fríggjadagur 27. august 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. august 2010 · Nr. 125
22
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tá
landsstýrismaðurin
í
fiskivinnumálum,
Jacob
Vestergaard, fyrr í summar
gjørdi av at áseta Føroyum
eina eginkvotu av makreli
upp
á
tilsamans
85.000
tons fyri árið 2010, beyðst
samstundis møguleikin hjá
øðrum enn nótaskipum at
sleppa at fiska av hesi kvotu.
Aðrir skipabólkar fingu
nú eisini lut í einum minni
parti av kvotuni, og millum
hesar eru partrolarar og
lemmatrolarar, sum kunnu
søkja um loyvi at sleppa at
fiska av eini felagskvotu upp
á tilsamans 5.000 tons.
Spurningurin
var
nú,
um tað yvirhøvur ber til
hjá partrolarum at veiða
makrel í føroyskum sjógvi,
og í øðrum lagi hvussu hesin
fiskur kann fáast til høldar
sum mannaføði, tá hesi skip
ikki kunnu frysta fiskin
umborð.
Felagið Thor í Hósvík
eigur tvey risastór frystiskip,
Athenu og Poseidon, sum nú
eru komin í føroyskan sjógv
í sambandi við hesar nýggju
møguleikar
og
royndir.
Avtala um samstarv er gjørd
millum felagið í Hósvík og
føroysk feløg, sum eiga og
reka ísfiskatrolarar.
Avtalan byggir á, at stóru
skipini skulu taka fiskin hjá
ísfiskatrolarunum umborð
og frysta hann til matna.
Athena
og
Poseidon
kunnu nevniliga frysta eini
300 tons av fiski – hvørt
skipið – um samdøgnið.
Tað ber til
Fyrr í hesi vikuni loystu fyrst
ísfiskatrolararnir, Lerkur og
Phoenix, sum ávikavist Faroe
Seafood og Thor í Hósvík
eiga,
og
mikumorgunin
loystu
eisini
Safir
og
Smaragd, sum dóttirfelag
hjá P/F Christiani í Grótinum
í Klaksvík eigur.
Hóast hesar royndir enn
eru á byrjunarstigi, vísa
tær kortini longu nú, at tað
ber til hjá ísfiskatrolarum
at partrola eftir makreli í
føroyskum sjógvi og lata
stóru skipini hjá Thor taka
fiskin umborð til frystingar.
Sosialurin hevur fingið
at vita, at Lerkur og Phoenix
hava havt tvey góð tóv, har
annað gav 70 tons – og hitt
seinna, sum teir høvdu síðstu
nátt, gav heili 100 tons.
Trolið ov stórt
Á skrivstovuni hjá Christiani
í
Grótinum
í
Klaksvík,
segði
Eyðun
Rasmussen
seinnapartin í gjár, at fyrsta
royndin hjá Safir og Smaragd
eydnaðist ikki.
- Tað vísti seg, at trolið var
ov stórt og ov tungt at hála,
men nú fara skipini at royna
við einum minni troli. Tá tað
ber til hjá Lerki og Phoenix,
vænta vit, at tað eisini fer at
bera til hjá okkara skipum,
sigur hann.
Eyðun Rasmussen vísir á,
at vanligt er í Kyrrahavinum,
at trolposin verður togaður
upp gjøgnum sliskuna á
hekkuni.
- Soleiðis verður eisini
gjørt, tá makrelur er í
trolinum hjá partrolarunum,
og hann skal flytast umborð
á skipini hjá Thor.
Hann vísir annars á, at
hetta er ein veiðiháttur, sum
verður nógv brúktur í eitt nú
Alaska, har smærri skip fiska
til móðurskip.
- Mær er sagt, at trolposin,
sum verður brúktur til hetta
slagið av makrelveiði, er
soleiðis gjørdur og úr slíkum
tilfari, at hann ikki fer illa
við fiskinum, sigur Eyðun
Rasmussen, sum eisini er
spentur upp á hesa royndina
eftir makreli undir Føroyum.
vilmund@sosialurin.fo
170 tons av makreli
í tveimum hálum
MAKRELUR Tað er ikki ómøguligt hjá ísfiskatrolarum at fiska makrel. Tað
vísa royndirnar, sum just eru byrjaðar í føroyskum sjógvi
Lerkur hjá Faroe Seafood og Phoenix hjá Thor í Hósvík hava longu
prógvað, at ísfiskatrolarar saktans kunnu partrola eftir makreli
Mynd: Vilmund Jacobsen
hóast royndirnar eru
á byrjunarstigi, vísa tær
longu nú, at tað ber til
Ísfiskatrolarar hava longu havt góð tóv eftir makreli í føroyskum sjógvi