fríggjadagur 27. august 2010síða 32
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. august 2010 · Nr. 125
32
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
T
að er javnan at hoyra
Magnus
Sivert
verða
tiknan til av eldri havnarfólki.
Hetta var fyrst og fremst í
sambandi við smiðjuarbeiði.
Lítið skrivligt hevur verið um
hann, men kortini er nú nóg
mikið til eina grein í hesi røð.
Magnus Sivert var ætt
aður úr húsunum har Suðuri
í Haraldssundi, sum var eitt
ognarhús. Fyrstu ferð hann
sæst í eini fólkateljing er í
1860. Tá eru í húsi:
Ole Jacob Jacobsen, 53 ár,
óðalsbóndi
Elsebeth M Christians
datter, 66 ár, kona hansara
Magge Ole Jacobsdatter,
25 ár, dóttir teirra
Simon Eriksen, 38 ár
timburmaður, versonur
Anna Elisabeth OleJacob
datter, 28 ár, kona Simon og
Magnus Sivert Simonsen,
2 ár, sonur teirra
Tá ið komið er fram til 1880
eru Símun og Anna Elisabeth
nú tey, sum standa fyri
húsinum. Magnus Sivert er
blivin 21 ár.
Hini húsfólkini eru:
Ole Jacob Simon Vilhelm
Simonsen, 15 ár, teirra barn
Elsebeth Sophie Fredr.
Simonsen, 18 ár, teirra barn
Anne Sofie Simonsen, 12
ár, teirra barn
Erik Dione Simonsen, 9 ár,
teirra barn
Ole Jacob Jacobsen, 72 ár,
pápi Simon,
Magnus Sivert giftist í 1889
við Onnu Sofíu Joensen,
Suður í Stovu, í Kunoy.
Sama ár tann 18. august
fara tey til Hoyvíkar at
vera uppsitarar á embætis
mannagarði. Í 1892 flyta tey
til Havnar.
Bygdi brýr
Magnus Sivert var kendur
fyri at vera sera hegnigur,
og hetta sæst eisini aftur í
Haraldssundi.
Hann
hevur
nevniliga
gjørt fleiri brýr har norðuri.
Eina gjørdi hann bert 21 ára
gamal í 1880, og hon er enn
til.
Andrass
Jacobsen
í
Haraldssundi hevur sett upp
eina minnistalvu fyri hesa
brúnna, ið er ógvuliga sjáld
som og hevur ein serstakan
bygningshátt. Talvan er sett
upp á goymslubygningin,
sum Andrass sjálvur eigur.
Brúgvin er tætt norðanfyri
Fjøruvegin.
Magnus
Sivert
gjørdi
eisini eina aðra brúgv, ið
gekk tvørtur um Glyvursá,
tann stóra áin millum býling
arnar Suðuri á Bakka og
Heim við hús. Hon varð
niðurtikin í 1930unum, tá ið
vegur varð gjørdur ímillum
bygningarnar
Í Havn gjørdi hann eisini
fleiri
brýr.
Hann
laðaði
brúnna yvir ánna niðanfyri
Studentarskúlan í Havn og
brúnna omanfyri Sjónleikar
húsið, sum ikki er til í dag.
Hesar brúgvarnar vóru
tær fyrstu av hesum slagnum,
ið bygdar eru í Føroyum. Tær
vóru kallaðar sjálvberandi
brýr. Ein formur ella stuðul
var settur uppundir, fyri
síðan at leggja grótið omaná
her. Seinasti steinurin, ið
lagdur varð, kallaðist slutt
steinurin ella berandi stein
urin, ið var ovast á miðjuni.
Hugskotið man hann hava
fingið uttanífrá ella hava
lisið seg til.
Í
1893
bygdi
Magnus
sær smiðju Úti í Grind og
byrjaði sum sjálvstøðugur
smiðjumeistari. Í 1908 seldi
hann smiðjuna til Thomas
Askham, men arbeiddi kort
ini har nøkur ár.
Seinni fór hann at arbeiða
á
karatverkstaðnum
hjá
soninum Eriki, sum í 1921
byrjaði egnan verkstað í
Bøgøtu. Erik var útbúgvin
karetmakari. Hann umvældi
hestavognar, hestavognahjól
og tílíkt. Hann bygdi eisini
hestavognar av nýggjum,
eisini fyri fólk á bygd. Hann
gavst umleið 1950. Erik var
eisini virkin fimleikari
Gravari var Magnus Sivert
frá 19071935. Hann hevur
grivið úti við 1.000 gravir
hesa tíðina ella um 30 um
árið.
Børnini hjá Onnu Sofíu og
Magnus Sivert vóru:
1. Anna Elisabeth f. 1889.
Var í útsøluni hjá mjólkafor
sýningini. Giftist við William
Hansen í Hellerup. Fingu
tvey børn
2. Fía f. 1892, ógift
3. Sigrid f. 1894, ógift
4. Erik f. 1896, giftist við
Lenu í Garðinum úr Elduvík.
