fríggjadagur 27. august 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 125 · 27. august 2010
15
EA
1950’ini
Fyrsti príslistin kemur á gøtuna í 1951, og Ikea leggur seg eftir
konseptinum, sum vit kenna enn í dag, við góðsku fyri lítlan penga.
Ingvar Kamprad letur eina sølustevnu upp, har hugtøkini um »flatar
eskjur« og »samla sjálv« síggja dagsins ljós á fyrsta sinni.
Búskaparliga eru tíðirnar slakar, men innrættingin av stovuni broytist
um hetta mundið, nú sjónvarpið er vorið nýggja húsaltarið í modernaða
heiminum. Síðst í 50'unum letur fyrsta stóra Ikea handilshúsið upp í
Svøríki, og omanfyri 100 fólk eru í starvi.
1970’ini
Ingvar Kamprad flytir til Danmarkar í 1973 fyri at vera nærri europeiska
marknaðinum. Nýggj handilshús lata upp í Sveis, Týsklandi, Autralia og í
Canada. Stílurin er flipputtur og á nógvan hátt kollveltandi.
1990’ini
Fyritøkan satsar upp á fólk, burðardygd og umhvørvi. IKEA CHILD
verður til, nú tørvurin hjá børnum er í hásæti. Fyritøkan fær nógva
umrøðu í sambandi við røðina Democratic Design, ið setir gongd á
missiónina um eitt gott og funktionelt design, sum fjøldin er før
fyri at rinda.
1960’ini
Tíðirnar batna og fólkið hevur meiri pening til forbrúk. Fleiri túsund
fólk standa í røð við dyrnar, tá eitt risastórt Ikea handilshús letur
upp í Stockholm. Sjálvtøkuvørugoymslan verður fastur táttur í Ikea-
konseptinum. Sjónvarpið er í litum, og fyrsta Ikea-húsið letur upp í
Ballerup í Danmark í 1969.
1980’ini
Í 1984 verður katalogið prentað í 45 milliónum eintøkum
á níggju ymsum málum. IKEA FAMILY verður til, og fyrstu
umhvørvissamskiparin verður settur í starv í fyritøkuni. Handlar
lata upp í Fraklandi, Belgia, USA, Bretlandi og í Italia.
00’ini
Hugtøk sum sosial ábyrgd og umhvørvisvernd eru framvegis í
hásæti. Millum annað við »IKEA Social Initiative«, og »Better
Cotton Initiative«, sum er samstarv við WWF. Eisini á globala
pallinum er fyritøkan virkin, til dømis saman við Red Barnet
(Save the Children) og UNICEF. Handilshús nummar 200 letur upp
og starvsfólk nummar 100.000 verður sett í starv.