fríggjadagur 27. august 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Fríggjadagur 27. august 2010 · Nr. 125
Sosialurin
Ítróttur
Heri Simonsen
Katrin Joensen, skrivari í ÍSF var
í Rásarúminum hjá Rás2 miku
kvøldið. Fyrsti spurningurin vit í
Miðla húsinum stillaðu til skrivaran
hjá ÍSF, var hví ÍSF á fyrsta sinni
gjørdi leiðreglur fyri góðan atburð
á leikvølli, og uttanfyri leikvøllin. –
Tað er soleiðis, at vit í ÍSF ynska at
gera okkara til, at tað ítróttarliga
umhvørvið til eina og hvørja tíð,
er eitt gott og trygt umhvørvið,
har tey íðkandi kunnu kenna seg
væl, og kunnu kenna seg vird, og
koma saman í gleði. Tí hildu vit, at
tað var rætt at festa á blað nakrar
leið reglur um góðan atburð. Katrin
greiddi frá, at tey hava hugt eftir
hvussu grannalondini hjá okkum
hava gjørt slíkar leiðreglur, men at
leiðreglurnar hjá ÍSF tó taka støðið
í tí føroysku mentanini.
Yvirhøvur góður atburður
Spurd um vit eru á rættari leið, tá
tað kemur til atburðin á leikvøllum,
og uttanfyri vøllin. – Yvirhøvur so
sýna fólk ein góðan atburð. Hinvegin
so haldi eg, at vit til alla tíð kunnu
minna hvønn annan á, at gera tað
betur. Ein kann jú gerast ógvuliga
spentur, og tá er skjótt, at ein hevur
ein atburð, sum ikki hóskar seg, og
als ikki er fyrimyndarligur. Ein má
hava í huga, at børn og ung hava
eitt vakið eyga við hvussu vit sum
vaksin – og foreldur – bera okkum
at. Leiðreglurnar venda sær til
børn, til foreldur, til venjarar, til
vaksin íðkandi, til leiðarar, og eisini
til dóm arar og hjálparfólk.
Foreldur mugu
verða fyrimyndir
Orsøkin til, at vit hava tikið leið
reglurnar fram aftur, og hava lagt
tær út á heimasíðuna er, at júst
hesa tíðina byrjar nógvur ítróttur
venjingarnar
aftur.
Tá
standa
børn og foreldur í bíðuraðum,
fyri at verða partur av hesum ser
liga umhvørvinum, tí hildu vit,
at hetta er eitt gott høvið at taka
leiðreglurnar fram aftur. Hugskotið
er, at tá foreldur møta saman við
sínum foreldrum til tann fyrsta
foreldrafundin, so verður kanska
spurt, hvat vit vænta sum foreldur,
og hvat væntar ítróttarfelagið av
sínum limum (børnum)? Tá er tað
av gjørt eitt gott hugskot, at ítr
óttar feløgini tóku upp hvussu
neyð ugt tað er, at foreldur sýna
góðan atburð. – Foreldrini hava
ein
týdn ingar miklan
leiklut
í
ítróttini. Tað er týdningarmikið,
at børnini sýna góðan atburð á
vøll inum, men samstundis er tað
týdn ingar mikið, at foreldrini sýna
góð an atburð á síðulinjuni. Fyrsta
regla til foreldur er: »Minst til, at
barnið er við í ítrótti, fyri sína egnu
gleði, og ikki fyri tína egnu gleði«.
Katrin leggur herðslu á, at eisini er
týdningarmikið, at foreldrini minna
hvønn annan á hesi viðurskifti.
Sami tráður
Áminningarnar til venjarar, børn,
leiðarar,
dómarar,
hjálparfólk,
vaksnum íðkandi og foreldur eru
eitt sindur ymiskar, men tráðurin
sum gongur ígjøgnum er, at øll
hava virðing fyri hvørjum øðrum. –
Vit eiga at fara við øðrum, sum vit
vilja verða viðfarin sjálvi. Vit mugu
virða dómaraavgerðir, og vit mugu
laga okkum eftir teimum reglunum,
sum eru í tí ávísu ítróttargreinini, og
tí ávísa ítróttarfelagnum. Ein onnur
orsøk til, at ÍSF endurtekur leið
reglurnar er, at nýggj fólk leggjast
aftrat ítróttarfeløgunum alla tíðina,
og tí mugu tey sum leggjast aftrat
eisini kunnast um týdningin av
góð um atburði bæði á leikvøllinum,
og uttan fyri leikvøllin.
