fríggjadagur 27. august 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. august 2010 · Nr. 125
24
Sosialurin
Kjak
Landssjúkrahúsið fer her
at svara teimum atfinning
unum, sum eru settar mót
vegis Landssjúkrahúsinum
av formanninum í Trivnaðar
nevndini
Tey punkt, sum formaðurin
í Trivnaðarnevndini tekur
fram, eru;
1. Skil má koma á fíggjar
stýringina
2. Sjúkrahúsverk, sum
ikki fungerar alt árið
3. Landssjúkrahúsið hevur
fingið alt, sum Landssjúkra
húsið hevur biðið um. Kortini
strekkja pengarnir ikki til!
4. Ov nógvir pengar brúkt
ir í systeminum, áðrenn teir
koma til sjúklingin
5. Bert eykajáttan, um
tað kemur sjúklinginum til
góðar
Ad 1
– Skil má koma á
fíggjarstýringina
Landssjúkrahúsið hevur eina
sera neyva budgettering, har
lønirnar (75% av játtanini
ella uml. 302 mió.kr fyri 2010)
neyvt verða útroknaðar fyri
einstaka depilin og einstøku
deildina á deplinum, og
síðani fyri frammøtið hjá
tí einstaka starvsfólkinum.
Á Landssjúkrahúsinum er
játtanin býtt upp í oman
fyri 60 deildir/serøkir/ser
manningar. Fíggjarstýringin
og
uppfylging
fyri
tær
einkultu
deildir/serøkir/
sermanningar verða gjørdar
regluliga, og í minsta lagi
eina ferð um mðánaðin
fyri at tryggja, at játtanin
heldur, og at eftirlit er við
meirarbeiði
v.m.
Eisini
verður hvønn mánaða eftir
at lønin er koyrd, gjørdar
samanberingar millum lønar
prognosuna og budgettið,
fyri at tað skal vera møguligt
at
estimera
restina
av
árinum. Soleiðis vita vit altíð,
hvussu nógv akkumulerað
yvirskot/undirskot er í mun
til játtanina. Pr. 1 . august
2010 er samlaða avlopið uppá
lønirnar 1. mio.kr.
Sí talvu
Uml. 25% ella 96 mió.kr. av
játtanini eru til annan rakstur
enn lønir. Undir hesum koma
í høvuðsheitinum niðanfyri
standandi útreiðslur, 10 tær
størstu, budgetterað fyri 2010:
1. Heilivágur uml. 29,7 mió.
kr. ella 36 mió.kr., íroknað
økingina innan biologiskan
heilivág
2. Tekniska økið 13 mió.
kr. íroknað medisinsk gassir,
orka og viðlíkahald av 50.000
fermetrum gólvvídd.
3.
Goymsluvørður,
15
mió.kr., serstakliga vørur til
viðgerð og røkt.
4. Rannsóknarstovan 10,3
mió.kr.
5.
Fyrisiting
íroknað
tryggingar 3,6 mió.kr.
6. Medicotekniska deild 3,5
mió.kr. til viðlíkahald av allari
tí medicoteknsku tólaparkini
hjá sjúkrahúsverkinum.
7. Sjúkraflutningstænast
an, 3,3 mió.kr., (ambulansur
og tænastur kring alt landið
íroknað Sandoynna tó uttan
Suðuroy og Norðoyggjar.
8. Køkur 2,8 mió.kr. mat til
sjúklingar.
9. KT 2,7 mió.kr. (Lands
sjúkrahúsið
hevur
uml.
500
teldur,
20
servarar,
serforrit á øllum teldum og
eitt duplerað/trygt ktkervi
(netverk))
10.
Serlæknakonsulent
tænastu 2,3 mió.kr. 11. Aftur
at hesum eru uml. 30 onnur
størri ella minni økir, har
intern budget eru givin,
millum annað til vask av
klæðum, reingerð, húsavørð,
menning av heilsustarvs
fólkum, o. m.a.
