mánadagur 30. august 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 30. august · Nr. 126
Sosialurin
Ítróttarblaðið
uttanfyri«
gjørdist skjótt greitt, at okkurt var
galið. Tað er lærinum í vinstra beini
tað er galið við, og tað endaði við, at
eitt hefti í lærvøddanum skrædn
aði. Tá kappingin var liðug, fór eg
at kanna skaðan nærri, og tá mátti
eg halda steðg í næstan 10 mánaðir,
sigur Rógvi.
Skaddur Rógvo til ÍF
Rógvi skifti í 2009 til ÍF, men tá var
longu greitt, at hann møguliga ikki
kom at spæla ein stóran leiklut í
kappingarárinum hjá ÍF. Tað gekk
rúm tíð, áðrenn Rógvi endiliga kom
á vøllin fyri nýggja felagið.
– Tað var ikki fyrr enn í seinnu
hálvu av 2009, at eg gjørdist klárur
og fekk spælt. Tað var sjálvandi ikki
við fullari megi, tí eg var ikki í form,
men eg hevði sum so ongar trupul
leikar av skaðanum, sigur Rógvi
Jacobsen.
Gongur galið í Gundadali
Rógvi ger seg nú kláran at fara í
gongd við kappingarárið 2010. Alt
gongur væl, men tíðliga í mai er ÍF
á vitjan hjá B36 í Gundadali.
– Tað kendist, sum eg beklaði,
men tað gjørdi eg ikki. Tá var tað ein
spong í fótinum, sum var strongd
so mikið, at fóturin hóvn aði. Hesin
seinni skaðin er ein fylgja av tí
fyrra skaðanum. Síðani havi eg ikki
kunna runnið, og skaðin vil ikki
lekja, sigur Rógvi Jacobsen.
Steypafinalan
ringasta løtan
Rógvi hevur nú sitið uttanfyri í
góðar fýra mánaðir, men hvussu er
tað hjá Rógva at standa uttanfyri,
tá hinir renna á vøllinum?
– Tað er sjálvandi súrt at standa
uttanfyri, tá hinir spæla dyst og
venja. Eg havi ringt við at góðtaka,
at eg ikki kann spæla, tí eg havi
sjáld an verið skaddur, sigur Rógvi
Jacobsen.
Felagið hjá Rógva, ÍF, var í summ
ar í steypafinaluni, ið var leikt í
heimbýinum hjá Rógva, Klaksvík.
– Tann ringasta løtan, eg havi
havt, meðan eg havi verið skaddur,
var tá steypafinalan var. Tað var
ótrúliga ringt at standa uttanfyri
tá. Eg haldi, eg hevði fleiri nervar,
enn tá eg spæli við sjálvur, sigur
Rógvi Jacobsen.
Vil bara blíva frískur
Men er málið hjá Rógva Jacobsen so
at skora sítt 11. mál á landsliðnum
og harvið leggja sjógv ímillum seg
og hinar toppskjýttarnir á lands
liðnum?
– Tað er sjálvandi deiligt at skora
á landsliðnum, og nú er langt síð
ani, eg var við seinast, men fyrst
og fremst so hugsi eg bara um at
sleppa at spæla aftur. So fyribils er
málið hjá mær er at koma fyri meg
eftir skaðan, og vónandi klári eg at
spæla teir seinastu dystirnar í ár
fyri ÍF, sigur Rógvi Jacobsen
Rógvi við gott mót
Rógvi Jacobsen er í dag 31ára gamal,
men hann hevur enn trúnna uppá,
at hann kann gerast frískur, og tað
er ikki hugurin at spæla bólt, sum
er um at forkoma honum í at skora
tað 11. málið fyri landsliðið.
– Eg trúgvi framvegis uppá, at eg
kann blíva frískur og havi sum sagt
ringt við at góðtaka, at eg ikki kann
spæla fótbólt, tí tað er tað eg tími
best. So tað er ikki aldurin, ið ger at
eg møguliga má gevast, men skaðar
og tað vil eg gera alt fyri, at tað ikki
verða teir, sum skulu steðga mær,
sigur Rógvi Jacobsen.
Rógvi Jacobsen bíðar nú eftir
svari frá læknunum, og tað er vænt
andi, at tað svarið kemur um góðar
tríggjar vikur.