Lurtarnir hjá Rás2 vóru væl fyri mikukvøldið.
Hesi trý sms´ini vunnu hvør sítt atgongumerki til
landsdystin millum Føroyar og Serbia á Tòrsvølli
tann 3. september.
1 »Ultras« til Sandoy at trumma, men mugu
heimaftur við tómum lumma.
2 Sámal er »Ímundin« av B36.
3 Andrew av Fløtum stóð ikki á sínum føtrum.
Onnur góð sms :
• Tað er meiri møði enn føði at síggja dómara
á altjóða støði, í áskoðarafjøld fáa øði.
Hvat, ið hann Petur dømir og metur,
kanska hann fortelur í vetur.
• Ransin var skansin við margáir
• Nú er SVANGligt á SKARÐinum
• Táið Tróndur varpar út, so hevur hann sum
oftast eitt gott ARGE-ment.
• Tað eru bara gulir sum eru kulir. Koyr á NSÍ.
• 1248, 1249, 1250, 1251, 1252……eri ikki komin
niður á jørðina enn. Dómarin vildi bara hava,
at HB fekk stig í dag. Lort í hann!!
• Eg hopi ikki, at tað verður pollamjørki,
sum ger av við B71 í dag.
Stuttlig sms úr »3. hálvleiki«
Leiðreglur fyri
góðan atburð
ÍSF Góður atburður er eitt minstakrav, tá talan er um góðan
ítróttarsið. Bæði inni á leikvøllinum, og uttanfyri leikvøllin.
Skrivarin hjá ÍSF staðfestir, at tað er týdningarmikið at
endurtaka hesar leiðreglur við jøvnum millumbilum
Tíðindaskriv
Avtalan hevur við sær, at
búmerkið hjá ANSNI verður
sjónligt á troyggjunum hjá
bæði 1. mansliði og 1. kvinnu
liði hjá Kyndli komandi kapp
ingarár.
ANSNI er trygdarfelag, sum
hevur til endamáls at veita
einstaklingum
og
virkjum
ymisk sløg av trygdarloysnum
í eini tíð, har váðin allatíðina
broyt ist. Felagið heldur til í
hús unum yvir av Effostøðini
í Gunda dali, ið fyrr vóru støð
hjá Bil.
Anna Rein, forkvinna í
Kyndil, fegnast um avtaluna
við ANSNI:
– Nógv fíggjarlig orka krevst
at reka eitt hondbóltsfelag,
og at ANSNI hevur játtað at
gerast okkara høvuðsstuðul,
gev ur okkum gott treysti at
fara undir kappingarárið. Talan
er um eina professionelt rikna
fyri tøku, sum vit gleða okkum
at sam starva við, sigur hon.
Stjórin í ANSNI, Helgi O.
Justinussen, fegnast eisini um
av taluna:
– Kyndil hevur altíð staðið
seg væl, serliga hjá monnunum,
og vit hava lagt til merkis, at
felagið eisini ætlar at gera
um seg hjá kvinnunum í ár
og stendur seg sera væl í ung
dómsdeildunum. Tí fegnast vit
um at stuðla felagnum, sigur
hann.
ANSNI verður eisini sjón
ligt á nýggju heimasíðuni hjá
Kyndli, ið verður almanna
kunn gjørd í sambandi við
nýggja kappingarárið, og á til
tøkum, sum Kyndil fer at skipa
fyri.
Aðrir stuðlar hjá 1. mansliði
hjá Kyndli komandi kapp ingar
ár verða Eik, Effo og SMS.
post@sosialurin.fo
ANSNI
høvuðsstuðul
hjá Kyndli
Hondbóltur Kyndil og
trygdarfelagið ANSNI hava gjørt avtalu
um, at ANSNI verður høvuðsstuðul
hjá Kyndli kappingarárið 2010/2011
Kyndil og ANSNI hava skrivað undir stuðulsavtalu fyri
kappingarárið 2010/2011. F.v. Uni Arge, næstformaður,
Anja Heinadóttir, spælari á 1. kvinnuliði, Helgi O.
Justinussen, stjóri í ANSNI, Hans Áki Dal-Christiansen,
spælari á 1. mansliði, og Anna Rein, forkvinna
Mynd: Álvur Haraldsen
Katrin Joensen, ÍSF skrivari, við leiðireglunum
Mynd: Álvur Haraldsen