Økir,
sum
vit
longu
tíðliga í vár sóu, fóru at
hava trupulleikar við at
halda
interna
budgettið
vegna meiraktivitet, eru m.a.
heilivágur, rannsóknarstovu
kanningar,
tekniska
økið
(alt eftir um oljuprísurin
heldur
fram
at
vaksa)
og
onnur
smærri
økir.
Landssjúkrahúsið
hevur
heitt
á
Heilsumálaráðið
í internum samskifti um
eina eykajáttan til størsta
útreiðsluøkið, nevniliga heili
vágin.
Sjúkrahúsleiðslan
metir, at hetta er vanligt
internt samskifti við Heilsu
málaráðið. Restina av meir
útreiðslunum innan hendan
partin av rakstrinum fer
Landssjúkrahúsið við innan
hýsis atgerðum at klára
sjálvt.
Leiðslan
hevur
longu
í juni stongt fleiri deildir.
Hesar fara óivað bert at lata
upp aftur, um fíggjarligu
fyritreytirnar verða broyttar.
Boðini um, at leiðslan á Lands
sjúkrahúsinum skal halda
játtanina, sum allar aðrar
stovnsleiðslur, eru komin frá
Heilsumálaráðnum.
Landssjúkrahúsið hevur tí
við neyvari fíggjarstýring og
undir núverandi leiðslu hildið
játtanina fyri 2009. Hetta
hevur ikki eyðnast nakrari
aðarari
sjúkrahusleiðslu
(seinastu 10 árini)! Úrslitið
var eitt lítið yvirskot uppá
400 tús.kr.
Fyri 2010 er ætlanin eisini
at halda játtanina, antin við
at spara á teimum økjunum,
sum rakar sjúklingin minst,
ella við at fíggjarligu fortreyt
irnar broytast.
Í alt kann sigast at fíggjar
stýringin
á
Landssjúkra
húsinum er sera neyv og
prognosurnar fyri árið somu
leiðis neyvar.
Ad 2
– Sjúkrahúsverk sum
ikki fungerar alt árið
Landssjúkrahúsið
hevur
eina tilbúgving, sum virkar
alt døgnið, 365 dagar um
árið. Hendan tilbúgving er
mannað
við
serlæknum,
sjúkrarøktarfrøðingum
og
nógvum øðrum starvsfólkum
á
Landssjúkrahúsinum.
Hendan tilbúgving virkar út
í eitt, alt ári.
Eisini hevur Landssjúkra
húsið uml. 20 serlæknaøkir
og uml. 188 seingjarpláss.
Serlæknarnir
hava
fyri
teirra økir ábyrgdina av,
at
sjúklingurin
fær
so
góða viðgerð sum gjørligt.
Tá
so
Landssjúkrahúsið
skal spara, má tað ganga
út yvir onkur av hesum
serlæknaøkjunum. T.v.s., at
líka nógvir sjúklingar ikki
kunnu sleppa til hjá teimum
einstøku sergreinunum.
Av og á fær Landssjúkra
húsið uppgávur sum eru so
mikið umfevandi, at játtanin
ikki røkkur. Tá er ikki rúm fyri
øllum tí vanliga rakstrinum
og teimum ekstra ordinæru
uppgávunum. Td. kom í
2009 umfarsjúkan H1N1 og
eyka útreiðslur í samband
við CTD. Í ár síggja vit so
ein ekstraordineran vøksur
innan livfrøðiligan heilivág.
Landssjúkrahúsið
noyðist
at skerja ætlaða virksemi
fyri at spara og á tann hátta
fáa rúmd fyri heiliváginum í
játtanini.
Tí vilja vit loyva okkum
at siga, at Landssjúkrahúsið
fungerar alt árið, eisini hóast
trongir fíggjarkarmar.
Ad 3
– Landssjúkrahúsið
hevur fingið alt, sum
Landssjúkrahúsið
hevur biðið um,
kortini strekkja
pengarnar ikki til!
