Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. august 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. august · Nr. 126 18 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Leygardagin skipaði NSÍ fyri fam­ ilju degi í Runavík, og togtoganin millum allar bygdirnar í umráðnum endaði við, at toftamenn vunnu. So var linjan líkasum løgd, tí tá B68 og NSÍ møttust í oysregni á Svanga­ skarði um kvøldið, vunnu tofta­ menn eisini. Tapið merkti ikki, at NSÍ misti oddasessin, tí framvegis eru runa­ víkingar tvey stig framman fyri HB. Men hetta var fyrsti ósigurin síðani 18. apríl, tá NSÍ tapti fyri – ja, HB! Við sigrinum tók B68 eitt týðandi fet burtur frá botninum, har eingin allíkavæl hevði væntað, at tofta­ menn fóru at vera, tí til tað er liðið nógv betri enn tey trý, ið liggja niðan fyri á stigatalvuni. Tvey tøtt mál B68 byrjaði best leygarkvøldið, og tað gjørdist sonn dreymabyrjan, tá Øssur Hansen við sínum góða vinstra fóti sendi eitt fríspark inn í NSÍ­brotsteigin, har Pól Jóhannus Justinussen var hægstur og hart skall aði bóltin upp í tríkantin til 1­0. Góða B68­byrjanin helt bara ikki so leingi, so hevði NSÍ yvirtikið tað nógva av spælinum, og síðsta hálva tíman av fyrra hálvleiki áttu gestirnir. Tvey mál innan fyri tríggjar minuttir fekk NSÍ eisini hesa løt­ una. Fyrst skallaði Bogi Løkin til 1­1, eftir at Debes Danielsen hevði lagt væl innfyri, og síðani var B68­ verjan um ein háls, so Christian Høgni Jacobsen slapp at skjóta bólt in í mestsum tómt mál. So var brádliga 2­1 til NSÍ. Millum hesi bæði málini noyddist Per Langgaard at fara av vølli við skaða, men seinna helmingin av fyrra hálvleiki sá hetta ikki út til at darva NSÍ, ið hevði greiða yvirvág í spæli, samstundis sum B68 ikki kom nærri, enn at hava onkrar skot royndir útifrá. B68 sat á øllum Longu frá fyrstu løtu av seinna hálvleiki, hevði dysturin fingið aðra vend. Beinanvegin trýsti B68, og soleiðis helt tað í grundini fram allan dystin, tí tað var rárasta hend­ ing, at NSÍ vann seg fram um miðj­ una. Eitt mál til B68 lá leingi í luftini, og bara fepurbjargingar frá Andras Gango og spælarunum framman fyri hann gjørdu, at einki mál kom, fyrr enn mitt í hálvleikinum, tá fyrst innskifti Dánjal Pauli Høj­ gaard royndi seg við skoti, sum NSÍ­ verjan blokeraði, so bólturin stakk til Ndende, ið eftir jørð kundi skjóta bóltin í málið til 2­2. Bara eina lítla løtu seinni kom NSÍ í minniluta á vøllinum, tá Bogi Løkin fekk seinna gula kortið, tá hann leyp upp og loftaði einum bólti, ið var ov høgur til, at hann kundi røkka hann við høvdinum. Eitt refleks ella ótilvitað hending, men dómarin fekk ikki víst nakra náði. B68 helt fram við sínum trýsti, ið fyri tað nógva snúði seg um at senda høgar bóltar fram til Keita og Camara, og tveir minuttir fyri tíð gav tað úrslit, tá Camara fór um koll inni í NSÍ­brotsteiginum. Øssur Hansen skjeyt brotssparkið trygt í málið, og so var 3­2 til B68 veruleiki. Sigurin var fult uppiborin, tí B68 so væl megnaði at reisast eftir stegðin, umframt at málkjansirnir vóru so nógvir, at sigurin bara kundi verið størri. Frøin á toftafólkið var eftir síðsta bríkslið øgilig, so rakettir blivu sendar upp og sigurssangir sungnir, samstundis sum NSÍ­ arar nir fyri fyrstu ferð í 16 dystum máttu fara av vøllinum uttan stig. hilmarjan@sosialurin.fo B68 steðgaði NSÍ Vodafonedeildin Langa røðin av dystum hjá NSÍ, ið hava givið stig, endaði á Svangaskarði leygarkvøldið, tá B68 vann grannauppgerðina teirra millum. Við sigrinum kom B68 nærri miðjuni og tapið merkir fyri NSÍ, at nú er oddasessurin ikki longur so tryggur B68 3 NSÍ 2 GRannaBRaK Keita og Camara gjørdi í seinna hálvleiki lívið súrt fyri Jens Joensen og Einar T. Hansen, tá B68 leygarkvøldið sendi NSÍ av vøllinum við fyrsta tapinum í 16 dystum Myndir: Álvur Haraldsen – Vit vistu, at tað fór at blíva intenst, men vildu hava trý stig, so vit kundu sleppa frá botninum. Tað høvdu vit sett okkum fyri, tí vit tvær ferðir fyrr høvdu tapt fyri NSÍ, segði venjarin hjá B68, Bill McLeod Jacobsen, ið var sera glaður fyri sigurin. – Báðir partar løgdu nógv fyri, og vit vita, at tá vit koma á odda, hava vit ofta trupult við at stýra dystinum og koyra tað heim. Men tað var fult uppiborið, at vit vunnu, og nú allir endiliga eru klárir, fara vit at síggja eitt B68­ lið, sum gjarna skal klára at klatra upp hagar, liðið eigur at liggja. Øðrvísi hýrdur var venjarin hjá NSÍ, Pauli Poulsen, ið ásannaði, at ikki hevði gingið eftir vild: – Vit høvdu ætlað okkum at vunnið, men her standa vit við ongum, og tað er alt annað enn stuttligt. Hetta er bæði eitt afturstig í oddastríðnum, men samstundis ein áminning um, at vit nú mugu taka okkum saman, sigur hann. – Í fyrra hálvleiki komu vit afturum, men fótaðu okkum væl og komu eisini á odda. Men B68 spældi ein fínan seinna hálvleik, meðan vit slett ikki eru klárir. Hetta var tó ikki nakar góður dystur, tí her var ov lítil fótbóltur. B68 ætlar longur upp Knæið fór Dysturin á Toftum var ikki meira enn 20 minuttir gamal, tá ein hendilig støða við baklinjuna hjá NSÍ hevði við sær, at 19 ára gamli miðverjin, Per Langgaard, noyddist skaddur av vølli, eftir at hann hevði roynt at dekkað bóltin fyri B68­framherjanum, Ahmed Keita. – Eg royndi at skerma bóltin, men hann trillaði ov spakuliga. Tá eg skuldi venda mær og royna at sparka bóltin í beinið á Keita, so vit kundu fáa málspark, stóð fóturin fastur í vøllinum. Tað endaði við, at hann kom at detta oman yvir meg, sigur Per Langgaard, ið fekk øgiliga pínu í knæið beinanvegin og varð koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar longu leygarkvøldið. – Í røntguni hildu tey fyribils, at einki var brotið. Kanska fór knæskelin úr lið ella okkurt annað, men eg veit ikki ordiliga enn, hvør skaðin er. Eg havi alla tíðina ilt um beinið og enn er knæið so hovið, at einki kann sigast um kross­ ella liðbond, fyrr enn um tvær vikur. Í fyrsta umfari hildu tey tó, at tað sá út til at vera í lagi við tí, men eg má bara bíða og síggja, hvussu tað tørnar út.