Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. august 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. august · Nr. 126 6 Sosialurin Eydna Skaale Kristianna Hammer hevur júst forsvarað sína Phd-rit- gerð um krabbamein og vón. Sera stórur áhugi er fyri hennara úrslitum, sum vísa, hvussu starvsfólk innan sjúkrahúsverkið kun nu hava vónina við í krabba meins við- gerð unum. - Vit mugu venda við gerð- ar háttinum á høvdið. Vit mugu hava sjúklingin við í síni egnu viðgerð, og ein hátt ur er at tosa um vónina. Tí um sjúklingurin missir vónina, er alt farið, sigur Kristi anna. Orsøkin Kristianna Hammer hevur arbeitt sum sjúkrasystur á krabbameinsdeild í nógv ár, millum annað inn an stráluviðgerð á sjúkra húsi- num í Odense. - Tá eg starvaðist á strálu- deildini, upplivdi eg ofta, at sjúk ling ar høvdu tørv á at práta við okkum, men vit høvdu bara eitt korter til hvønn sjúkling, so tað bar ikki til. - So minnist eg, at ein ung ur maður kom inn. Hann hevði fingið krabba í hálsin. Vit vóru tvær, sum skuldu geva honum viðgerðina. Hin sjúkra systurin tók ímóti hon um og vísti honum hvar hann skuldi vera, og eg fór eft ir tí, hann skuldi hava. - Eg hoyrdi hann spyrja hana, um hann fór at doyggja av hesum. Hon byrjaði at tosa um statistikk, og hvussu stórt yvirlivilsisprosentið var. Hann stóð bara tigandi og hugdi uppá hana, og eg sá á honum, at hann slóknaði. Tað var, sum um øll vón hvarv. - Eg fór so yvir og tosaði við hann og helt í hondina á hon um, men onki batti, tað var ov seint, eg fekk líkasum ikki fatur á honum aftur. - Og tað, sum hendi við hesum manninum og sum gjørdi, at eg seinni fór at kan na, hvat vón er fyri nak að, var, at dagin eftir hevði maðurin hongt seg. Tí tá vónin fer, so er einki eftir at byggja viðgerðina á, staðfestir Kristianna Hamm- e r. Hon hyggur framfyri seg og sigur spakuliga: - Tað gingu bara nøkur fá sekund, so hevði hann mist vónina, og eg fekk ikki fatur á honum aft ur. Kristianna hyggur upp aftur og sigur við føstum orð um: - Tá hugsaði eg, hvat er tað í grundini, vit gera? Vit geva strálur, kemo og operatiónir, men vit tosa ikki við sjúklingarnar. Og tá vit endiliga tosa við teir, so gloyma vit sjálvt menn iskjað og taka tað ikki í nóg stórum álv ara. Hvat nyttar stati- stikk ur, tá fólk eru bangin? - Tað er teirra lív, tað snýr seg um. Tað nyttar ikki bert at viðgera kroppin. Vit eru eisini sál og andi, og tann partin mugu vit hava við, annars ivist eg í, um viðgerðin nyttar, staðfestir Krist i anna. Granskað vón Men eitt er at seta sær mál – nakað annað er at røkka máli num. Vón er jú eitt óítøki ligt fyribrigdi, og tað er ringt at definera júst, hvat vón er. Og hvussu skalt tú spyrja fólk um teirra vón? Tað er jú ringt at greiða frá, vísir Kristianna á. Hon valdi sær ein mál- bólk, sum vóru kvinnur við lív móðurkrabba. Og hon tosaði við tær, beint tá tær komu út frá læknanum og høvdu fingið boðini um, at tær høvdu krabbamein. - Men eg varnaðist skjótt, at tær vóru skelkaðar, for- virr að ar og vistu kanska ikki heilt, hvat tær svaraðu mær. Og tí mátti eg finna mær aðr ar hættir at finna svarið, greið ir Kristianna frá. Kristianna fór tí undir ein arbeiðshátt, sum ikki er sæddur í vísindaligari gransk ing innan sjúkrarøkt fyrr. Eftir at tær høvdu svar- að nøkrum spurningum, bað hon kvinnurnar tekna sínar tankar og kenslur. Tær slup- pu at sita í einsemi og tekna, og síðani skuldu tær seta orð á tekningina. Út frá hesum tekning- unum lærdi Kristianna eina rúg vu um vónloysi og vón. - Eg varnaðist, at tekn ing- ar nar hjálptu teimum, og at tað var ein terapi fyri tær. Hóast tað bert snúi seg um 120 minuttir, so fóru tær frá at vera forvirraðar, ørkyml- aðar og keddar til at samla seg aftur ígjøgnum hesa tekn ing ina. Tí havi eg nú tikið eina útbúgving sum tekn i tera peut umframt at skriva PhD, sigur Kristianna. Slóðbrótandi kanningar PhD ritgerðin er skrivað í trim um pørtum. Kristianna hev ur fyrst savnað alt tað, sum er skrivað og granskað um vón frammanundan. Hesin fyrsti parturin er heims kend ur, tí Kristianna hevur savnað nógvar