fríggjadagur 27. august 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 27. august 2010 · Nr. 125
Sosialurin
Leo Poulsen
Øll, sum hava bara eitt
evalítið vet av áhuga fyri
enskum fótbólti, vita, hvør
Steven Gerrard er. Og fyri ein
Liverpool-fjeppara má størsta
ynski vera, at sleppa at heilsa
upp á fótbóltshetjuna.
Og tað upplivdi Ronni á
Krákusteini í síðstu viku.
– Vit vóru farin niður til
Liverpool at vitja familju,
foreldrini, lítlibeiggi, systur-
in, eg, og so makarnir hjá
okkum báðum, greiðir Ronni
á Krákusteini frá.
Beint eftir kríggið fluttu
tvær abbasystrar hansara
niður til Liverpool, har tær
giftust og fingu børn, so í dag
eigur Ronni á Krákusteini í
hópatali av trímenningum
og fermenningum í Liverpool
og harumkring.
– Pápi mín hevur altíð verið
íðin Liverpool viðhaldsmaður,
so tað var púra náttúrligt,
at eg eisini fór at halda við
felagnum, tá eg byrjaði at fáa
áhuga fyri enskum fótbólti
um 12 ára gamal, sigur Ronni
á Krákusteini.
Tað
er
heldur
eingin
loyna, at Liverpool í 70-unum
og 80-unum var fremsta
felagið í Onglandi, og hevur
eisini ríkar traditiónir við
hópinum av meistaraheitum
og europeiskum triumfum.
– Og tað bar nú einaferð ikki
til at vera í Liverpool og ikki
fara inn á Anfield at síggja ein
dyst við Liverpool, staðfestir
Ronni á Krákusteini.
Carlsberg Lounge
Hóast Carlsberg ikki longur er
høvuðsstuðul hjá Liverpool,
hevur bryggjaríið kortini
framvegis eina sonevnda
lounge á Anfield Road, eftir at
teir í mannaminni hava havt
sítt navn skrivað á bringuni á
Liverpool-leikarunum.
– Vit høvdu frætt, at Poul
Hansen, heilsøla, hevði gott
samstarv við Carlsberg, so
pápi ringdi til teirra at hoyra
nærri, og tað var leyst og
liðugt so at siga beinanvegin.
Vit kundu velja millum trý
sløg av atgongumerkjum,
har tað eina var í Carlsberg
Lounge’ini, og tað valdu vit so,
sigur Ronni á Krákusteini.
Dysturin á Anfield Road
var sum kunnugt sunnudag-
in 15. august, og føroyska
ferðalagið møtti spent upp í
góðari tíð.
– Dysturin skuldi byrja
klokkan 16, og lounge’in læt
upp klokkan 13.30. Vit vóru
í góðari tíð og bíðaðu uttan
fyri, til ein maður kom og
lovaði okkum inn. Eg kendi
hann
aftur
beinanvegin,
tað var Liverpool-legendan,
Alan Kennedy, sigur Ronni á
Krákusteini.
Alan Kennedy var í Før-
oyum í fjør við Liverpool Leg-
ends, og tá heilsaði Ronni upp
á hann, og til stóra undran fyri
Ronni segði Alan Kennedy seg
minnast hann aftur.
– Í Carlsberg Lounge varð
borðreitt við buffet og fríari
barr, so lagt var fyri við at
fáa ein bita at eta, áðrenn
dysturin byrjaði, sigur Ronni
á Krákusteini.
Hann heldur, at Carlsberg
Lounge man taka eini 60-70
fólk, og hon var sum vera
man fullsett til premieruna
til
nýggja
kappingarárið
– ikki minst tí mótstøðuliðið
var ein av argastu kappingar-
neytunum, Arsenal.
Og meðan tey 60 fólkini so
ótu, undirhelt Alan Kennedy
á pallinum.
And the winner is...
So upprann løtan, tá dysturin
byrjaði.
– Undan dystinum høvdu
vit fylt út eitt pappír, har
vit skuldu gita um úrslitið
av dystinum og nær fyrsta
málið kom. Minnist meg rætt
kom fyrsta málið eftir 45.59
minuttum, og lítlibeiggi hevði
gitt 40.50, men hann var so
nærmast við og vann eina
Liverpool
troyggju,
sigur
Ronni á Krákusteini.
