Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. august 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 27. august 2010 · Nr. 125 Sosialurin Nøvn Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo TØKK Hjartans takk øll tit sum vístu samkenslu tá okkara elskaða dóttir, mamma og systir Jóhanna Vestergaard Tórshavn andaðist og var jarða. Takk til Bergir D. Joensen, prest, fyri eina vælsignaða talu. Takk fyri blómur, kransar og peningargávu. Takk til øll tykkum, sum á ein ella annan hátt hjálptu til í ervinum, takk til sangarar og kirkjutænarar og takk til tykkum øllum sum fylgdi henni til hennara síðsta hvíldarstað. Familjurnar vegna Mathea og Aksel, Ken, Aksel og Kristina Conny, Allan og Dánjal Jóhann Nú elsta ættarlið á Skipa­ gøtu í Skúgvi er farið handan sýn, leita tankarnir til tær nógvu góðu løtur ein sum óviti og seinri sum vaksin hevði saman við hjúnunum Jens og Fanny á Skipagøtu. Tey vóru bæði fødd og uppvaksin í Skúgvi og livdu tað mesta av ævi síni har. Seinru árini fluttu tey til Havnar, har tey bæði funnu sær arbeiði, hann á Skipafelagnum og hon á Bacalao. Familjukær vóru tey bæði, og er hetta helst orsøkin til at tey fluttu, har sonurin hevði sett búgv. Tey vóru sera góð við sonin Ólavur, sum tey hildu nógv av, og við restina av familjuni og við ommu­ og abbabørnini. Mínar bestu barna­ skógvar havi eg traðkað í Skúgvi, har eg búði á Skipagøtu í gott hálv­ tannað ár. Hetta var ein sera lærurík tíð fyri ein havnardrong, sum ikki áður hevði upplivað eitt bygdasamfelag tætt tengt at náttúruni. Her fekk ein høvið til at ganga burtur í haga og marka smálomb, at geva kúnni súrhoyggj, at fara út um eyggjatromina eftir havhestaeggum, at veiða fugl og at verða á seiðabergi, umframt mangt annað, ein ikki áður hevði upplivað. Náttúrutilfeingi um Skúvoynna hevur altíð verið ríkt og loyvdi tí hesum. Men fólkið á oynni hevur eisini altíð verið dugnaligt og hevur dugað sera væl at livað við umsorgan fyri náttúruni. Og í so máta vóru Jens og Fanny eingi undantøk. Tað var sjáldan eg sá Jens óðan. Men einaferð hendi tað. Hetta var einaferð vit vóru undir oynni og fleygaðu lomviga, omanfleyggj, sum tey kalla tað. Tá hendi tað, at vit sóu nógvan skotmeiddan lomviga, sum okkum tíverri ikki eydnaðist at fleyga. Hetta dámdi Jensi illa og í hesum sambandi ynskti hann byrsuna hagar piparið grør. Í hansara hugaheimi var tað ikki rætt at útseta kríatúr fyri meira pínu enn neyðugt. Honum líkt vísti hann ikki vreiði leingi og skjótt kom hansara milda og blíða lyndi aftur. Umframt at hava sera gott hegni til at røkta seyð, var Jens eisini tiltikin góður bjargamaður. Eitt lív tengt so tætt at náttúruni kravdi eisini eitt ávíst úthaldni. Og hetta dugdi Fanny sera væl at leggja okkum í beinini. Seinni í lívinum hava Gunnar bróður og eg havt ágóðan av hennara lívsklóku orðum um ikki at gevast, hóast mótgangur til tíðir kann tykjast stórur. Og tað eru vit henni sera takksamir fyri. ”Tú fylgdi mær fyrst tá í vøggu eg lá” var ein av sálmunum, ið sungnir vóru í Skúvoyar kirkju til jarðar­ ferðina fyrst hjá Jensi og síðan hjá Fanny, áðrenn teirra seinastu ferðir út í Ólansgarð. Sjáldan hevur hesin sálmur, sum lýsir eina lívsleið saman við Honum, ið sær og hoyrir alt, ljóðað so vakur og livandi í mínum oyrum, sum hesar báðu ferðirnar. Sálmurin, sum lýsir sam­ tíðina hjá Jensi og Fanny, er onkursvegna ein spegils­ mynd av lívi teirra. Og hesa spegilsmynd góvu tey okk­ um, sum vóru teimum nær. Tøkk havi tey fyri tað. Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um Jens og Fanny á Skipagøtu. Vilhjálmur Takk fyri nógvar góðar løtur Fanny Jens Silvurbrúdleyp Týsdagin 31. august hava Sólbjørt og Páll Wiberg Joensen, Miðvág, verið gift í 25 ár. Tey vera burtur stødd. Silvurbrúdleyp Mikudagin 8. september hava Alith og Hilmar Djurhus Strendur silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin fríggjadagin 10. september kl. 18 í bygdarhúsinum á Strondum. Tey ið ynskja at gleðast saman við okkum verða vinarliga biðin um, at siga frá innan 24. august á tlf. 448534/224635. 99 ára føðingardagur Leygardagin 28. august verður Petrina Berg, Hvalba, 99 ár. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Petrinu, eru hjartaliga vælkomin í Sambýlið millum kl. 15 og 19. 90 ára føðingardagur 26. august verður Ludvig Jacobsen (Luddi), Miðvági, 90 ár. Tey, ið vilja heilsa uppá Ludda eru vælkomin í heimið leygardagin 28. august frá kl. 13 til 17. 80 ára føðingardagur Sunndagin 29. august verður Petur Midjord, Fugla­ fjørður, 80 ár. Hann verður burturstaddur føðingardagin. 80 ára føðingardagur Sunnudagin 5. september fyllir Róald Norðberg í Vági 80 ár. Dagurin verður hildin í Bethel kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. 70 ára føðingardagur Leygardagin 4. september fyllir Thurid Magnussen í Húsavík 70 ár. Dagurin verður hildin í Sólarris frá kl. 18.30. Øll eru vælkomin. 60 og 70 ára føðingardagur 13. august fylti Sólbjørg Thomasen, Tórshavn, 60 ár og fríggjadagin 27. august fyllur Hilda Debes, Oyri, 70 ár, Systrarnar halda føðingardagin í Eydnuni á Oyrabakka leygardagin 28. august kl. 17 og úteftir. Tey, ið ynskja at heilsa uppá okkum verða vinarliga biðin um at siga frá innan 23. august á tlf. 313448/503448 (Sólbjørg) ella 422234/266334 (Hilda) Brúdleyp Leygardagin 28. august giftast Antoinette Ørvarodd Hentze og Rúni Í Soylu. Vígslan verður í Sandskirkju kl. 14. Brúdleyp verður fyri innboðin kl. 18 í Samljóðí Skopun. Leygardagin 28. august kl. 13 giftast í Havnar kirkju Jansy Lisa Simonsen og Bjarni Askham Bjarnason, Tórshavn. Móttøka verður frá kl. 17 til 20 í Listaskálanum har øll eru hjartaliga vælkomin Leygardagin 28. august giftast Anna Hansen, Søldar­ fjørður og Bogi Simonsen, Klaksvík. Vígslan verður í urtagarðinum uppi á Gørðum í Søldarfirði kl. 11. Veitslan verður fyri tilmeldaðum gestum í 
Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 17. Leygardagin 23. oktober giftast Fía Guttesen, Tórshavn, og Lennard J. Myllhamar, Sandavágur. Vígslan verður í Sandavágs kirkju kl. 15 og veitslan verður í Pálsstovu, Tórshavn kl. 19. Tey, ið vilja gleða okkum við koma, verða biðin at siga frá innan 3. oktober á tlf. 253572 (Fía) / 225879 (Lennard) ella 333399. Leygardagin 4, september giftast Barbara Poulsen, Hvannasund og Hans Edvard Sigurðsson, Klaksvík. Vígslan er í Hvannasundskirkju kl. 14 og vælkomst verður í Árnafjarðarróðrarfelag frá kl. 19, har vit gleða okkum at halda dagin saman við familju, vinum og kenningum. Øll eru hjartaliga vælkomin TØKK Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá okkara kæri bróðir og mammubeiggi Anker Hammer Søldarfjørður andaðist og varð jarðaður. Vit takka prestunum Sverra Steinhólm og Meinhard Bjartalíð fyri troystarrík og vøkur orð í kapellinum og kirkjuni. Tøkk fyri gávur til Bønhúsið. Tøkk øll tit, sum hjálptu til við ervinum. Tøkk tit mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldastað. Vegna familjuna Elsa