mánadagur 30. august 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. august · Nr. 126
16
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ítróttartoymið á Sosialinum:
Heri
Simonsen
heris@sosialurin.fo
Álvur
Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@email.fo
Uni Holm
Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
trondur@sosialurin.fo
Tróndur Arge
– Hjálpir viðgerðin ikki, og skaðin
ikki kann lekjast, so havi eg einki
annað val enn at gevast, sigur Rógvi
Jacobsen, sum í seinastuni hevur
verið í Írlandi og fingið viðgerð
fyri skaðan, ið hevur hildið honum
uttanfyri í longri tíð.
Í 2007 skoraði hann ímóti
heims meistarunum á teirra egna
heimavølli og legði seg ovast á
topp skoraralistan á føroyska lands
liðnum við 10 málum. Men málið
er framvegis tað seinasta, ið hann
hevur skotið. Síðani 2008 hevur
hann verið plágaður nógv av skað
um, men nú er ein avkláring á veg.
– Eg havi verið til viðgerð í
Írlandi og havi millum annað fingið
tríggjar sproytur, sum gjarna skulu
hjálpa upp á skaðan. Tað er ein
van ligur skaði í fótbóltsheiminum,
sum eg havi fingið, og útlitini eru
góð fyri, at eg komi fyri meg, siga
læknarnir. Men riggar einki, so havi
eg also ongan annan møguleika at
gevast, sigur Rógvi Jacobsen.
Marran byrjar í Klaksvík
Tað var í 2008, tá Rógvi Jacobsen
kom heim úr Norra at spæla við KÍ,
at skaðarnir byrjaðu at gera um seg.
Rógvi hevði tá roynt seg í norska
IL Hødd, sum hevði fingið eyga
á klaksvíksinginum eftir málini
ímóti Italia.
– Eg skifti frá grasi til graslíki, tá
eg kom aftur úr Norra, og tá byrjaði
skaðarnir at koma. Eg spældi frá
1996 til 2008 uttan at missa ein dyst
vegna skaða, so eg havi verið heppin
upp á tann mát an, men í Klaksvík
gekk galið, sigur Rógvi Jacobsen.
KÍ var í 2008 í niðurflytingar
vanda, og Rógvi bleiv keyptur heim
at tryggja plássið í bestu deildini.
Rógvi spældi níggju dystir og skor
aði trý mál, samstundis sum tað
eydn aðist KÍ at bjarga lívinum í
bestu deildini.
– Sjálvt um eg var skaddur, so
spældi eg tað, eg kundi, men tað
Rógvi Jacobsen:
»Súrt at standa
fótbóltur Rógvi Jacobsen hevur síðani
2008 ikki kunna spælt við fullari megi og
fær hann ikki góð tíðindi frá læknanum
komandi tíðina, so er væl møguligt, at
toppskorarin á føroyska landsliðnum
hevur spælt sín seinasta fótbóltsdyst
Gunnar framvegis skaddur
Gunnar Nielsen er við Tranmere Rovers, sum í dag er á vitjan
hjá Dagenham í League One. Gunnar hevur verið skaddur í
eina tíð, men væntandi verður hann tøkur til landsliðið. Tað
í landsdystinum í Estlandi, at Gunnar gjørdist skaddur. Hann
hevur síðani ikki spælt við, tá Tranmere Rovers hevur spælt og
tað verður hann heldur ikki í dag. Talan er um eina fibur, men
væntandi veður Gunnar tøkur til báðar landsliðuppágvurnar.
Landsliðið skal í næstum spæla ímóti Serbia í Føroyum og ímóti
Italia í Firenze.
Hjálpir viðgerðin ikki,
og skaðin ikki kann lekjast,
so havi eg einki annað val
enn at gevast
Eg havi ringt
við at góðtaka,
at eg ikki kann spæla