fríggjadagur 27. august 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. august 2010 · Nr. 125
18
Sosialurin
Nøvn
Petur Midjord – Rikku Petur
fyllir 80 ár 29. august
Við Enniveg 29 í Fuglafirði
er ein alfagur urtagarður.
Eingin ivi er um, at úr hesum
aldingarði komu Adam og
Eva. Ja, tú sært tey millum
runnarnar og tey leiftrandi
bløðini – várdagar, summar
dagar og út á heystið . Ja, hin
gamli Petur hevur nú rokkið
tey áttati og konan tey 75.
Ikki sást aldur á Adam og
Evu, ei heldur sæst aldur á
Ásu og Peturi, so snøgg tey
ferðast í sínum aldingarði
og í umhvørvinum uppi við
Doktarabrekkuna.
Kanska
er tað svá, at Fuglafjørður
er ein aldingarður, allur sum
hann er, ella eitt helli, har
urljósið hevur ferðast millum
fjallagreinirnar,
trøini
og
kríllin á Petur og Ásu í øldir.
Petur er føddur og upp
vaksin í Fuglafirði sonur
Rikku (Henrikku) og Gordon
Midjord. Hon var slektað
av Heiðunum, dóttir Joab
og Hannu Magnussen, og
Gordon var sonur Jacobinu,
fødd Joensen, ættað úr Toft
ini í Trongisvági, og Petur
Midjord, skipara, kallaður
Per á Høvdanum.
Gaggurnar
Mitt fyrsta minni um Petur
vóru hansara okkurgulu fót
bóltsgaggur, snørdar upp um
øklar, sum hann fransaði í, tá
ið hann og aðrir unglingar í
Fuglafirði spældu fótbólt á
kaiini. Her var tann fyrsti
veruligi fótbóltsvøllurin í
bygdini. Hann hevði ikki
lokið altjóða krøvini, sum eru
galdandi í dag, og ei heldur
høvdu
fótbóltsgaggurnar
hjá Peturi sloppið gjøgnum
nálareygað hjá FIFA. Hesar
gaggurnar
kundu
ikki
samanlíknast við tær gaggur
nar, sum Torres og Ronaldin
ho í dag skavast í á altjóða
vøllum kring heimin . For
sjónin í fótbóltstivlunum
hjá Peturi var eins góð sum
hjá Torres og Ronaldinho,
kanska betri. Har var havið
– broddar, streingir, íður og
lygnir á sjónum, har vóru
líðirnar, fjøllini, skýggj og
heiður himin... og so kær
leikin... ein snøgg genta, sum
búði við Ovara Veg. Ja, nakað
omanvert barndómsheimið
hjá Peturi. Tað var yndis
genta hansara, Ása. Hon
eygleiddi hann á fótbólts
vøllinum, tá ið Petur sum
halfbakkur sópaði alt fyri
sær og rak bæði KÌ, LÍF og
EB út á kaikantin.. út hagar,
har sum hansara lívsyrki
kom at verða. Ása klappaði
og klappaði ... hon bleiv við at
klappa, til onkur segði: “Ása,
dysturin er liðugur!” Ja, hon
hevur klappað og kínt Peturi
síðani í meira enn fimmti ár.
Og væl er klappað.
Um Petur og
Sandgrevstur
Petur fór fyrstu ferð til
skips sum 15 ára gamal í
mai mánaði 1946 við skipi av
Siglufirði, ið æt Gestur. Hann
var farin yvir við Kyrjasteini,
sum Grækaris M. Hansen úr
Norðragøtu førdi. Gordon,
gamli, var eisini við Gesti.
Heimafturkomin fór hann
summarið 1947 við trolar
anum Vitanum og var við
honum til 1950, tá ið hann fór
við grabbaranum, Orminum,
sum Gordon saman við
brøðrunum Leo Midjord og
Poul Rustin og Alexandur
Abrahamsen høvdu keypt
úr Danmark 1949. Tá ið far
bróðirin, Poul Rustin, var
deyður í 1950, keypti Petur
hansara part í P/F Sand
grevstur. Gulldrangur varð í
1970 seldur til Vágs, har skipið
fekk navnið Múlatangi.
Petur tók skiparaprógv
1954 og var við Orminum V. til
hann fór at føra Gulldrang. Í
1963 keypti felagið Gulldrang
frá S.P. Petersens eftf., og
førdi Petur hetta skip 1964,
1965, 1966 og 1967. Frá sama
felag keypti P/F Sandgrevstur
Mazeppu, men hóast hon var
ein av teimum frægu gomlu
sluppunum
við
góðum
motori, varð hon bert 3 ár
á sildaveiðu. Mazeppa varð
søkt í Djúpunum 9. nov. 1974.
1968 keypti felagið ídnað
artrolarin “Fuglfirðing”, sum
øll árini fiskaði ídnaðarfisk
í
Norðsjónum
og
undir
Føroyum. Petur var eini 2
ár við honum og aftan á av
loysari sum skipari. 1984 varð
Fuglfirðingur seldur suður á
Tvøroyri.
