Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-27, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. august 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. august 2010 · Nr. 125 30 Sosialurin Høgni Hoydal Kjak Samgongulimir eru nú, sum í øllum øðrum málum, eisini farnir at leggja ábyrgd frá sær og rista álir av rygginum hjá øðrum í makrelmálinum. Millum manna og í vinnuni ganga óteljandi skeivar søgur um gongdina í makrel­ málinum og leiklut lands­ stýrismansins og flokkana á tingi. Tí er neyðugt at gera politisku støðuna greiða: Tað var Tjóðveldi, sum – grundað á frágera gott kanningararbeiði hjá Árna Dam frá Reiðarafelagnum – reisti málið politiskt á tingi um, at Føroyar skulu krevja munandi størri part av makrelkvotuni. Hetta var fyri hálvum øðrum ári síðani. Fyri knøppum ári síðani frættu vit í útlendskum fjølmiðlum, at ES og Noreg høvdu formliga kastað saman og gjørt av at arbeiða saman um krøv til uppisjóvarfisk – uttan samráðingar við okkum sum strandaland. Tá reisti Tjóðveldi aftur málið á tingi og kallaði beinanvegin landsstýrismannin í samráð, har vit kravdu, at føroyingar nú settu gerðir aftanfyri síni krøv og eisini tóku upp samráðingar við Ísland um felags støðu móti ES og Noregi. Sannleikin er, at lands­ stýrismaðurin í fiskivinnu­ málum hevði als ikki samráðst ella fyrireikað nakra strategi í hesum máli, tá málið varð reist á tingi. Og landsstýrismaðurin hevði ikki verið á nøkrum samráðingarfundi (fyrstu ferð var í juni í ár, eftir trýst frá uttanlandsnevndini). Talan hevur verið um reina tilvild í fyrisitingini hjá landsstýrinum í hesum máli. Tjóðveldi greið tilmæli Okkara tilmæli hava verið sera greið í makrelmálinum: Í strandalandasamráð­ ingum skulu føroyingar krevja munandi størri part av makrelkvotuni grundað á tilmæli frá okkara egnu Havstovu. Vit skulu beinanvegin seta fíggjarliga orku av til Havstovuna at gera allar neyðugar kanningar av ferðingarmynstri, gýting, føðslu og góðsku, til tess at vísindaliga undirbyggja okkara krøv um makrelin í samráðingum. (Landsstýris­ maðurin hevur ikki fylgt hesum). Fáa vit ikki semju, skulu vit áseta okkara egnu roynd­ arkvotu í føroyskum sjógvi til tess at undirbyggja okkara krøv. (Og kalla tað royndarkvotu til tess at standa væl ímóti ákoyring­ um frá ES og Noregi). Tann áseta kvotan skal bjóðast út við stuttum og jøvnum millumbilum til føroysk skip, ið lúka føroy­ skar reglur og manningar­ sáttmálar. Fyrimunirnir við okkara politikki Við at bjóða kvotuna út við stuttum og jøvnum millumbilum, verður tryggj­ að, at landið varðveitir ognarrættin til tilfeingið og ongin kann seta seg á tað ella spekulera í tí. Við at bjóða kvotuna út, verður tryggjað, at ein landsstýrismaður ikki kann býta milliónavirðir – ja, í langtíðarhøpi milliardavirði – til ávísar bólkar, sum hann velur út eftir politiskum høvdi. Við at bjóða kvotuna út alment, verða tað tey, ið kunnu fáa mest burturúr makrelinum og fáa driftina at hanga saman, ið sleppa framat. Og við at bjóða kvotuna út alment til føroysk skip og bátar, er ongin trupulleiki at krevja, at føroyskar lógir, sáttmálakrøv og treytir verða hildnar, so at vit ikki koma í nakra ivastøðu, sum nú alt bendir á, er íkomin. Landsstýrismaðurin má standa til svars Vit fegnast um, at tað hevur givið ávøkst og er prógvað, at tað ber væl til at fiska makrel í føroyskum sjógvi. At nøgdirnar eru stórar og góðskan betur enn væntað. Men vit góðtaka ikki, at ein landsstýrismaður situr og býtir kvotur út eftir sínum egna høvdi og nú skapar stór ivamál um lóg og rætt og rættin til tilfeingi undir Føroyum. Til teir samgongumenn, ið nú royna at vaska hendur, er bert at siga: Tit kunnu als ikki