Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. august 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 27. august 2010 · Nr. 125 Sosialurin rithøvundarnar er, at hús teirra í dag virka sum muse­ um yvir teirra lív og verk, Eisini í aðrar mátar hevur Akureyi eitt ríkt mentanarlív og kann vísa á fleiri rock­ og poppbólkar. – Vit hava eitt stað her í býnum, nevnt Grøni Hatturin, har einari tvær til tríggjar konsertir verða hildnar um vikuna. Somuleiðis hava vit eitt listasavn, ið hevur einar seks framsýningar um árið, umframt eini tíggju smá privat listasøvn, sigur Thorgnyr Dyrfjord. Hann sigur, at teir fyri nøkrum árum síðani høvdu eina framsýning við listar­ verkum hjá Rembrandt, og hon hevði eini 30.000 vitjandi. Umframt hetta hevur Akureyri eisini ein listaskúla. Ótrúliga Hof Sum nevnt fær Akureyri nú framúr karmar at fjølga um sítt mentanarlív. Mentan­ arhúsið Hof hýsti 6. NEATA­ festivalinum frá 10. til 15. august, tó at húsið als ikki er liðugt og tískil ikki verður tikið alment í nýtslu fyrr enn 27. august. – Vit ivaðust stórliga, um vit skuldu hýsa festivalinum í húsinum, men gjørdu so av, at hetta var eitt gott høvi at royna húsið, áðrenn tað alment verður tikið í nýtslu. Á tann hátt kunnu vit gera nakrar royndir framman undan, sigur Thorgnyr Dyrfjord. Og húsið royndist væl og festivalurin gekk av tí allarbesta. Sjálvur íslendski forsetin, Ólavur Ragnar Grimsson, setti festivalin. Hann er kendur fyri at vera persónliga áhugaður í list, og serliga amatørsjónleiki. – Sum nevnt var tað í 1999 at stjórnin boðaði frá, at hon vildi stuðla bygging av einum fýra mentanarhúsum kring landið, og longu í 2001 varð farið í holt við fyrireikingarnar. Og í august 2006 var spakin settur í til tað, sum nú er vorðið Hof, og sum skuldi standa liðugt í august 2008, sigur Thorgnyr Dyrfjord. Men verkætlanin var bæði minkað og útsett – tvær ferðir. – Seinni ferðina var sjálv­ andi orsakað av kreppuni, men mentanarhúsið sum tað stendur í dag, er ein munandi repað verkætlan í mun til tað upprunaliga. Og aftur her var tað kreppan, sum gjørdi sína ávirkan galdandi, sigur Thorgnyr Dyrfjord. Kreppan gjørdi eisini tað, at landið í síðsta enda læt munandi minni tilskot til byggingina, enn upprunaliga ætlað. Húsið kostar einar 3,5 milliardir íslendskar krónur, og av tí letur landið bert eina milliard. Hetta svarar til ein samlaðan kostnað á 175 milliónir føroyskar krónur, harav landið altso letur tær 50 milliónirnar. Útskrivað varð ein altjóða kapping um at tekna húsið, og tað var eitt felag í Reykjavík og eitt í Keypmannahavn, sum vórðu gingin saman um uppgávuna, ið vunnu hesa kappingina. Húsið er fyrst og fremst ætlað til tónleik, men NEATA­ festivalurin vísti, at tað eisini hóskar væl til sjónleik. – Hof er ein kollvelting innan mentanina á Akureyri og letur upp fyri ótaldum møguleikum, sigur ein fegin mentanarstjóri. leo@sosialurin.fo Tað var sjálvur íslendski forsetin, Ólavur Ragnar Grimsson, sum setti 6. NEATA-festivalin í nýggja mentanarhúsinum á Akureyri Hof er sera snotiligt á at lýta, og er ikki minni snotiligt innan