Sandbáturin Sandgrevst
ur bleiv keyptur úr Noregi
1973. 1984 varð ein gasstanga
bátur úr Danmark keyptur, ið
bleiv bygdur um til sandbát
og fekk navnið “Vitin”. Í 1988
keypti Sandgrefstur sand
bátin Sandfrakt úr Noregi,
og hann siglur enn tann dag
í dag. Í 1995 varð fraktskipið
Vón(fyrrv. Suðurstein) keypt
og var í vinnu til 2006. Ì 1996
varð sandbáturin Vitin(fyrrv.
Kronos) keyptur úr Danmark
og varð seldur aftur til DK.
Í 2000 varð Fraktbáturin
Vitin (fyrrv. Nyvang) keyptur
úr Noregi, og í 2006 bleiv
fraktbáturin Fame (fyrrv.
Malin) eisini keyptur úr
Noregi. Hetta er ein partur av
søguni um hetta virksemið
hjá P/f Sandgrevstri, sum
eisini kann lesast um í Før
oya siglingarsøgu bind 13
blaðsíðu 307313.
Ein poetisk framstilling
um “Grabbaran”
Drívkraftin í hesum felag
hevur verið Petur. Hann
hevur verið stjórin, sum
saman við soninum, Gordon
Martin, hevur lagt lunnar
undir
áhaldandi
fyritak
semi víða um í Norðan
londum, Skottlandi Íslandi
og
Grønlandi.
Tað
bleiv
ikki til fiskiskap, men eitt
“fiskarí”, sum upprunaliga
varð farið undir at halda
seg til fjørusand og malar
grót. Nú føra teir higar til
lands landsand úr Noregi,
men
ímyndin
av
øllum
fyritakseminum var “Grabbar
in – Ormurin”, sum manga
sandlastinia hevur lagt upp
víða um í landinum. Hetta
var ikki nakað nýmótans far,
men ein yndisligt “skúta” úr
jarni, boltað saman, stóra
last, høga formastur við
einum trivaligum bummi... og
har í hekk grabbarin. Hann
var livandi – tannleysur,
men hevði stórt gap. Børnini
spurdu: ”Hvussu bar tað til,
at hann kundi gapað ? Hví
hevði hann ikki forlornar
tenn?” Grabbarin gjørdist
livandi í barnaeygum, og tað
var løgið at sjá, tá ið hann
tók saman um sandkornini í
lastini og læt tey detta niður
í billastina hjá Poul Andreasi,
Ingjaldi ella Hjalmari. Tá var
ikki stór ferð á akførunum
í bygdini, og ikki vóru last
bilarnir stórir upp á fót ella
stórir í vavi, so væl bar til
at hanga afturúr á hesum
smáu drekum, sum fóru
skríðandi gjøgnum bygdina.
Tað stóð ikki á at syfta teg
upp á sandrúgvuna, sum lá
í bilastini. Alt hevði sína hóv
ligu gongd, so børnini (dreing
irnir) vóru við allastaðni,
har tað stóð á, og at leypa í
sandrúgvuna hjá “Grabbar
anum”, sum lá tætt við
Birmaveg, var eitt dreingjalív
bókstavliga í leysari luft.
Heilsur frá Ásu
og Peturi
Tá ið tú gongur eftir Bøvegi
sært tú niður yvir urtagarðin
hjá Peturi og Àsu. Har eru tey
í sínari tilveru. Ikki so sjáldan
kom upp um runnarnar úr
hesum blómugarði til okk
um – Alexandru og grein
skrivaran, ein heilsan á yms
an hátt. Eitt blómutyssi, ein
kvøða og ein standmynd, sum
tú kanst seta á eina borðplátu
í bestustovu. Har stendur
hon og letur við varrunum
sítt stumma mál um eini
hjún, har maðurin, Petur,
fyllir áttati ár 29. august.
Hann nemur eisini við tær
okkurgulu gaggurnar, smílist
og sigur: “ Tað vóru tær gulu
gaggurnar, sum gjørdu, at
Ása varð skotin í Peturi!” Ein
palettur við okkur gulum,
hvítum og svørtum er ein
palettur, sum ljóslistamonn
unum dámar væl, og sum
Ása eisini hevur hildið vera
ein elskuligan palett.
Nú liggja teir, sum fóru
undir virksemi í “P/F Sand
grevstur” undir grønu torvu,
men virksemið heldur áfram.
Her hevur Petur við sínum
viti og skili leitt hetta virk
semið á ein skilagóðan hátt.
Øðrum at gagni og honum til
heiðurs.
Hjartaliga til lukku við áttati
ára degnum.
Frits
Petur Midjord 80 ár
14. august fingu Barbara Jacobsen og John Richard
Klakkstein Thomsen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 49
cm long og vigaði 2900 gr.
16. august fingu Sirit Rasmussen, Klaksvík og Svend
Vatnsdal, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 50 cm long og
vigaði 3390 gr.
24. august fingu Mona Rakul og Regin við Skipá, Argir,
ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4100 gr.
Føðingar
18. august fingu Óluva Mc. Leod Venned og Ulrik í
Hjøllum, Keypmannahavn, ein son. Hann var 52 cm
langur og vigaði 3600 gr.
27. august. Gebhardus,
deyður í 995. Biskupur
í Konstanz í Týsklandi,
liggur grivin í kleystur
kirkjuni har, sum hann
sjálvur sigst at hava
latið byggja.
(Axel Tórgarð: Dagar og
nøvn í álmanakkanum, 2.
broytta útgáva 2008)
Dagurin