takast í álvara, um tit ikki seta gerðir aftanfyri orðini. Makrelur í landsstýrismannasós Tjóðveldi hevur frá byrjan sett greið krøv til makrelfiskiskapin hjá føroyingum: Vit skulu vísindaliga undirbyggja okkara sjálvsøgdu krøv – og makrelurin skal bjóðast út til føroysk skip, ið fylgja føroyskum sáttmálakrøvum Fyri nøkrum árum síðani varð eg uppringd av útvarp­ inum og biðin um at úttala meg um sparingarnar á Landssjúkrahúsinum, nú nakrar deildir skuldu latast aftur vegna sparingar. Grundgevingin tá var, at nýggi heilivágurin til eitt nú gikt og sclerosu var so dýrur, at fíggjarætlanin ikki helt. Eg legði tá áherðslu á, at tað er ein sjálvfylgja, at fólk ynskja ta bestu viðgerðina, tá heilivágur er tøkur, sum kann gera lívið liviligt fyri hesi fólk, og tí kann onki annað góðtakast enn, at peningur verður settur av til henda heilivág. Og søgan endurtekur seg nú aftur. Enn einaferð fær Føroya fólk at vita, at sparast skulu 10 mill á Landssjúkrahúsinum, og enn einaferð verður orsøkin søgd at vera, at viðgerðin fyri krabbamein, gikt og sclerosu eru munandi dýrari enn væntað. Samstundis verður víst á, at tað verður neyðugt at stongja deildir og spara burtur allar ikki bráðfeingis skurðviðgerðir, so sum knø og mjadnar, tí peningurin er uppi. At seta bólkar upp ímóti hvørjum øðrum á henda er sera óvirðiligt og viðførir m.a. at fólk, ið frammanundan hava sjúku at dragast við nú eisini skulu dragast við ábyrgdar­ og skuldarkenslu orsaka av avleiðingunum av sparingunum. Heiligvágurin, ið talan er um, hevur sera stóran og avgerandi týdning fyri, hvussu sjúkan hjá fólki við sclerosu og gikt útviklar seg. Harumframt økir tað týðiliga um lívsgóðskuna. Tá sjúkrahúsið veit, at tilgongdin bara økist til at fáa umrødda dýra heilivág, og sum fólk ikki kunna liva uttan, so eigur leiðslan at taka hædd fyri tí longu tá fíggjarætlanin verður løgd í byrjanini árinum. Nógv verður gjørt fyri at granska innan medicinska økið, og nógvur peningur verður settur í ymiskar verkætlanir fyri at finna fram til heilivág, sum kann bøta um heilsustøðuna. Í Føroyum hava vit eisini sett á stovn granskingarpark, og fara vit í framtíðini at brúka nógvan pening til at granska innan sjúkur umframt at bjóða okkum fram á altjóða pallinum innan gransking. Hettar inniber, at nýggj og betri viðgerðartilboð støðugt vilja leggjast afturat og harvið økist fíggjarliga trýstið uppaftur meira. Tað setur tí krøv til politiska myndugleikan um at seta út í kortið, hvussu føroyska heilsuverkið skal raðfesta. Tí eigur eitt politiskt kjak at vera um, hvat vit ynskja og hava møguleika fyri at viðgera og gjalda fyri í framtíðini. At enda vil eg heita á leiðsluna á Landssjúkra­ húsinum at vara seg fyri at peika ávísar bólkar út sum orsøk til at steingja deildir og útseta skurðviðgerðir fyri onnur. Eg vil eisini heita á landsins politikarar at taka upp kjakið um, hvat vit ynskja okkara heilsuverk skal taka sær av og hvørji viðgerðartilboð skulu vera, fyri síðan at bera kostnaðin av tí. Sparingarnar á Landssjúkrahúsinum enn einaferð Leila Solmunde forkvinna í MBF Góðan morgun, Bjørn Kalsø Ikki eiti á, sum Bjørn Kalsø nú er farin at finnast at handfaringini av makrelmálinum. Nú brúkar hann øll argumentir, sum vit onnur úr flest øllum flokkum hava brúkt síðani tíðliga í vár, og sum hann hevur hartað okkum fyri at føra fram. Men tað er at frøðast um, at fólk vakna og taka við tínum argumentum. Bert spell, at Bjørn Kalsø tó korini altíð skal hava ein neiligan hugburð til alt og skal royna at misskilja alt við vilja og venda øllum negativt, so hann kann brúka tað í síni niðurgerð av øðrum. Men gott, at tú ert vaknaður, Bjørn. Góðan morgun! John Johannessen