fríggjadagur 27. august 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. august 2010 · Nr. 125
10
Sosialurin
Nøvn
Í dag eru liðin júst 15 ár, síðani fótbóltsspælarin
Jákup Mikkelsen spældi fyrsta dystin fyri
danska felagið Herfølge. Jákup Mikkelesen
flutti til Danmarkar í august 1994, og 27.
august árið eftir spældi hann fyrsta dystin
fyri besta liðið hjá Herfølge. Dysturin var
ímóti Lyngby, og á liðnum hjá Lyngby var ein
annar klaksvíkingur, nevniliga Todi Jónsson.
Lyngby vann dystin 2-0.
Jákup Mikkelsen spældi seks kappingarár
fyri Herfølge, og samanlagt vardi hann málið
í 136 dystum. Hann skoraði eisini tvey mál
– bæði vóru við brotssparki.
Í ár eru eisini liðin 10 ár, síðani Herfølge
við Jákup Mikkelsen í málinum, tók øll á bóli
og vann danska meistaraheitið.
Jákup Mikkelsen spældi í Herfølge fram
til mai mánað 2001, tá ið hann flutti til Molde
í Noreg at spæla. Síðani hevur Jákup Mikkel-
sen spælt fyri Partick Thistle í Skotlandi og
føroysku feløgini KÍ, B36 og ÍF.
15 ár siðani fyrsta
Herfølge-dystin
Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir ráðgeva
til Vinnuhúsið. Sum ráðgevi fert tú at gera
vinnuligar, samfelagsligar og búskaparligar
kanningar, umframt at arbeiða fyri
vinnugreinafeløg.
Arbeiðið fevnir um at
· gera vinnuligar og samfelagsligar greiningar
· gera frágreiðingar og lýsingar av málum
· samskipa uppgávur fyri nevndir í
vinnugreinafeløgunum
· vera við í fyriskipan av vinnuligum tiltøkum og
átøkum
Í hesum sambandi krevst tætt samskifti við
leikarar í føroysku vinnuni og við myndugleikar.
Vit vænta, at tú
· hevur hóskandi hægri útbúgving og
arbeiðsroyndir
· hevur kunnleika til føroyska vinnu og umsiting
· dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
· hevur góð samstarvsevni
· dugir væl at samskifta, bæði á føroyskum,
norðurlendskum og enskum
Vit kunnu lova tær eitt fjølbroytt og áhugavert
starv í einum mennandi arbeiðsumhvørvi.
Løn eftir avtalu.
Skrivlig umsókn, merkt ”Starv”, eigur at vera
okkum í hendi í seinasta lagi
20. sept. 2010.
Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at ringja
til stjóran, Maritu Rasmussen, tel. 30 99 00.
Føroya Arbeiðsgevarafelag
Vinnuhúsið
Postsmoga 1038, FO-110 Tórshavn
Vilt tú vera við til at bera verandi vinnu framá? Megnar tú at fara í dýpdina og at arbeiða breitt? Klárar tú at
hava fleiri bóltar í luftini í senn og halda høvdið kalt? So er eitt spennandi starv at søkja í Vinnuhúsinum!
Ráðgevi til Vinnuhúsið
Vinnuhúsið er felags heiti fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag við undirfeløgum umframt føroysku vinnufeløgini.
Feløgini í Vinnuhúsinum arbeiða fyri at tryggja føroysku vinnuni best møguligu kor. Hetta verður gjørt m.a. við miðvísum arbeiði og við kunning, sum gevur politiska ávirkan.
Feløgini taka sær m.a. av sáttmálum á privata arbeiðsmarknaðinum, veita limunum kunning og ráðgeving og skipa fyri vinnumennandi tiltøkum, sí eisini www.industry.fo.
Smærugøta 9A // FO-100 Tórshavn // Tel: +298 30 99 00 // Fax: +298 30 99 01 // industry@industry.fo
sansir.fo
Jákup Mikkelsen í málinum hjá Herfølge
Mynd: Álvur Haraldsen