Landssjúkrahúsið
vil
afturvísa, at vit altíð hava
fingið tann pening sum
biðið hevur verið um! Tað er
alment kent, at tey einstøku
aðalráðini fáa ein karm at
halda seg til, og at karmurin
í hesum tíðum er serstakliga
trongur. Tá Heilsumálaráðið
hevur býtt givna karmin
út til Landssjúkrahúsið og
hinar partarnar í sjúkra
húsverkinum, er endaliga
játtanin langt niðanfyri tí
umbøn, sum Landssjúkra
húsið hevur latið Heilsu
málaráðinum.
Fakta um Karmin
Til fíggjarlógar umbønina til
Heilsumálaráðið fyri 2010 bað
Landssjúkrahúsið um eina
øking uppá 29,2 mió.kr. uttan
mettar lønarframskrivingar
eru við. Landssjúkrahúsið
fekk 1,9 mió.kr., eftir at
lønarhækkingin, sum Fíggjar
málaráðið hevur samráðst
seg til, er trekt frá.
Játtanin til Landssjúkra
húsið fyri 2010 skal halda, við
sparingum og/ella broyttum
fíggjarligum fyritreytum. Fyri
2011 hevur Landssjúkrahúsið
biðið um eina meir játtan
uppá
36,1
mió.kr.
uttan
mettar lønarframskrivingar.
Landssjúkrahúsið hevur sum
útlit frá Heilsumálaráðnum
fingið ein karm uppá minus
1,7 mió.kr. netto. (hetta hóast
tað, at Landssjúkrahúsið fyri
2011 eisini metir, at lívfrøðiligu
heilivágsútreiðslurnar fara
at vaksa uml. 15% ella uml. 6
mó.kr.
Ad 4
– Ov nógvir pengar
brúktir í systeminum,
áðrenn teir koma
til sjúklingin
Til hetta er bert at siga, at
ein kanning var bíløgd av
Fíggjarmálaráðinum
og
Heilsumálaráðinum, og at
ein av niðurstøðunum var,
at Føroyska sjúkrahúsverkið
er eitt tað bíligasta í Norður
europa.
Citat: [Valcon s-2] Den
overordnede sammenligning
viser, at Færøerne i udgangs-
punktet har et lavere udgifts-
niveau end både Danmark,
Island og Bornholm
Ad 5
– Bert eykajáttan, um
tað kemur sjúklingi
num til góðar
Landssjúkrahúsið kann um
fíggjarligu
fortreytirnar
broytast, slaka í nøkrum av
teimum sparitiltøkum sum
eru sett í verk, og soleiðis
veita meira sjúkrahúsviðgerð
fyri peningin til frama fyri
sjúklingin.
Sjúkrahúsleiðslan hevur
við Allan Skaalum á odda
fyri fyrstu ferð í nógv ár
vent fíggjarligu gongdini
á Landssjúkrahúsinum frá
einum halli til eitt yvirskot í
2009. Eisini liggur í kortinum
at játtanin fyri 2010 verður
hildin.
Fíggjarstýringin á Lands
sjúkrahúsinum er neyv og
góð, og vit arbeiða støðugt
við at gerast betur.
Sjúkrahúsleiðslan
Fíggjarstýringin á Landssjúkrahúsinum
er neyv og góð
Svar uppá atfinningar sum Jákup Mikkelsen formaður í Trivnaðarnevndini,
setti mótvegis fíggjarstýringini á Landssjúkrahúsið
Lønarútrei!slur 2010 - budget og faktiskt
19.000
20.000
21.000
22.000
23.000
24.000
25.000
26.000
27.000
Jan
Feb
Mar
Apr
Mai
Jun
Jul
Aug
Sep
Okt
Nov
Des
N!tsla 2010
Uppr. budget
Akkumulera! útslit 2010
-
500
1.000
1.500
2.000
2.500
Jan
Feb
Mar
Apr
Mai
Jun
Jul
Aug
Sep
Okt
Nov
Des
Figur 1: Veruligar lønarútrei!slur í mun til budget og akkumulera! úrslit fram til d.d.