Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. august 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. august · Nr. 126 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Ólavur Øre Hansen Við álopsboganum spentum á tamb, skúgvaðu sundalagsmenn alla mótstøðu til viks, og vunnu at enda ein knúsandi 6-0 sigur á AB. Sigurin kundi gott verið væl størri, tí sundalagsmenn høvdu nokk av kjansum. Argjamenn hin- vegin, formáddu sær ikki nógv ímóti einum serstakliga væl upp- løgdum EB/Streyma liði, sum til tíðir vísti álopsspæl í serflokki. Serliga vóru Hans Pauli Samuelsen, Daniel Udsen og ikki minst fimm málskjúttin, Arnbjørn Hansen, ein torn í holdinum hjá ótryggu AB verjuni allan dystin. – Vit spæla ein sera góðan dyst, har vit hava góðan samanhang mill um verju og álop. Av tí sama fáa álops sinnaðu spælarnir góðar arbeiðs treytir, og kunnu vísa hvør dugur er í teimum. Somuleiðis er tað gleðiligt at vit gagnnýta okkara kjansir, var niðurstøðan hjá Heðin Askham eftir dystin. Persónlig mistøk kostaðu Tey hava ikki nógv at fegnast um í AB leguni. Argjamenn komu norður í Sundalagið, fyrst og fremst fyri at verja borg, men fingu als ikki fótin fyri seg í dystinum, og blivu ístaðin sendir suður aftur við einum stórtapi í viðførinum. – Tá vit tapa 6-0, so er okkurt galið. Vit gera alt ov nógv per són- lig mistøk í dystinum, og tá sunda- lags menn spæla upp til sítt besta, so koma mistøkini at kosta okkum dýrt, segði ein vónsvikin Sámal Erik Hentze, sum tó ikki hevur mist vónina um at yvirliva í Voda- fonedeildini. Fimm ferðir Arnbjørn Frá fyrsta bríksli løgdu sundalags- menn eitt tungt trýst á AB verjuna, sum hevði sera stórar trupulleikar av Arnbirni Hansen, ið var sera lívligur í álopinum hjá EB/Streymi. Tískil var tað fult í trá við spæl og kjansir, tá Arnbjørn kundi leggja EB/Streym á odda 1-0 í 14. minutti. Sundalagsmenn hildu á við at trýsta, og Daniel Udsen skuldi havt økt til 2-0, men málverjin bjargaði brotsparkinum. Stutt fyri hálvleik var Arnbjørn aftur uppá spæl, og økti til 2-0, sum eisini gjørdist hálv- leikstøðan. Dystargongdin var tann sama eftir steðgin. Sundalagsmenn høvdu fult tamarhald, og gjørdu næst an hvat teimum lysti. Tað gjørdi ikki AB verjuna, at miðverjin, Rói Danielsen, mátti av vøllinum við brotn ari nøs fyri steðgin. Innan ein tími var farin av dyst- inum hevði Arnbjørn skorað sítt triðja mál, tá hann umsetti eitt brotspark til mál, og í 72. minutti skoraði hann til 4-0. Tríggjar min- uttir seinri økti Hans Pauli til 5-0, áðrenn Arnbjørn í yvirtíðini skor- aði til 6-0 við sínum fimta máli í dystinum, og setti harvið punktum fyri einum megnar avriki hjá sunda- lagsmonnum. EB/Streymur nærri oddinum Við sigrinum kom EB/Streymir trý stig nærri odddinum, meðan nógv skal broytast hjá argjamonnum, um teir skulu varðveita sætið í Voda- fonedeildini. post@sosialurin.fo Myndir: Sofus D, Johannesen savnsmynd EB/Streymur 6 AB 0 Stóri spælarin hjá sundalags- monnum í 6-0 sigrinum á AB, gjørdist Arnbjørn Hansen, sum skoraði heili fimm mál. – Hvat skal eg siga? Hetta var ein av teimum døgunum har alt riggaði hjá mær, og eg fái fimm mál, so sjálvandi eri eg væl nøgdur við avrikið hjá mær sjálvum og liðnum sum heild, segði ein fegin Arnbjørn Hansen eftir dystin. – Vit eru klárt betra liðið í dag, og spæla ein sera góðan dyst, har vit skora seks mál, og høvdu kjansir at skora enn fleiri mál, sigur áleyparin hjá EB/Streymi. Spurdur um stórsigurin hev- ur kynt nýtt lív í FM vónirnar í Sundalagnum, sigur Arnbjørn, at teir fara sjálvandi at spæla teirra kjans. Óstýriligi Arnbjørn søkti AB Vodafonedeildin EB/Streymur vann stórsigur á AB í einum dysti, har Arnbjørn Hansen var serliga eygsýndur, og skoraði heili fimm mál í 6-0 sigrinum. Úrslitið hevur við sær at EB/Streymur nærkast oddinum, meðan argjamenn hava nógv at rættað uppá, um teir skulu yvirliva í Vodafonedeildini Arnbjørn Hansen: – Alt riggaði hjá mær