Tey fingu Marner, f. 1921, Óla
f. 1923, Oluf f. 1924 og Erling
f. 1932.
5. Luffa f. 1899, doyði ung.
6. Tea f. 1900, doyði ung
7. John f. 1905, giftur við
Hannebeth Mørkøre, Klaks
vík. Tey fingu Eyðun.
Smiðjubýlingurin
Øll kenna smiðjuna í Lítluvík.
Hon var ein partur av einum
smiðjuumhvørvi, sum Magnus
Sivert eisini var ein partur av.
Her vóru upp til sjey
smiður í hesum øki, so tað var
rættuligt lív í. Smiðirnar vóru
hjá Hans B. Arge, Askham,
Jens hjá Húsapoulinu, Smed
Jensen, sum var dani, Sig
mund á Argjum, Wensil Peter
sen og Vilhelm Nielsen og hjá
Magnus Sivert.
Smiðirnar niðri í Grind
vóru eitt serlig umhvørvið,
sum nokk so nógv er skrivað
um.
Myndablaðið
Magn
hevði í 1979 eina frásøgn frá
Hans hjá Lutherusi í Havn.
Hann hevði verið smiður í
hesum umhvørvinum alt
sítt lív. Hann hevði arbeitt
í smiðjuni hjá Askham, og
í hesum sambandi nevnir
hann eisini Magnus Sivert.
Hann
greiddi
frá,
at
eina ferð hevði hann hjálpt
Magnus Sivert at smíða ein
líggja. Hetta var undir fyrra
heimsbardaga.
Magnus
Sivert hevði sum nevnt selt
sína smiðju til Askham men
átti framvegis eina essu har,
so hann kundi koma oman
í smiðjuna hjá Askham at
smíða ymiskar lutir. Hans
hjálpti honum hendan dagin
at smíða ein líggja. Stál bleiv
lagt inn í. Føroysku líggjarnir
vóru
stuttir,
ikki
longri
enn ein góðan fót. Líggjan
formaði hann skjótt. Fyrr var
tað vanligt, at teir smíðaðu
líggjar, men hetta var einastu
ferð Hans sjálvur sá líggja
smíðaðan.
Men
allar
smiðirnar
høvdu ikki altíð líka nógv
arbeiði. Sigmund á Argjum
og Smed Jensen arbeiddu
mest til skipini hjá Evensen,
og
Askham
arbeiddi
til
skipini hjá Müller.
Brúksamboð
sum
hakagrev, knívar og tílikt
varð nógv smíðað av. Hjá
Askham vóru bæði smærri
navarar og navarar til at bora
størri hol við. Teir gjørdu
eisini føroysk lás ta tíðina.
Magnus Sigvard var eisini
kendur sum sum ein”heima
djóralækni.” Somuleiðis var
hann virkin í Avhaldsfelag
num í Havn.
Hann átti nógva jørð í
tí, sum í dag er miðbýurin í
Havn. Hetta er økið kring FK
í Dr. Jacobsensgøtu.
Erik fekk sær seinni trøð
úti i Grønlandi, og Johan
Norðfoss, sum búði í granna
lagnum
minnist
Magnus
Sivert hava hava velt og havt
neyt á hesi trøðni.
Saman við Magnus Sivert
og Onnu Sofíu liggur grivin
Karin Danielsen, sum var
hálvsystir Onnu Sofíu, og
sum búði hjá teimum. Hon
var fødd í Kunoy 17. juni 1873
og doyði 18. oktober 1936 í
Havn.
Johan Norðfoss minnist
Karina sum eina dámliga
kvinnu.
Kelda:
Eirikur Ólason Simonsen
Birgar Johannesen
Magnus Sivert Simonsen:
Gravarin í gamla kirkjugarði,
sum kom úr Haraldssundi
Søgurnar um tey, sum eru grivin í kirkjugarðinum undir Svínaryggi í Havn, greina seg ofta langt
út um landið. Ein av teimum var tann hjá Magnus Sivert og konuni Onnu Sofíu Simonsen
TIL MINNIS UM FORELDUR
OG MOSTUR OKKARA
MAGNUS SIGVART
SIMONSEN
F. 3. 10 1858 D. 26.3. 1937
ANNA SOFIE SIMONSEN
F. 18.8. 1862 D. 9.1. 1922
KAREN DANIELSEN
F. 17.6 1873 D. 18.10 1936
Komandi partur
Í kirkjugarðinum eru
eisini grivin ein sonur
Oskar Kaaber, kendur
sum tannlækni í Havn.
Hetta gevur høvi til at
umrøða pápan
Anna Sofía og Magnus Sivert Simonsen
Hetta er sermerkta brúgvin hjá Magnus
Sivert í Haraldssundi
Smiðjan hjá Magnus Sivert í Grind