Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. august 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. august 2010 · Nr. 125 20 Sosialurin Leo Poulsen Tað var beint undan aldar­ mótinum, at íslendska stjórnin boðaði frá, at hon var sinnað at byggja fýra stór nýggj mentanarhús kring um í landinum, og bað kommunur boða frá, um tær vóru áhugaðar. Akureyri á Norðurland­ inum gjørdi skjótt av og segði stjórnini, at tey vóru avgjørt áhugað í at fáa eitt nýtt mentanarhús. Akureyri sær seg sum høvuðsstaðurin uttan fyri høvuðsstaðin, og hevur eisini eitt ríkt mentanarlív, tó at tað ikki kann máta seg við Reykjavík. – Tað er eisini munur á 140.000 íbúgvum og 17.500, sum vit hava her á Akureyri, sigur mentanarstjórin í býnum, Thorgnyr Dyrfjord. Hann var til fyri trimum árum síðani mentanarleiðari á Akureyri, men so var tann stovnurin lagdur saman við ferðavinnu og marknaðar­ føring, og seinastu trý árini hevur hann so verið stjóri á samanlagda stovninum. Hann hevur sostatt verið við í verkætlanini um nýtt ment­ anarhús heilt frá byrjan í 1999. – Vit hava eitt ríkt ment­ anarlív her á Akureyri. Tað er okkurt tiltak so at siga hvørja viku, og hvønn mánað er onkur nýggj frum­ sýning. Vit hava eisini bæði professionelt leikhús og pro­ fessionelt operaorkestur, sigur Thorgnyr Dyrfjord. Hann sigur, at settar verða upp umleið fýra sýningar gjøgnum sesongina, og millum fimm og sjey fram­ førslur tilsamans um árið. – Og tað er óvanligt fyri ein bý av hesari støddini, sigur mentanarstjórin. Skíð og golf Sum nevnt so strembar Akur­ eyri eftir at verða førandi staðið uttan fyri Reykjavík, og teir hava eisini megnað at fingið nógv ferðafólk at koma á vitjan. Stóru ferðafólka attrak­ tiónirnar í økinum eru Mý­ vatn og Dettifossur. Fyrr­ nevnda burdi ikki verið so væl umtókt, sum tað er, eftirsum vatnið er kent fyri sínar milliardir av mýggjabitum, sum navnið eisini ber boð um. Men kortini vitjað hópurin av ferðafólki har, og fleiri nýta eisini høvið at vitja í heita pottinum, sum fyri seks árum síðani læt upp á Mývatni. Dettifossur er kraftmikl­ asti fossurin í Europa. Hann er 45 metrar høgur, 100 metrar breiður og tað renna ein meðal dag 193 kubikk­ fermetrar av vatni gjøgnum fossin um sekundið. Tá tað regnar illa ella vatnflóð er, er fossurin munandi meira kraftmikil. – Tað er fyri ein stóran part tað, sum ferðafólkini koma higar til um sumrarnar, og um veturin hava vit skíðí­ trótt og mentan at bjóða, so vit hava ferðafólk árið runt, sigur Thorgnyr Dyrfjord. Serliga sum skíðpláss hevur Akureyri vunnið sær eitt navn seinastu árini, og so seint sum í vetur varð skipað fyri einum túri úr Føroyum til Akureyri at standa á skíð. Eisini ein annar fyri okkum føroyingar eitt sindur ókendur ítróttur dregur fólk til Akureyri, og tað er golf. Býurin hevur góðar golfbanar, sum draga fólk til sín – eisini føroyingar. Ríkt mentanarlív Fyri at venda aftur til ment­ anina, so hevði býurin framman undan stóra nýggja mentanarhúsinum tvey sjónleikarhús, harav annað virkaði sum karmur fyri pro­ fessionella leikbólkinum. – Tað er ikki so langt síðani, at professionelli leik­ bólkurin varð settur á stovn, og tá tað hendi var stórt kjak um, hvørt hetta fór at køva amatørsjónleikin í býn­ um. Men eg haldi eg kann siga fyri vissu, at bæði tey professionellu og amatørar­ nir hava notið gott av, at pro­ fessionelli leikbólkurin kom, sigur Thorgnyr Dyrfjord. Býurin hevur ein ungdóms amatørbólk, sum kortini ikki er aktivur alla tíðina. Akureyri eigur eisini sínar rithøvundar. Nevnast kunnu David Steffanson, sum gjørdist landskendur við eitt vekk við einum yrkingarsavni, ið fór sum rótasúpan kring alt landið. Ein annar er Mattias Jokum­ son og hin triði Jón Sveins­ son, vanliga nevndur Jonni. – Hann gjørdist serliga kendur í Týsklandi, har ein sera vælumtókt sendirøð er gjørd eftir hansara bókum. Talan er serliga um barna­ bøkur í hansara føri, sigur Thorgnyr Dyrfjord. Felags fyri allar tríggjar Mentan fyri 175 milliónir Nýggja mentanarhúsið á Akureyri, Hof, hevði undanframførslu við NEATA-festivalinum. Húsið verður alment tikið í nýtslu 27. august, og hevur kostað 3,5 milliardir íslendskar krónur Mánadagin á miðdegi sá ikki út til, at NEATA- festivalurin skuldi kunna setast týskvøldið Thorgnyr Dyrfjord undir føroyska Merkinum framman fyri høvuðsdyrnum á Hof