í so at siga hvørjum neys ti og royttu. Men svidnaroykur kenn­ ist ikki sunnan fyri, tí har verð ur nátin skoldaður, og hvør heldur upp á sítt, hvar er betri, skjótari og hvar gev­ ur tann besta smakkin. Sambært fugl a frøð ingi­ num, Jens­Kjeld Jensen, eru størstu nátabjørgini norð­ an fyri, og longur suður og eystur tú kemur, meiri mink­ ar nátin. Svínoyarvík og norður úr Ennibergi eru sera góð náta­ pláss, og har kann takast næst an óavmarkað tal. Ligg­ ur væl fyri kann takast út móti hundrað um tíman. Nógv stríð Flestu teirra, sum taka náta, taka til húsbrúk. Teir fara ein leygardag, og teir, sum duga sær hógv, taka einar 50 upp á mannin, og tað er so tað. Men ofta kann vera trupult av avmarka seg, tá nógv er at fáa. Tí kann tað lættliga henda, at menn standa við munandi fleiri nátum, enn upp runa liga var ætlanin. Men summir gera seg út til at dríva nátatøkuna sum ein handil, og tá gingnir eru nakr ir dagar inn í nátatíðina, byrja serliga havnarfólk at síggja menn standa í Vágs­ botni og selja bæði ílidnar og fesk ar nátar. Ofta kann tykjast, at prís ur in fyri ein náta er so ríviligur, men fólk, sum ikki hava roynt at tikið náta sjálvi, hava heldur ikki hóm­ ing av øllum tí stríði tað er. Menn fara frá landi um 5­6 tíðina á morgni, taka all­ an dagin fyri síðani at ko ma at landið aftur um 8­tíðina á kvøldi. Gamaní fara nakrir tím ar í sigling, men hetta eru langir dagar. Síðani verður sovið nakr­ ar tímar, og so upp aftur at royta. Tað gongur kanska enn ein dagur, áðrenn alt er komið til høldar, og tá er ikki undarligt í, at menn ikki vil­ ja forera fongin burtur fyri einki. Og í síðsta enda er handils prin sippið eisini gald­ andi her við útboði og eftir­ spurn ingi. Dríva tað Hjá monnum, sum seta sær fyri at dríva tað í nátatíðini, stan da fjúrtan strævnir dag­ ar fyri framman. Tikið verður hvønn dag – um viðrar, sjálvandi – uttan sunnu dag, sum er heilagur eisini hvat nátatøku viðvíkur, og svøvnurin er ofta lítil. Menn taka seg saman. Einir tveir stima og taka, með an tveir­tríggir eru á landi at gera reint. Stríðið er nógv, men tað er ein himmalvíður mun­ ur á stríðnum eftir at menn byrj aðu at brúka royt ing ar­ maskinu í staðin fyri at royta við hond. Tí sjálvt um menn kundi vera kvikir at royta við hond, so er tað einki ímóti tí, sum kann fáast frá hondini við maskinu. Kvikir og royndir menn royta lættliga oman fyri 60 um tíman við maskinu og í før um væl meiri enn tað. Eitt annað, sum maskinan eisini hevur lætt um er, at so at siga alt dúnið eisini verður tik ið við maskinuni. Hetta lættir so eisini munandi um svíðingina, sum gongur mun­ an di skjótari. So skulu bein, veingir og høvd høggast av, áðrenn fugl­ ur in verðuropaður og inn vøl­ ur in tikin úr. Síðani skal fugl­ ur in vaskast og saltast nið ur í kaggar, so hóast góðu hjálp­ ina við roytimaskinu, tekur het ta sína tíð. Komin á sjógv Sum nevnt byrjaðu menn at royna eftir náta mánadagin, men ikki fyrr enn í gjár hild nað ist av álvara. Ein skjótt gangandi bátur norð­ an fyri, sum stimar út frá Hvannasundi, fekk 650 í gjár, og tríggir bátar úr Nólsoy lógu um 200 hvør. Tíðin nú skuldi eisini ver­ ið hin besta, og sambært Jens­Kjeld Jensen sá gott út við nátanum, tá fuglurin var lagst ur í mai. Tað ljóðar eisini, at nátin er sera væl fyri í ár, og spillið av rak nátum er einki. Hann hevur ligið við høg ­ ætt, og tað er ikki besta ætt in á góðu nátaleiðunum norð an fyri, men tá nógvur náti er til, hildnast kortini hjá bát­ unum. Nátin komin á sjógvin Tað hevur verið heldur soltið fyrr í vikuni, men nú tykist, sum nátin veruliga byrjar at koma á sjógvin. Í gjár fekk besti báturin 650 nátar Andlát Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at kæri bróðir, mammu- og pápabeiggi okkara Johannes Pauli Poulsen í Trøðni, Skáli andaðist á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi hósdagin 26. august, 84 ára gamal. Kistan fer av Røktarheiminum í Runavík leygarkvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Skála kirkju sunnudagin kl. 14.00 Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Johannes Paula, kunnu lata Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi eina peningagávu, konto í peningastovnunum. Familjunar vegna Systkini Andlát Oluf Weihe Runavík, ættaður úr Sørvági andaðist á Eysturoyar ellis og røktarheimi, fríggjadagin 27.08.10, 93 ára gamal Jarðarferðin verður mánadagin 30.08.10 - Kl. 14.00, úr Glyvra kirkju. Tey ið vilja minnast Oluf, kunnu lata eina gávu til Eysturoyar ellis- og røktarheim, konto í pengingastovninum Familjuna vegna Anna og Jóhan Sigurd Tað er ikki bara at fáa nátan upp á land, hann skal eisini hagreiðast og fáast í salt Mynd: Leo Poulsen