Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. august 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 125 · 27. august 2010 14 IKE Ikea Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Í ár eru tað 60 ár síðani, at heimsins størsti prentlutur, Ikea-katalogið, kom út á fyrsta sinni. Blanka og litfagra blaðið, sum altíð er á tremur við freistandi innbúgvi, íblástri og hugskotum til innrætting av heiminum. Hesin prentluturin, sum meiri enn nakað annað vekir »reiðurbyggj ara- instinktið« hjá teimum, sum eru á einum vegamóti í lívinum. Sum, tá fyrsta barnið er á veg, tá tvey flyta saman, tá fyrsta kollegiikamarið skal inn rættast ella tá onkur verður single aftur. Ikea í Føroyum Hóast Ikea er ikki í Føroyum, er funktio- nella og lætta designið frá risa stóru handilsketuni næstan obliga tor iskt í føroyskum heimum. Líka frá sitrón- pressuni úr fyrstu »starter-kit'inum« til »bygg-sjálv-køkin« og sengurnar í barnakømrunum. Fyri ikki at gloyma eyðkendu ljósu, norðurlendsku litirnar og toyvørurnar, sum hóska so væl til kremlitta stílin í nógvum føroyskum heimum. Altíð í tíðarhóskandi sniði og í einari príslegu, sum føroyska handilslívið kann ikki kappast við. Speglar tíðina Men hús- og heimarákið hevur ikki altíð verið kremlitt. Hesi 60 árini eru smakk- urin sjálvandi broyttur nógv, umframt at permumyndirnar eisini siga nógv um tíðarandan hesi ymsu tíðarskeiðini – bæði politiskt, búskaðarliga og innan mótaheimin. Her er eitt lítið yvirlit yvir søguna hjá Ikea og kataloginum hesi seinastu 60 árini. katalogið ár á baki Í 60 ár hava fólk DRoymt seg burtur Í lokkandi Ikea-pRíslIstanum 60 Ikea søgan í stuttum Søgan um Ikea byrjar í Svøríki í einum skógi í Smálandi í 1930’erne. Her súkklaði ein 5 ára gamal óviti runt og seldi grannunum svávulpinnar, pynt til jólatrø og blómufræ. Drongurin var Ingvar Kamprad, og var tað sami drongur sum setti Ikea á stovn longu sum 17 ára gamal. Eins og í dag, var upprunaliga konseptið góðska fyri lítlan penga. Í dag er gott design og burðardygd hornasteinar í fyritøkuni umframt. Heimsins størsti prentlutur Fyrsta katalogið varð prentað í 250.000 eintøkum. Í dag er Ikea-katalogið heimsins størsti prentlutur. Katalogið verður prentað í 198 milliónum eintøkum á 27 málum. altjóða brand Í fjør vóru 590 milliónir vitjandi í teimum 301 handilshúsunum kring heimin so er! Kreativi parturin av kataloginum fer fram í einum 8.000 fermetra stórum fotostudio í Älmhult í Svøríki Framleiðslan av einum katalogi tekur umleið eitt ár Millum oktober og mars byggir ein stórur hópur av handverkarum eini 200 ymsar innrættingar til katalogið Í kataloginum eru umleið 4.000 myndir. ikEa kelda: ikea