Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. august 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. august 2010 · Nr. 125 14 Sosialurin Kjak Upplýst er nú av lands­ stýrinum, at eingin framdrift kortini er í málinum um ein 50 metra hyl her í landinum, og tað var nú spell. Ein 50 metra hylur er dýrur at gera og enn dýrari at reka. Serliga er tað orkan, ið skal hita vatnið, ið er kostnaðar­ mikil. Allastaðni verður farið væl um orkuna, og tað eru fá lond í heiminum, sum hava ráð til at lata orku fara fyri ongum. Føroyar eru eitt undantak í so máta. Í heimbygdini hjá europ­ eiska silvurvinnaranum rennur lunkað vatn á sjógv tíma fyri tíma, dag um dag, viku eftir viku, mánaða eftir mánaða og ár eftir ár. Hetta er ein syrgiligur veruleiki, ið harafturat sig­ ur okkum, at orku­ og um­ hvørvisøkið meira er merkt av snikk snakk enn ítøkilig­ um átøkum. Hóast Pál hevur havt øll verklig odds ímóti sær, so hevur hann megnað tað ógjørliga. Hóast hann ikki hevur ein 50 metra hyl at venja í, so er tað júst her hann setir met eftir met. Hóast hann stendur á hægstu tindum, har einans sannar kempur fóta sær, og við orðum Janusar sigur: »Gev mær megi hetjumátt at verja tína hallargátt,« so eiga vit ikki eitt flagg at balla um herðar hansara og ikki ein hyl at lata honum at svimja í. Tíverri hava almennu Før­ oyar framvegis ein stálsettan vilja til ikki at lata Merkið fara í húnar hátt millum onnur merki, tá menn fremja brøgd milllum manna. Ein avleiðingin er, at føroy­ ingar eru útihýstir úr olymp­ isku leikunum, og fremsta hetja okkara, Pál Joensen, er ein teirra, ið ber kostnaðin. Her er langt á mál, og bert er bróðurleyst bak. Hinvegin er væl stytri á mál við einum 50 metra hyli at venja í. Hóast vit ikki halda okk­ um hava ráð til ein 50 metra hyl, so hava vit ráð til at lata lunka svimjihylsvatn renna á sjógv tíma fyri tíma, dag um dag, viku eftir viku, mánaða eftir mánaða og ár eftir ár. Um avlopsorkan frá SEV rennur á sjógv, ella guvar upp í loft er eitt feitt. Orkan, ið fer fyri ongum, er risastór, júst í heimbygdini hjá Páli, og ríkiliga stór til at halda einum 50 metra hyli heitum. Í lívfrøðiliga margfeldis­ árinum, har vit tíverri skoyta oman á øllum altjóða bindingum, átti landsstýrið sum stórstu sjálvfylgju at ásett eitt bann móti at lati lunkað vatn á sjógv ella at lati virðismikla orku guva upp í loft. Hesa heimild hevur landsstýrið eftir nýggju el­ veitingarlógini. Orkunøgdin, ið her fer fyri ongum, er hálva aðru­ ferð nøgdina, ið heldur øllum trimum hylunum, baðstov­ uni og brúsunum í Gunda­ dali, heitum, tíma fyri tíma, dag um dag, viku eftir viku, mánaða eftir mánaða og ár eftir ár. Í Vági fer sama orka fyri ongum, og tað er bara heilt ótrúligt, at vit halda okkum hava ráð til hetta orkuspillið og hetta umhvørvissvínaríið, sum tað í veruleikanum er. Hóast mangt takið er tungt í hesum døgum, so áttu røttu viðkomandi, og tað er fyrst og fremst landsstýrið og SEV, at sett seg saman at bjarga teimum ovurstóru virðum, sum her fara fyri skeytið. Árliga orkuspillið, sum føroyingar halda seg hava ráð til at lata renna út á fjørðin í Vági, ella guva upp í loft, er: • 2.200.000 kWh, ájavnt við 185 tons av brenniolju. • hálvaaðru ferð oljunýtsl­ una í Gundadalshøllini. • ájavnt oljunýtsluna hjá 100 sethúsum. • og áleið eina millión krónur um árið. Føroyska útflutningsvinnan, fiskivinnan og alivinnan, áttu síðani eisini at sæð virðið í tí »brandi,« tey sita við í fanginum. Flogið hevur verið ávegis uppeftir í áravís, og nú átti blinda eygað at varnast tann risa stóra marknaðar­ møguleika, sum eisini liggur í hesum komandi heims­ meistaranum. Brandurin Pál, hevur við egnum mátti og egnari megi strítt seg fram til at vera stórsta »brand« í okkara tíð, og missir tað almenna og vinnan hendan gullfuglin av hondum, er hetta tap líka stórt, sum Pál er stórur hinvegin. Allir føroyingar ynskja Páli, hinum føroysku svimj­ arunum og venjaranum hjartaliga tillukku, men sakna álvarsliga afturljóðið frá teimum almennu Føroyum. Hergeir Nielsen Orkan er tøk, men fer fyri ongum Í sambandi við uppskot um ein 50 metur langan svimjihyl, samtykti løgtingið í fjør, at landsstýrið skuldi leggja uppskot fyri tingið um, hvussu samstarvast skuldi millum land og kommunur í sambandi við bygging av ítróttaverkløgum Nú tað ljóðar, at stjórin á Landssjúkrahúsinum verður sagdur úr starvi vegna vantandi fíggjarstýring, fari eg at biða tykkum spyrja tykkum sjálvar fylgjandi spurningar: • Hvør var sjúkrahússtjóri áðrenn Allan Skaalum ? • Hvussu hildu hansara budgettir? • Varð hann sagdur úr starvi? • Hvussu leingi slapp Hans Pauli Strøm at sita við fillaðum budgettum? • Hvør var hægsti embætismaður hjá honum í Heilsumálaráðnum? Fekk tað nakrar fylgjur fyri viðkomandi? • 10 mill. kr. hvussu stórur prosentpartur er hetta av samlaðu játtaninin hjá sjúkrahúsinum? Eg havi ongan persónligan áhuga í málinum. Kenni ongan av teimum involveraðu. Ynski bara at rættvísi valdar og at øll verða máld við sama málistokki. Til Aksel Johannesen og Kaj Leo Johannesen Egin Markná Sambært feskastu uppgerðini yvir veiðu av makreli frá Fiskiveiðieftirlitinum, hava ídnaðarskipini fiskað sína kvotu. Ídnaðarskipini við føroyskari manning eru sostatt givin at fiska makrel. Aðrir uppisjóvarskipabólkar mannaðir við føroyingum fara sambært somu uppgerð eisini at renna seg í loftið fyrsta dagin, um kvotan ikki verður hækkað. Um somu tíð, hevur landsstýris­ maðurin við fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard sent boð eftir trolarum úr Suðurkyrrahavi, sum so at siga bara eru mannaðir við útlendingum, at koma hegar at fiska makrel. Hetta verður gjørt sjálvt um einki bendir á, at verandi skip ikki fara at klára at fiska ásettu makrelkvotuna og reiðiliga tað. Tað merkir at skip við føroyskari manning fara at verða løgd við bryggju, samstundis sum skip við fremmandari manning byrja at fiska. Hví Fólkaflokkurin vil standa modell til slíkt er óskiljandi? Bjørn Kalsø løgtingsmaður Handfaringin hvørki fuglur ella fiskur