Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. august 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 30. august · Nr. 126 Sosialurin Áki Bertholdsen - Fær Miðflokkurin undir- tøku ætlanini at avtaka røktar fakliga stjóran á Lands sjúkrahúsinum, fara vit at berjast ímóti tí. Tað staðfestir Vár í Gong, for kvinna í Felag num Før- oysk ir Sjúkra røkt ar frøð ing- ar. Tað hevur verið ósemja um leiðslubygnaðin á Lands sjúkra húsinum í ein mans ald ur og tað endaði við eini trýstreingjaðari leiðs lu við einum stjóra, ein- um læknastjóra og einum røktar fakligum stjóra. Hetta var ein leiðsla sum sjúkrarøktarfrøðingarnar bard ust so hart fyri, at tær hóttu við verkfalli, varð hes- in bygnaðurin ikki settur í verk. Men semja hevur ongan- tíð ordiliga valdað, tí tað eru summi, sum ongantíð hava sættast við hendan leiðslu- bygn aðin. Av og á eru eisini royndir gjørd ar at broyta hann, men sjúkra røkt arfrøðingarnir hava hvørja ferð sett føtur so hart í spenni, at ætlanirnar eru sleptar. Halda fram at stríðast Men nú ætlar Miðflokkurin at gera eina roynd afturat at broyta bygnaðin, so at tað verður ein einsamallur stjóri á Landssjúkrahúsinum. Vár í Gong vil vil ikki taka sorgirnar upp á forskot og vil ikki gera tær heilt stóru við- merkingarnar, fyrrenn hon beinleiðis sær við egn um eygum, at uppskot um hetta verður sett fram í Løg tingi- num. Men hon staðfestir, at sjúkra røktarfrøðingarnir fara enn sum áður at berjast fyri sínari sak, tí røktarfakligi stjórin skal varðveitast. - Vit hava onki val enn at berj ast fyri honum, tí hvørja ferð ágangur hevur verið á røktarfakliga stjóran, hevur trýst ið frá limunum fyri at verja hann, verið ómetaliga stórt. Hetta er eisini ein bygnaður, sum er vanligur í londunum rundan um okkum. Frægari grundgeving Annars vísir hon á, at stjórin fyri Landssjúkrahúsið, er høvd ið yvir læknafakliga og røkt ar fakliga stjóran, so heilt trý streing jað er leiðsan ikki. Hon sigur, at enn dugir hon ikki at síggja ein leiðslubygnað, sum er frægari enn tann, sum er og fyrrenn tað hendir, fara tey at seta seg ímóti broytingum. - Og skal tað broytast, mugu vit fáa eina frægari grundgeving enn prinsippið við einum skipara, sum politikarar mangan taka til, tí Landssjúkrahúsið er altso ikki eitt skip, sigur Vár í Gong. Annars hevur ljóðað, at sjúkra røktarfrøðingar taka ikki ordiliga røktarfakiliga stjóran sum sítt umboð í leiðsluni? - Tað hava vit eisini hoyrt um onkuntíð. Men røktar- fak ligi stjórin umboðar fleiri fak bólkar, so tað er ikki altíð so lætt. Kortini ræðast vit alternativið, tí hóast alt ikki er fullkomið, er halda vit, at tað er nógv betri enn at ongin røktarfakligur stjóri var. Hon leggur afturat, at eru tað summi sum halda, at leiðslan á Lands sjúkra húsi- num ikki virkar nóg væl, er tað ikki vist, at tað er røkt- ar fakliga stjóranum, tað er gal ið við, so hon veit ikki, hví politikarar altíð skulu leggj- ast eftir honum. aki@sosialurin.fo Áki Bertholdsen - Tað er ikki nokk at koyra stjóran á Lands sjúkra- húsi num frá! Tað staðfestir Annita á Fríð riks mørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Sum vit greiða frá aðra stað ni, ætlar Mið- flokk urin at reisa málið um Lands sjúkra húsið í Løg tingi num. Og Annita á Fríðriks- mørk sigur, at hon um- hugs ar tað sama. Tingmanningin hjá Tjóð veldi skal hava fund í hesi vikuni og tá verð ur spurn ingurin um Lands- sjúkra húsið tikin upp. Sjálvur heldur Annita á Fríðriksmørk, at tað verð ur neyðugt at gera aðr ar broytingar á Lands- sjúkra húsinum enn at koyra stjóran frá. Akkurát hvørjar hesar broyt ingar skulu vera hev ur hon ikki gjørt sær greitt enn. - Men stjórar skifta títt á Landssjúkrahúsinum av fíggjarligum trupul- leik um – og fíggjarligir trupul leikar eru hvørt ár og tí er tað eyð sæð, at onn ur stig mugu eisini takast. Hon heldur at hendir onki annað, er tað bláoygt, at ein nýggjur stjóri loysir trupul leikan. Mugu taka politiska avgerð Men eitt, sum hon heldur vera neyðugt, er, at polit- iski myndugleikin ger sær greitt, at hvørjar tænastur heilsu verkið skal veita sjúkl ingum. - Útboðið av tænastum í heilsuverkinum er óav- mark að og at og tí er tað neyðugt, at politiski myndug leikin tekur støðu til, hvørjar tænastur, vit skulu veita í føroyska heilsu verkinum, sigur Annita á Fríðriksmørk. Men hon heldur eisini tað verður neyðugt taka til mæl ini í nógv umrøddu Val con-kanningini um fíggjar stýring o.a., til eftir tekt ar. Kortini heldur hon, at ein týðandi partur av hes- um er, at vit duga at gagn- nýta tey bæði smærru sjúk ra hús ini til fulnar, tí hon hev ur varhugan av, at har er kapasitetur, sum als ikki verð ur gagnnýtt til fulnar, Í hesum sambandi held ur hon, at sergreinir eiga at verða fluttar til Suðuroyar og til Klaksvíkar. aki@sosialurin.fo LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Tjóðveldi umhugsar at reisa málið um Landssjúkrahúsið í Løgtinginum tí tey halda, at broytingar mugu gerast Ikki nokk at koyra stjóran Nú mugu vit taka støðu til, hvørjar við­ gerðir, vit skulu hava og hvørjar, vit ikki vilja betala fyri Berjast fyri okkara sak LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Sjúkrarøktarfrøðingar vísa ætlanini hjá Miðflokkinum frá sær um at avtaka røktarfakliga stjóran á Landssjúkrahúsinum