fríggjadagur 27. august 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 27. august 2010 · Nr. 125
Sosialurin
Bjørn Kalsø
løgtingsmaður
Makrelmálið er framvegis
heitt! Hini londini leggja
órímiligt trýst á okkum og
landsstýrismaðurin
fiflast
framvegis
óneyðuga
við
fiskiloyvum.
Tað tók langa tíð at
taka avgerð um at áseta
makrelkvotu. Orsøkin var m.a.
mótstøða frá formanninum í
uttanlandsnevndini,
John
Johannesen, Javnaðarflokk
inum í samgongu, andstøðuni
og pørtum av vinnuni við.
Sínámillum
bardagin
millum veiðubólkar um, hvør
skuldi fiska makrelin bøtti
heldur ikki um støðuna.
Vandi
var
fyri,
at
makrelmálið datt á gólvið.
Hetta vísti eg á í grein nevnd
“Makrelguff
ella
tránað
makrelsuppa” fyrr í summar.
Tá mælti eg til at standa
saman, taka støðu og lata ver
andi uppisjóvarskip sleppa
at fiska.
Kvotan varð ásett, uppi
sjóvarskipini fóru at fiska,
og fiskiskapur og søla hava
gingið væl, hóast órímiligt
trýst úr ES og Noreg við
landingarforðingum
og
havnarstongsli.
Gudarnir munnu vita, hvør
orsøkin er til gávumildni
Eftir øllum sólarmerkjum
at døma megna føroysku
uppisjóvarskipini at fiska
sínar kvotur og reiðiliga
tað. Tí er undrunarvert, at
landsstýrismaðurin
aftur
er farin at fiflast við fiski
loyvum, nú boð eftir øllum
at døma eru send risaskipum
úr Suðurkyrrahavi at fiska
makrel her.
Stál hava vit ov mikið av
í flotanum! Tí munnu gudar
nir vita, hvørjar grundgeving
arnar hjá landsstýrismann
inum
í
fiskivinnumálum,
Jacob Vestergaard, eru til
gávumildni á hesaferð?
Nóg mikið av stáli
Fiskiskapurin er so mikið
góður,
at
kvoturnar
hjá
uppisjóvarskipunum skjótt
verða uppfiskaðar, um fiski
skapurin heldur sær.
Aðrir skipabólkar, sum
hava fingið kvotu tillutaða,
hava ikki fiskað makrel enn.
Tað kann hava við sær, at
samlaða kvotan ikki verður
uppfiskað.
Í
samráðingarhøpi
er
eingin fyrimunur, um part
ar av kvotuni liggja eftir.
Landsstýrismaðurin
átti
tí beinanveg at gjørt smid
ligar skipanir, soleiðis at
uppisjóvarskipini
kundu
hildið fram við fiskiskapinum,
heldur enn at fiflast við
nýggjum
fiskiloyvum
til
skip, sum ongantíð fyrr hava
fingið lyfti um at sleppa í
føroyskan sjógv at royna.
Er tað so, at orka mangl
ar til at framleiða makrelin
til matna, kundi tann spurn
ingurin verið viðgjørdur.
Stálið til fiskiskapin hava
vit. Tí er óneyðugt at taka
fleiri skip í flotan at fiska nú.
Tá nýggj loyvi eru givin,
ber ikki til at taka tey aftur.
Ta søguna kenna øll!
Jenis av Rana
floksformaður, vegna Miðflokkin
Tað tykist summum umráðandi at finna
onkran at krossfesta. Men um so allar
orsøkir, ið brigslaðar verða mær ella øðrum,
skuldu víst seg at verið rættar, so rættvísger
tað tó aldrin tey átøk, sum nærum dagliga
verða sett í verk móti veiku borgarum
okkara!
Raðfesting
Fremsta uppgáva teirra, ið skipa samfeløg,
er at skipa tey so, at øll kenna seg trygg,
heilt frá gitna og til ellisár. Avgerandi er
m.a. at raðfesta rætt. Tær uppgávur, ið eru
mest neyðugar, mugu setast fremri enn tær,
ið kunnu bíða.
Tá talan er um raðfesting tykist landsins
leiðsla heilt at hava mist fótafestið.
Frásagnirnar, ið eru komnar undan kavi,
um oyðsl landsstýrismanna við nevnd
arsamsýningum og flogferðum, samstundis
sum ætlanir verða lagdar um niðurskurð á
eldraøkinum, eru góð dømi um manglandi
raðfesting.
