mánadagur 30. august 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 30. august · Nr. 126
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
HB er fremsti avbjóðarin hjá NSÍ
at vinna FM, men hóast B71 bara
vóru 10 mans á vøllinum í ein góðan
tíma, so kom avgerðin ikki fyrr enn
tríggjar minuttir fyri tíð.
– Vit eru sum gandaðir ímóti
B71 og bólturin vil bara ikki inn.
Vit hava fleiri møguleikar at fáa
mál, men antin eru vit óneyvir ella
stendur Predrag Markovic í vegin,
sigur Andrew av Fløtum.
B71 kom væl frá byrjan á Sandi
og høvdu onkrar møguleikar at
koma á odda.
– Vit byrja dystin væl og liggja
tættir í teimum. Vit skapa eisini
nakrar stórar møguleikar, men
eftir reyða kortið hjá Símini
Hansen blívur uppgávan sjálvandi
nógv torførari, sigur Thomas Hans
Rubeksen.
Aftaná 17 minuttir er tað Fróði
Benjaminsen, ið legði HB á odda.
Eitt B71 álop endar við at Rógvi
Poulsen og HB fara í mótálop.
Bólturin verður sendur innfyri,
har Andrew av Fløtum akkurát er
ov stuttur, men við handari stong
er HB liðskiparin kom framvið og
leggur HB á odda.
Reytt kort broytir dystin
Eftir ein tvídyst fellur Símin
Hansen Rók av Fløtum Jespersen
og fær beinleiðis reytt kort. Reyða
kortið broytir fyritreyirnar hjá B71,
men fyrstu løtuna eftir hendingina
er tað B71, sum er omaná.
– Løtuna eftir reyða kortið fáa
vit ikki spælið at hanga saman og
tað er ikki fyrr enn vit koma út
aftur til seinna hálvleik at vit fáa
meiri tamarhald á dystinum, sigur
Andrew av Fløtum
Hóast HB er at finna í toppinum
og B71 at finna í botninum, so
megnaði HB ikki at økja um
leiðsluna fyrr enn stutt fyri tíð.
– So leingi tað bara var eitt mál
á muni, so vistu vit, at bara ein
feilur var nokk til, at B71 fekk stig.
Ti spældu vit eitt sindur varið, men
vit høvdu møguleikar at økja, sigur
Andrew av Fløtum.
Tað var ikki fyrr enn nakrar
fáar minuttir fyri tíð, at Andrew av
Fløtum staðfesti sigurin hjá HB.
– Tá vit írokna stóru tapini og at
vit spæla við 10 ímóti 11 í ein tíma,
so haldi eg at hetta var eitt góðkent
avrik. Vit stríðast allir fyri sakini og
hava lagt óvanan við at tapa stórt
aftur um okkum, sigur Thomas
Hans Rubeksen.
Málsetningurin er FM
Hjá HB er málsetningurin greiður,
teir ætla sær at bjóða NSÍ av í
oddastríðnum.
– Nú er alt opið aftur og vit hava
jú eisini ein dyst ímóti NSÍ, so í
prinsippinum kunnu vit avgerða
tað sjálvur, men tað eru eisini
fleiri lið, sum nú hava møguleikan.
Teimum skulu vit eisini møta, so tað
verður torført, men málsetningurin
er framvegis FM, sigur Andrew av
Fløtum.
Komandi uppgávan hjá HB er
ímóti FC Suðuroy í Gundadali.
Seinast liðini møttust í Gundadali
var í fyrsta umfari, tá endaði tað
við javnleiki 4-4, eftir at FC Suðuroy
hevði verið á odda fýra ferðir.
– Sæð útfrá úrslitinum, so var
tað ikki ein góður dystur, men eg
haldi eisini, at dysturin prógvar
nakað annað. Hann prógvar, at
vit kunnu spæla í mótgongd, tí vit
eru jú aftanfyri fýra ferðir, men
koma aftur hvørja ferð. Vit hava
eisini havt mótgang tað mesta av
kappingini, líka síðani vit taptu
fyri B36 í steypakappingini. Vit eru
nú bara tvey stig frá nummar eitt
og vit hava ikki toppað enn, sigur
Andrew av Fløtum at enda.
trondur@sosialurin.fo
HB tevjar aftur gull
Vodafonedeildin HB hevur seinastu trý umførini hálað fimm stig inn á oddaliðið NSÍ.
Sunnudagin vóru havnarmenninir á Sandi, har vertirnir gjørdu tað lætt fyri gestirnar
at fáa øll trý stigini norður við. Símin Hansen sá enn eina ferð reytt
B71
0
HB
2