Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. august 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 122 · 20. august 2010 9 leiðslutoyminum hjá Faroe Ship og ar­ beiða væl saman og hava ymsar styrk­ ir. Eg siti sera sjáldan einsamøll við truplum avbjóðingum, tí vit loysa tær sum oftast saman. Eg ráðføri meg eisini í ávísum førum við familjuna ella onn­ ur fólk, sum eg kenni úr vinnu lívi num. Hvønn eg tosi við, veldst sjálvandi um, hvør avbjóðingin er. Tú tosar sjáldan um kynsspurningin í politikki og vinnulívi. Hví er tað? Av eini ella aðrari orsøk havi eg ongan tíð hildið spurningin verið so áhuga verdan. Eg havi heilt frá barni av ongantíð merkt, at tað hevur verið ein forðing at vera kvennkyn. For eldr­ i ni hava sum eina sjálvfylgju stuðl­ að mær í mínum ætlanum uttan at hugsa, at nøkur avmarking var í tí, at eg var genta. Tíðliga havi eg hoyrt kjak um vinnulív, samfelagsviðurskifti og politikk, tí nógv í familjuni, bæði í móðurætt og faðirætt, hava stóran áhuga fyri tílíkum viðurskiftum og eisini eru virkin á hesum økjum. Altíð hev ur høvuðsevnið verið sjálvt málið og ikki kynsspurningurin. Somuleiðis havi eg altíð kent meg vælkomnan í vinnu lívinum, har eg m.a. havi arbeitt hjá Faroe Seafood í Fraklandi, Kósini og nú sum stjóri á Faroe Ship. Tó veit eg full væl, at nógvar kvinnur í heiminum hava ikki tey sjálvsøgdu rættindini, sum eg havi, og hetta mugu vit arbeiða fyri at fáa í rættlag. Heldur tú, at tað gongur framá í føroyskum politikki? Eg las greinina hjá Heina í Skorini her­ fyri um, at ruðuleiki er normurin und­ ir ABC­samgonguni. Greinin lýsir júst, hvat eg haldi um politikkin í dag. Tað tykist, sum mest spennandi kardinal­ spurn ing urin fyri samgonguna er, um ABC­samgongan heldur ella ikki, og hetta er ikki serstakliga spennandi fyri onnur at eygleiða, men sera ótrygt fyri borgarar, vinnulívið, ja, alt sam felag­ ið. Vantandi stýring hevur við sær, at rokningin verður send vinnu lívi­ num og skattaborgarunum, og at vit ikki mennast sum samfelag. Her má broyting koma í. Vit mugu fáa politik­ ar ar, sum hava evnir og vilja til at finna semj ur og arbeiða miðvíst fyri land og fólk. Heldur tú so, at ov lítið kemur burtur úr politikkinum? Tosað verður nógv um skipanir av yms­ um slag, men vit koma sera sjáldan á mál politiskt, tí vit semjast ikki um skipanirnar, ið skulu vera karmur um tað, vit gera. Vit semjast til dømis ikki um skipanir kring fiskivinnuna, út lend­ ing ar, gransking, einskiljingar og stjórn­ ar skipanarlógina. Mangir politik ar ar hava vantandi evnir og vilja til at skilja, at leiðin framá er at byggja brýr held­ ur enn at byggja múrar. Vit steðga alt ov ofta upp við múrar, tí avgerðir verða ikki tiknar um at byggja brýr. Tá hugsi um brýr til einar sjálvberandi Før oyar. Tit hava verið á Kreta í summar. Er tað gott at sleppa burtur viðhvørt? Ja, vit elska at ferðast og royna at fara 1­2 túrar um árið saman við børnunum, sum eru 9 og 7 ár. Vit vitja altíð ymisk lond og fara ikki á sama stað aftur, tí so ómetaliga nógv støð finnast, ið eru verd at síggja og uppliva. Hvat dámar tær ta myrku tíðina í Føroyum? Eg ávirkist nógv at myrku tíðini, og ser­ liga varð eg nógv ávirkað av henni, tá eg flutti aftur til Føroya eftir at hava búð uttanlands í fleiri ár. Nú gongur bet ur og betur, serliga síðan eg havi valt at fara út, hóast veðrið ikki er til vild­ ar. Eigur tú góð klæðir, góða familju og vinfólk og hevur nóg mikið at gera, hugsar tú ikki so nógv um myrku tíð­ ina. Hvør er tín dreymur fyri Føroyar? At vit fáa dirvi og vilja til at skapa ein sjálv berandi búskap. Tú ert vaksin upp í Havn, men býrt í Klaksvík. Hvør er munurin á býunum? Eg vaks upp í Havn og búði har í 22 ár. Síðan búði eg uttanlands í átta ár í fimm ymiskum londum, og eg havi nú búð í Klaksvík í 10 ár. Eg má viðganga, at eg havi trivist allastaðni upp á ymsar mát ar. Havnin er veruliga í ferð við at fáa nógv av tilboðunum, sum stórbýir hava at bjóða, og býurin er vorðin vakr ari og vakrari. Tað er sera gott at hava at sterkan høvuðsstað í Føroyum, bæði hvat viðvíkur undirvísing, ment­ an, vinnulívi og øðrum. Klaksvík er eisini ein spennandi býur við nógvum eld sál um innan bæði mentan, vinnulív, ítrótt og tónleik. Eg arbeiddi við fiska­ sølu í 12 ár, áðrenn eg kom á Faroe Ship. Av teimum var eg átta ár á Kós ini í Klaksvík. Har var eg hjartaliga væl­ kom in, og eg havi ein serligan alsk til fiski vinnu na og fólk í vinnuni, sum enn er so grundleggjandi í okkara samfelagi. Eini 4000 fólk arbeiða í fiskivinnuni á sjógvi og landi, um vit telja alivinnuna við, meðan samlaða arbeiðsmegin er umleið 24.000 fólk. Ynskiligt hevði verið, at skaptar vórðu betri fortreytir til fiskivinnuna sum heild, so fólkini í fiskivinnuni kundu arbeitt undir meiri skipaðum kørmum, har til bar at rað­ festa fram í tíðina. Hetta hevði skapt betri javnvág í samfelagnum og ment okkara land. Hvat er eitt eydnuríkt lív? At vera nøgdur. At hava frið við Gud, sín næsta og seg sjálvan. Eitt orðatak sigur, at dagurin í gjár er søga, dagurin í morgin er eitt loyndarmál, men dagurin í dag er ein gáva. Tað haldi eg sigur tað, sum sigast skal. Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship: – Føroyskir politikarar eiga at byggja brýr heldur enn múrar, tí vantandi stýring skapar ótryggleika í samfelganum Mynd: Álvur Haraldsen