Í hálvleikinum var sum
vera man vent aftur til
Carlsberg Lounge til ein
heitan
temunn,
áðrenn
lagt var til brots við seinna
hálvleiki.
– Vit sótu beint við síðuna
av The Kop, sum er kenda
stuttsíðan aftan fyri annað
málið á Anfield, og tað er
harfrá, at allur stemningurin
kemur, sum ger Anfield
so serligt, sigur Ronni á
Krákusteini.
Hetta var fyrstu ferð, at
Ronni var í Liverpool, og
sostatt eisini fyrstu ferð, at
hann vitjaði heimskenda
fótbóltsstadiumið hjá felag-
num. Og tað í sjálvum sær
var eitt satt upplivisli.
– Tá vit so komu inn aftur
í Carlsberg Lounge, skuldu
vit velja okkara egna »Man
of the Match«, ið so skuldi
koma inn til okkara at heilsa
upp á og móttaka Carlsberg-
steypið,
sigur
Ronni
á
Krákusteini.
Tað er neyvan nakað at
taka seg aftur í, at Steven
Gerrard er kendasti Liver-
pool-leikarin mongu seinnu
árini, og tí var tað einki
undarligt í, at tey flestu vildu
sleppa at heilsa upp á hann.
– Sjálvur valdi eg Daniel
Agger, men Gerrard fekk
nógv flestar atkvøður – sjálvt
um Jamie Carragher gjørdist
Barcley’s Man of the Match,
sigur Ronni á Krákusteini.
So ein hálvan tíma ella
so eftir dystin, trein heims-
stjørnan inn um dyrnar.
– Okkara borð stóð bert
ein metur frá pallinum, so
eg kundi næstan nema við
hann, tá hann stóð har og
prátaði við Alan Kennedy,
sigur Ronni á Krákusteini.
Nice to meet you
Eftir at Alan Kennedy hevði
prátað eina løtu við Steven
Gerrard, fór hann yvir at
einum borði, har steypið til
Carlsberg’s Lonuge Man of
the Match stóð.
– Við síðuna av steypinum
lá ein lepi, og hann tók Alan
Kennedy og á honum stóð so
navnið á tí, sum skuldi handa
Gerrard steypið, sigur Ronni
á Krákusteini.
»...and to present the Man
of the Match trophy Ronni á
Krákusteini from the Faroe
Islands«.
– Eg hugdi runt, fyri at
síggja, hvør tað var, sum
slapp
at
handa
Steven
Gerrard steypið, áðrenn tað
gekk upp fyri mær, at tað var
mítt navn hann hevði sagt,
sigur Ronni á Krákusteini.
Hann dugir ikki at siga,
hví tað júst gjørdist hann,
ið fekk hendan heiðurin,
men tað hevur helst verið
lutakast millum tey 60 fólkini
í Carlsberg Lounge.
– Tað var ein stór løta, at
sleppa at heilsa upp á Steven
Gerrard og handa honum
steypið. Alt gekk so skjótt
fyri seg, men hann segði so
»Nice to meet you«, tá hann
tók í hondina á mær, sigur
Ronni á Krákusteini.
Stolti føroyingurin stillaði
síðani upp til myndatøku
saman við Liverpool liðskip-
aranum, og tað vóru ikki
bert áskoðararnir í Carlsberg
Lounge, ið tóku myndir, men
eisini myndamenn frá lokalu
dagbløðunum.
Áðrenn Gerrard fór avstað
aftur, gav hann sær góðar
stundir at skriva autografar,
og tað gjørdi føroyska ferða-
lagið sær dælt av.
Og Ronni á Krákusteini
er ikki í iva um, hvar hendan
upplivingin stendur í stigan-
um hjá honum:
– Hetta var besti dagurin í
lívi mínum!
leo@sosialurin.fo
Føroyingur heilsar
upp á Steven Gerrard
– Hatta var størsti dagurin í mínum lívi, sigur Ronni á Krákusteini, eftir at hann heilt óvæntað
slapp at heilsa upp á heimsstjørnuna, Steven Gerrard, á Anfield næstseinasta sunnudag
Á veg út skrivaði Gerrard autografar, og tað gjørdi
føroyska ferðalagið sær dælt av. Her fær systir
Ronni autograf frá kenda Liverpool-leikaranum
Ein stoltur Ronni á Kákusteini saman við heimsstjørnuni, Steven Gerrard