Tróndur Arge
Fyrrverandi føroyski flog bólts
landsliðsleikarin, Bárður Bendix
Mikkelsen, er nú vorðin hjálpar
venjari hjá danska flogbólts
felagnum Marienlyst.
Bárður, sum hevur spælt
77 landsdystir við føroyska
flog bólts landsliðnum,
verður
hjálparvenjari hjá Marienlyst við
ábyrgd fyri U21 liðnum og aðru
deildar liðnum hjá felagnum.
Í tíðindaskrivi sigur felagið,
at Báður í fleiri kappingarár
hevur verið hevari hjá felagnum
og vunnið fýra meistaraheiti. Í
løtuni er Bárður hjálparvenjari
hjá U17 landsliðnum.
Venjaraliðið hjá felagnum
er nú Mikkel Hauge, sum er
høvuðsvenjari, Kaj R. Jeppesen,
sum er hjálparvenjari, Jacob
Nielsen, sum er fysiskur venjari
og so Bárður Bendix Mikkelsen,
sum er talentvenjari.
– Tað verður ein stór avbjóðing
hjá mær at standa liðnum so
nær og at vera við til at menna
ungu talentini í Marienlyst,
sigur Bárður Mikkelsen.
– Eg kenni felagið væl frá
míni tíð sum leikari, og eg vóni,
at eg við mínum royndum frá
fleiri enn 400 dystum kann geva
nakað víðari til ungu fólkini í
felagnum, sigur hann.
Jens Gantriis, stjóri í Marien
lyst, sigur, at tey hava leingi
leitað eftir einum venjara við
bæði royndum sum spælari og
venjari.
– Tað hava vit heilt víst fingið
við Bárði Mikkesen. Vigt hava í ár
nógv ung talent í elituliðnumhjá
okkum, og eisini U21 hevur
potentiellar
elituleikarar,
so
tað er av stórum týdningi, at
vit leggja dent á hetta í okkara
venjingum, sigur Jens Gantriis.
trondur@sosialurin.fo
Bárður
Bendix
Mikkelsen
venjari hjá
Marienlyst
Jóan Símun og Newcastle fingu Chelsea
Lutakastið til triðja umfar í Carling Cup hevur verið. Jóan Sìmun og Newcastle skulu longu leiðina
til London at vitja Chelsea. Jóan Símun Edmundsson var í hópinum, tá Newcastle í 2. umfari spældi
ímóti Accrington Stanley og vann 32. Jóan Símun kom ikki á dómaraseðilin, men tað er mangan í
Carling Cup, har Premier League liðini velja at royna yngri leikarar. Tí var tað óheppi, at Chelsea
kom úr pottinum, tí tað er heldur óhugsaði, at Chris Hughton fer at geva teimum ungu møguleikan
í einum slíkum torførum útidysti. Tann mest spennandi dysturin í triðja umfari er uttan iva London
grannauppgerðin millum Arsenal og Tottenham. Bæði Liverpool og Manchester United fingu lættar
uppgávur á heimavølli. Liverpool møtir Northampton, meðan Manchester United skal á vitjan hjá
Scunthorpe, sum í fjør hevði vitjan av Manchester City við Gunnari Nielsen á bonkinum.
Bestu sms´ini í »3. Hálvleiki«
Besta sms'ið vann eina landsliðstroyggju :
• B36 dugdi ikki at spæla 11 ímóti 10. Tann eini B36'arin
stóð alla tíðina fyri, tá teir skutu uppá mál.
Trý sms vunnu hvør sítt atgongumerki
til landsdystin millum Føroyar og Serbia:
• Hvíti tigarin er nú útdeyður, seinastu rovini liggja í Sarpugerði.
• Gott hugskot til næstu stakfløguna hjá Týr: »Símun The Red«
• »Vespan á Svangaskarði toldi ikki fulla hædd, hon bleiv bæði skadd
og rædd. Svangaskarð var ei hennara mið, tapti og misti trý stig.
Oman aftur í Heiðarnar fór við eitt hvin. Syngið nú: »We are all in
the YELLOW SUBMARINE«
Tann ringasta løtan,
eg havi havt, meðan eg
havi verið skaddur, var tá
steypafinalan var