Flestu játta at skeivt er farið fram, onnur
kanalisera ringu samvitskuna í øði móti
øðrum. Tað er ikki rætt, tí um so fleirfaldar
misgerðir skuldu hingið á herðum teirra, ið
gera vart við samfelagsligar skeivleikar, so
heimilar tað ikki fyrilitarleysum niðurskurð
um ella manglandi raðfestingum.
Okkum tørvar nýggjan
sosialpolitikk
Sosialpolitikkurin má grundleggjandi end
urskoðast. Vónirnar at verandi politiski
meirilutin megnar hetta er lítil. Men útlitini
fyri nýggjari manning í Tinganesi eru væl
bjartari í dag enn fyri fáum døgum síðani. Tá
verður fyrsta takið at fáa hjartað innaftur í
føroyskan sosialpolitikk.
Onki rættvísger ágang
móti teim veiku!
Fiflast við fiskiloyvum
Ein áminning til teirra, sum í miðlunum royna
at finna undanførslur fyri atgerðirnar móti
teimum á niðastu samfelagsrókunum
Nú um dagarnar var ein
drúgv grein – ABC: tá ruðu
leiki verður normur – undir
skrivað av Heina í Skorini, MA
í samfelagsfrøði og religión.
Kvintessensur í greinini
er ein analysa av okkara løg
manni, Kaj Leo Johannesen.
Men fyrst fáa vit at vita, at
ABCsamgongan er impotent,
heterogen, og at hon hevur
mist sína orsøk at vera til.
Um eg skilji greinina beint,
so er orsøkin til impotens í tí
politisku samleguni í stóran
mun orsakað av: løgmansins
dugnaloysi,
naiviteti
og
øðrum niðrandi predikat
um frá hansara politisku
mótstøðufólki. Greinskriv
arin vil eisini vera við, at
okkara løgmaður ikki er
førur fyri at orða eitt ítøki
ligt svar upp á einfaldar
spurningar, sum verða settir
honum frá løgtingsins røðara
palli (har andríkar talur
verða frambornar og ditto
spurningar settir).
Í greinini verður eisini
sligið fast, at okkara løg
maður er vorðin ímynd av
einum antileiðara (hvussu
tað so skal skiljast), ein
yvirfladiskur
kransakøku
figurur. Eingin í tí politisku
skipanini kann hava virðing
fyri manninum (!!). Vil grein
skrivarin vera við.
Vit kunnu hugsa okkum
ein serlækna, sum í longri
tíð hevur stríðst við at hjálpa
einum niðurundirkomnum
sjúklingi, og at hjálp og
betring ikki er sjónlig fyri
uttanfyri standandi fólki.
Vildi tað so ikki verið óheppið
og býttisligt ikki at givið
serlæknanum arbeiðsnáðir?
Ella hetta at burturbeina,
tveita
almennan
pening
burtur: Serlæknaviðgerðir á
Ríkishospitalinum og øðrum
sjúkrahúsum
í
Danmark
vórðu allar fíggjaðar av ríkis
kassanum (í blokkinum) til
1. januar 2002. Frá hesum
degi steðgaði løgtingið allar
lógar og sáttmálabundnar
reguleringar (dýrtíð v.m.) av
ríkiskassans stuðli til vital
øki – tað vil siga heilsuog
almannaøki – í okkara sam
felagi. Og frá hesum degi
og til dagin í dag hevur eitt
standandi stríð og knoss
og kaos – samanberið tær
ræðandi hendingarnar, sum
beint nú fara fram á Lands
sjúkrahúsinum
–
staðist
av peningatroti til nevndu,
annars væl virkandi øki.
Takkað veri politiskum dár
skapi og puerilum, men sera
hættisligum kenslum.
Býttlingasøgur
um
moldbúgvar renna okkum í
hug.
Satt at siga høvdu mong
roknað við, at Heini í Skorini
varð tann komandi objektivi,
professionelli
politiski
kommentatorurin, sum vit í
Føroyum so átrokandi hava
manglað, kanska eina mest
síðani 1992 til dagin í dag. Men
ein slíkur kommentatorur
má seta seg væl og breitt inn
í føroyskan politikk við fyri
siting og umsiting á øllum
økjum og liðum í tátíð og
nútíð, um hann skal verða
tikin í álvara.
Greinin
hjá
harra
í
Skorini kundi ruddiliga ligið
á einum hægri støði og verið
meira konstruktiv og minni
destruktiv. – Try, try and try
again. Never say die!
Heri Mohr
Impotent samgonga