mánadagur 30. august 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. august · Nr. 126
8
Sosialurin
Jan Müller
Stavanger
Hann hevur seinastu árini
verið
stjóri
fyri
Statoil
Explora tion í Føroyum og
hevur eisini umsitið týðandi
ábyrgdarstarv
í
risastóra
norska oljufelagnum Statoil.
Nú frættist í Statoil um
hvørvi num i Stavanger, at
Rúni M. Hansen er settur sum
stjóri fyri Europa og Nordur
Afrika innan "commercial
and negotiation", sum tey
kalla tað innan oljuverðina.
Hetta ábyrgdarøki hevur
hann fingið aftrat tí hann
hev ur í dag sum stjóri fyri
Før oyum og Grønlandi. Sum
skilst so umfatar starvs økið
allan vinnuliga og sam ráð
ingar partin fyri Europa og
Norð ur Afrika, bæði yvirfyri
myndug leikum og øðrum
altjóða oljufeløgum.
Hetta er eitt stórt ábyrgd
ar øki hjá Statoil, tí Statoil
er rættuliga virkið bæði
runt um í Europa og Norður
Afrika. Rúni M. Hansen ynsk
ir ikki sjálvur at gera stór
veg is viðmerkingar til hetta,
uttan at tað er ikki heilt
ókent fyri hann, tí hann hev
ur arbeitt innan líknandi øki
áður, um enn hetta umfatar
meira enn higartil.
Spennandi
Rúni Hansen vil tó siga so
mikið, at nýggja arbeiðsøkið
er sera spennandi. Nógv
virk semi fer fram her, og tí
er nógv fokus á júst hetta
økið. Spurdur hvussu tað er
at samskipa, tá fólkið situr
spjatt runt í fleiri londum,
sigur hann, at tað er ein av
bjóð ing, men at hetta er ikki
óvan ligt í oljuvinnuni.
Statoil er sera virkið í
Føroyum og er fyristødufelag
fyri seks loyvum og skal
bora 2 brunnar innan ikki alt
ov langa tíð . Tá vit spurdu
Rúna, um hansara nýggja
arbeiðsuppgáva hjá Stat oil
fer at hava við sær, at Før
oy ar verða lægri raðfestar
framyvir, svarar hann, at
tað fer tað ikki. Tað verður
í løtuni nógv orka løgd í
Føroya økið,
sum
Statoil
fram vegis raðfestir høgt.
jan@sosialurin.fo
Jan Müller
Stavanger
Ein av høvuðspersónunum á
stóru altjóða oljuráðstevnuni
í
Stavanger
var
ovasti
stjórin í Statoil, Helge Lund.
Hann rekur í dag størstu
vinnulívsfyritøkuna
í
Norðurlondum og eina ta
størstu í Europa.
Sosialurin fekk orð á
valdsmikla
Statoilstjóran,
vit spurdu hann, hvørjar
vónir Statoil, sum arbeiðir
kring allan heim, hevur til at
finna olju og gass á føroyska
landgrunninum?
Vit hava havt ta upp
fatan, at vit halda, at tað
eru nakrir spennandi møgu
leik ar í Føroyum, men hetta
er eisini eitt øki, sum enn er
lítið kannað, og tí er váðin
stór ur. Men vit ætla at bora
ein nýggjan leitibrunn næsta
ár, og so aftur ein í 2012, so
tað verður spennandi at
síggja, hvussu fer at ganga.
Men vit eru vónríkir.
Vit spurdu eisini, um
norðmenn og her Statoilfólk
hava nakrar serstakar kensl
ur í sambandi við at leita
eftir olju í Føroyum í kjalar
vørri num av, at norskir vík
ing ar komu hagar fyri 1000
árum síðani?
Tað er greitt, at vit sum
vinnu lívsfólk mugu fara eftir
teim um møguleikunum, sum
vit trúgva mest uppá. Men eg
má tó siga, at tað hevði verið
eyka gott, um vit gjørdu eitt
fund í Føroyum.
Positivt
Um eitt stórt fund verður
gjørt í Føroyum, og tað verð
ur td. Statoil, sum finnur
oljuna, heldur tú eitt lítið
sam felag sum tað føroyska
megn ar at handfara hana?
Vit eiga ikki at spekulera
í einum fundi longu nú, men
tað finnast nógvar roynd ir
frá Noregi og øðrum lond
u m, hvussu man eigur at
hand fara eina slíka støðu.
So verður hetta hugsað væl
ígjøg num, ivist eg ikki í, at
eitt oljufund fer at vera sera
positivt fyri Føroyar.
Vandi
Røddir eru frammi um,
nú
eftir
vanlukkuna
í
Meksikoflógvanum, at tað er
ikki heilt vandaleyst at bora
eftir olju á djúpum vatni við
Føroyar.
Oljuídnaðurin fer at læra
av vanlukkuni í Meksikanska
flógvanum. Vit hava rikið
oljuvirksemi í Noregi í skjótt
40 ár, vit hava borað 4500
brunnar, og vit hava enn ikki
staðfest nakrar negativar
umhvørvisavleiðingar
á
landi. So ídnaðurin hevur
eina sera stóra ábyrgd, tá tað
kemur til umhvørvi, heilsu
og trygd.
So føroyingar eiga ikki at
bera ótta fyri eini boring á
djúpum vatni?
Tað vil altíð vera knýtt
ein váði við alt vinnuligt
virksemi,
men
eg
haldi,
at oljuvinnan er góð til at
handfara henda váða.
Fegnast
Føroyingurin
Rúni
M.
Hansen hevur ábyrgdina
av leitingini hjá Statoil í
Føroyum og Grønlandi, og nú
er hann eisini vorðin ovasti
leiðari fyri týðandi virksemi
hjá Statoil í Europa og
Norðurafrika. Hvat halda tit
í Statoil um hansara avrik?
Vit eru glaðir um at hava
Rúna her hjá okkum. Hann
ger eitt sera gott arbeiði
fyri Statoil. Vit arbeiða við
at byggja upp eitt globalt
felag, og tá tørvar okkum
bæði kompetansu og góðar
medarbeiðarar
úr
allari
verðini. So eg kann bert siga,
at eg havi góð viðurskifti við
Rúna, sum eg haldi ger eitt
sera gott arbeiði.
jan@sosialurin.fo
Statoilstjórin vónríkur
um føroyska olju
Oljuleiting – Vit eru vónríkir, tá tað snýr sum um at
finna olju og gass við Føroyar, men váðin er eisini stórur
sigur ovasti stjórin í Statoil, Helge Lund við Sosialin
Á oljuráðstevnuni í Stavanger fingu Heðín Mortensen, borgarstjóri í Tórshavn og Johan
Dahl, landsstýrismaður í oljumálu eisini høvi at heilsa uppá Statoilstjóran Helge Lund.
Mynd: Jan Müller
Føroyingur týð
andi ábyrgd ar
starv í norska
Statoil
Starv Alt fleiri føroyingar finna sær størv í altjóða
oljuvinnuni, og onkur av teimum røkka rættiliga langt.
Ein teirra, sum hevur fingið fótin fastan í altjóða
oljuvinnuni, er fuglfirðingurin, Rúni M. Hansen
Rúni M Hansen og Helge Lund, Statoilstjóri vóna at fáa eitt
mennandi samstarv, sum eisini fer at gagna Føroyum
Mynd Jan Müller.