fríggjadagur 27. august 2010síða 37
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Fríggjadagur 27. august 2010 · Nr. 125
Sosialurin
Les meira um størvini á www.torshavn.fo
tórshavnar
kommuna
Leys størv í
Tórshavnar kommunu
Bilførarar
Kommunala Brennistøðin søkir eftir tveimum
bilførarum, ið hava stóra koyrikortið, at koyra
nýggjan rottangabil hjá Tórshavnar kommunu.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum
Havnar Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðs-
gevarafelag, lønarflokkur 3d. Størvini eru fastløn/-
mánaðarlønt. Fasta arbeiðstíðin er 40 tímar um
vikuna, men tú skal vera til reiðar at átaka tær
meirarbeiði, sum verður útgoldið sum yvirtíð. Tú
skal kunna tola møguligar broytingar í setanar-
viðurskiftunum.
Størvini verða sett umleið 1. oktober ella skjótast
til ber.
Meiri fæst at vita
við at venda sær til Regin Haraldsen, arbeiðs-
leiðara, telefon 302038, ella Bárð Michelsen,
stovnsleiðara, telefon 302035.
Umsókn
saman við viðmælum, avrit av koyrikorti og
upplýsing um royndir, skal vera Tórshavnar
kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin
13. september 2010 kl. 12. Merkið umsóknina
»Bilførari til rottangatænastuna«.
Pedagogur og køksfólk
Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin á
Hamrinum eftir einum pedagogi til vøggustovu at
arbeiða 25-30 tímar um vikuna at byrja 1. oktober
2010 ella eftir nærri avtalu. Eisini verður søkt eftir
einum køksfólki at arbeiða 15 tímar um vikuna at
byrja 15. oktober 2010 ella eftir nærri avtalu.
Setanarviðurskifti
Pedagogurin verður settur sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara-
felag Føroya. Starvið sum køksfólk verður sett sam-
bært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn
saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving
og royndum skal vera hjá Dagstovninum á Hamr-
inum, Glyvursvegur, 160 Argir, í seinasta lagi
mánadagin 13. september 2010.
Meiri fæst at vita
um størvini við at venda sær til Maibritt Simonsen,
stovnsleið, á telefon 225784.
Køksfólk
Tórshavnar Kommuna søkir vegna Dagstovnin í
Øksnagerði eftir einum køksfólki at arbeiða 16
tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Tann, ið
settur verður, kemur at hava ábyrgd av innkeypi
av vørum, millummála og uppvaskinum.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála við
avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn
Saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgv-
ing og royndir, skal vera Dagstovninum í hjá
Øksnagerði, Øksnagerð 1, 100 Tórshavn, í seinasta
lagi mánadagin 6. september 2010.
Meiri fæst at vita
Við at venda sær til Gunrid á Plógv, leiðara, á
telefon 302260 ella 219959.