Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. august 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 27. august 2010 · Nr. 125 Sosialurin Vilmund Jacobsen Fyrstu sjey mánaðirnar í ár landaði landingarmiðstøðin Kongs havn í Saltangará til­ sam ans 19.600 tons av fiski. Av hesum vóru 14.400 tons upsi og 5.100 tons gulllaksur. Hyggja vit eftir, hvussu undan farin ár hava hildnast, síggja vit, at tað serliga er árið 2009, sum skarar fram úr í nøgd. Fyrstu sjey mánaðirnar í 2009 landaði Kongshavn 26.600 tons, sum eru heili 7.000 tons fleiri enn um somu tíð í ár. Í 2008 og 2007 vóru saml­ aðu nøgdirnar ávikavist 21.900 og 16.500 tons. Seinastu mánaðirnar hev ur upsaveiðan royns t vána lig, og hetta er hø v uðs­ or søk in til mink a ndi lan d ing­ ar nøgd ir nar, umframt tað, at mi n ni av gull laksi er kom in upp á land í ár. Líkist 2008 Landingarmiðstøðin Kongs­ havn hevur fram til endan av juli mánaða í ár landað til samans 5.100 tons av gull­ laksi, men somu tíð í fjør var nøgdin 7.900 tons – og somu tíð í 2008 og 2007 vóru nøgdirnar av gulllaksi ávika­ vist 6.000 og 4.700 tons. Gulllaksaveiðan hevur sum heild verið rímiliga góð í vertíðini í ár. Ein orsøkin til, at land ing­ ar nøgd irnar við endan av juli mán aða í ár vóru væl minni enn í fjør, er, at Eysturbúgvin, sum hevur partrolað saman við Vesturbúgvanum og plag ar at landa gulllaksin í Saltang ará, breyt motorin tíðliga í vertíðini í ár. Í hansara stað saman við Vesturbúgvanum hevur verið djúpvatnstrolarin Steintór, sum er heimahoyrandi í Hvalba, og hann hevur lagt veiðina upp á Toftum – og ikki í Saltangará. Á landingarmiðstøðini Kongs havn siga tey, at sjálvandi høvdu nøgdirnar av gulllaksi í ár ikki verið so stórar sum í 2009, hóast Eysturbúgvin hevði verið í vinnu alla vertíðina, men hesar høvdu í øllum førum líkst teimum í 2008. Triði túrur Tá motorurin á Eystur búgva­ num brotnaði í mai mánaða í ár, væntaði skiparin, Jóan Petur í Soylu, at øll gull laksa­ vertíðin, sum tá júst var byrj­ að, fór at rúka. Men tað gjørdi hon ikki kortini. Eysturbúgvin og Vestur­ búgv in eru nú á triðja túri, síðan skipið fekk nýggjan motor, og um middags leitið í morgin landar Eystur­ búgvin aftur í Saltang ará, samstundis sum Vestur­ búgv in helst landar til Faroe Pelagic í Kollafirði. vilmund@sosialurin.fo Kongshavn 7.000 tons minni í ár FISKIVINNA Fram til endan av juli mánaða í ár hevur landingarmiðstøðin Kongshavn í Saltangará landað heili 7.000 tons minni enn somu tíð í fjør Landingarmiðstøðin Kongshavn í Saltangará landar ein munandi part av ísfiskaveiðini undan Føroyum Mynd: Vilmund Jacobsen seinastu mánaðirnar hevur upsaveiðan roynst vánalig Landa gulllaks og upsa í Saltangará FISKIVINNA Í dag og í morgin landar Kongshavn trý gulllaksaskip og tveir partrolarar Vilmund Jacobsen Polarhav og Stjørnan landa í Saltangará í dag. Skipini eru full undir lúkurnar við gull­ laksi. Veiðan liggur um sløk 500.000 pund. Um middagsleitið í morg­ in kemur Eysturbúgvin inn við gulllaksi. Eysturbúgvin par trol ar saman við Vestur­ búgvanum, sum plagar at lan da til Faroe Pelagic í Kolla firði. Hetta er triði túrur hjá Eysturbúgvanum og Vestur­ búgvanum, síðan Eystur­ búgvin fór í vinnu aftur eftir at hava skift motor á skipa smiðjuni MEST í Havn. Sum skilst, hevur veiðan hes ar tríggjar túrarnar verið á góðari leið, tó at skipini ikki hava verið rokfull. Vánalig upsaveiða Í morgin fer land ing ar mið­ støð in Kongshavn ikki bara at landa gulllaks, men eisini upsa. Bakur og Stelkur, sum eru á upsaveiði, koma eisi­ ni inn at landa í morgin. Skipini, sum hava verið úti full an túr, hava sløk 200.000 pund av upsa. Á landingarmiðstøðini Kongs havn siga tey, at upsaveiðan hjá par trolar­ unum hevur verið meiri at kalla vánalig seinastu tveir mán aðirnar. vilmund@sosialurin.fo Sløk 200.000 pund av upsa. Tað er veiðan hjá partrolarunum Baki og Stelki hendan túrin Mynd: Vilmund Jacobsen SVÍKUR