træðrir og skrivað alt saman til eina rit gerð. Harumframt hevur Kristi anna kortlagt hvat vón er, og hvar menniskjað finn- ur sína vón. - Eg havi tikið tað myst- iska av vónini, og havi sett tað upp í ein formil, so tað er lættari at fyrihalda seg til. Og til tað arbeiðið havi eg nýtt tekningarnar hjá hesum damu num, sum eg tosaði við, beint eftir, at tær høvdu fing- ið staðfest krabba. Við at nýta tekningar, sum vísinda liga impiri, hevur hon víst á ein heilt nýggjan hátt at fáa upplýsingar frá sjúk- ling um, sum annars hava ilt við at orða seg um stórar kenslur sum vón, vónloysi, ótta, gleði og sorg. Nú hevur Kristianna ynski um at fyrireika og seta í verk eina undir vís ing- ar ætlan, soleiðis, at sjúkra- systrar og læknar kun nu útbúgva seg í at geva sjúk- ling unum vón. Hvat er vón? - Eg síggi vónina sum eina pris mu, har lívsvónin verð- ur brotin ígjøgnum og litar tilveruna hjá hvørjum ein- støk um menniska. Sjálv kjarn an í vónini er sum ein trí kant ur, har tey trý hornini eru ”felagsskapur”, ”sál” og ”orka”. Kristianna greiðir frá, at tú fyri tað fyrsta kanst fáa vón frá felagskapinum við tíni kæru; vinir og familju. Har um framt fæst vón frá anda liga heiminum og religión. Og endiliga kemur vón in eisini, um tú hevur orku. Kanningin vísti, at fleiri av kvinnunum upplivdu náttúr u na sum orkugevandi. Tá tær høvdu tað ringt, fóru tær út at ganga í skógunum og við strendurnar fyri at savna sær orku. Hesi trý hanga full komi- liga saman, og sameinir tú hesi trý, so hevur tú kjarnuna í vónini. Tekur tú eitt burtur, so koppar javnvágin og vónin mink ar ella hvørvur. Kristianna leggur dent á, hvussu týdningarmikið tað er, at starvsfólk innan heilsu- verkið geva sær far um vón- ina og átaka sær ábyrgd fyri henni. - Av og á heldur tú einum menniskja í tínum hondum. Tú hevur ávikan á, hvør lagnan verður, tí tey hava sjálvi einki vald. Til dømis, tá tey fáa krabbamein. Sjúkra- systr ar og læknar hava tá eina ábyrgd av hesum menniskj anum. Tað nyttar einki at tosa við sjúklingar um statistik, tí tey skilja tað ikki og kunnu ikki brúka tað til nakað. Tað, sum hevur nak að at siga, er, at tú ert har. Ofta er tað nokk. Men tað má lær ast. Endaliga visjónin hjá Kristionnu er tí, at ein eftirútbúgving skal setast á stovn fyri læknar, sjúkra- systr ar, prestar, psykologar og onnur, sum eru um fólk, ið hava krabbamein. Tað skal vera ein útbúgving, sum gev ur førleika í at geva eina sjúkra røkt, sum setur vónina í hásæti. Tí tú kanst seta allar viðgerðir í verk, men um sjúk l ingurin ikki hevur vón, so kann leiðin gerast torfør. - Hetta krevur, at vit seta eina serútbúgving á stovn. Her heima kann hetta gerast við at bjóða eina útbúgving omaná sjúkrarøkta frøðinga- út búgv ingina í Føroyum, vísir Kristianna á. - Hóast kanningin er gjørd við krabbasjúklingum í Danmark, so kann hon nýtast allastaðni, tí við vón- ini er tað líkamikið hvar tú ert, hvør tú ert og hvaðani tú ert. Vónin er bygd inn í menniskj að, og vit mugu øll hava vón, fyri at liva. eydna@sosialurin.fo Uttan vónina hava vit einki GranskinG - Eg sá á manninum, at hann líkasum slóknaði. At vónin fór. Eg royndi at tosa við hann, halda í hondina á honum, men tað var ov seint. Dagin eftir hevði hann hongt seg. Tá var tað, eg hugsaði: hvat er tað vit gera? Vit geva viðgerð móti krabbameini, men vit hugsa ikki um vónina. At sjúklingurin varðveitir vónina er mist líka týdningarmikið sum onnur viðgerð, sigur Kristianna Hammer, sum seinastu seks árini hevur granskað í krabbameini og vón • Kristianna Hammer úr Havn • Útbúgvin cand.cur, sum er sjúkrarøktafrøði á kandidatstøði • Eisini tikið útbúgving sum tekniterapeutur • Hevur júst vart PhD ritgerð um krabbamein og vón • Hevur arbeitt við ritgerðini í seks ár • Fyrsti partur sum kom út í 2005 er longu heimskendur • PhD ritgerðir verða vanliga prentaðar í 50 eintøkum, men áhugin var so stórur, at tey vóru rivin burtur, so nú verður hon endurprentað í 200 eintøkum • Ætlanin er at seta á stovn eina serútbúgving, sum skal geva læknum og sjúkrasystrum førleikar í at geva sjúklingum vón FAKTA: