mánadagur 30. august 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 30. august · Nr. 126
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Bara fimm minuttir vóru eftir,
tá Víkingur fekk einasta málið í
dystinum og tískil eisini sat eftir við
trimum stigum, meðan B36 noydd
ist aftur til Havnar við ongum – í
øllum førum ongum stigi.
Í einum álopi hjá vertunum
fór Finnur Justinussen um koll
frammar laga í høgru síðu, og
dómarin dømdi fríspark, sum Erling
Jacobsen fór fram at skjóta.
– Erling sendi frísparkið væl
innfyri, og eg fekk nakkan á bóltin,
so hann endaði í málinum. Eg sá tað
ikki sjálvur, segði málskjúttin, Sam
Jacobsen, eftir dystin.
Eitt lítið korter undan hesum
hevði Sverri Jacobsen fingið sítt
seinna gula kort, so tí spældi
Víkingur síðstu 20 minuttirnar við
ein um manni í minniluta á vøllinum
– og megnaði kortini at vinna.
– Vit vildu allir vinna, og tá vit
blivu ein í minniluta, kempaðu vit
allir meira. Og so hjálpti tað sjálv
andi eisini væl, at vit fingu málið,
segði Sam, ið gjørdist hetjan hjá
teimum ljósabláu.
– Dysturin var nokk so væl
spældur og undirhaldandi, og hann
kundi koppa báðar vegir. Og av tí at
vit vunnu, eru vit framvegis við í
kapp ingini um at koma út í Europa
aftur næsta ár, sum er okkara mál
fyri árið.
Kanska næsta ár…
Júst hetta við europeiskum fótbólti
komandi kappingarár er ein gularót
hjá fleiri av liðunum, og millum
teirra, ið hava havt Europa sum
mál, hevur B36 eisini verið.
Men eftir dystin í Sarpugerði í
gjár tóktist Jákup á Borg ikki hava
tær stóru vónirnar um, at tað verð
ur nøkur ferð út í Europa komandi
ár.
– Hetta kundi farið báðar vegir,
men hetta var ein av teimum dyst
unum, har vit skuldu vísa, at vit
vóru menn fyri at spæla við í topp
inum, men tað kláraðu vit ikki í dag,
segði hann.
– Vit mugu bara hugsa eitt sindur
øðrvísi og fáa tað at fungera, so
vit noyðast helst at hyggja longur
fram. Eina ella aðrastaðni eru vit á
rættari kós, og tað skal nokk eisini
gerast betri. Men tað verður neyvan
í ár.
Stigatalvan gevur Jákupi á Borg
rætt í, at tað sær meira enn bara
trupult út, um B36 skal sleppa upp
í part millum fýra tey fremstu. Á
sætta plássi er B36 sjey stig frá at
enda millum fýra tey fremstu, og
hartil er kappingin beinhørð millum
liðini, sum eru frammanfyri.
Meira beinleiðis
Eitt av teimum er Víkingur, ið vísti
styrki, tá tað eydnaðist at hála
sigurin í land, hóast liðið ikki var
full mannað seinnu helvt av seinna
hálv leiki.
B36 hevði annars fatur í nógvum
í Sarpugerði í gjár, men alla tíðina
restaði tað seinasta í. Í seinna
hálv leiki blivu fleiri góðir bóltar –
serliga frá Hjalgrími Elttør, ið var
sera væl upplagdur – sendir innfyri
málið hjá Víkingi, men har var bara
ongan tíð nakar til staðar, sum
kundi gera arbeiðið liðugt.
– Vit fingu bóltin til baklinjuna
fleiri ferðir, men vóru ikki nóg
djarvir, tá tað ráddi um at fáa bóltin
inn, mátti Jákup á Borg staðfesta,
með an skuffilsið lýsti av honum.
Sum bæði hann og Sam Jacobsen
staðfestu, var hetta ein av hesum
dystunum, ið kundi farið báðar
vegir, men munurin var tann, at
Víkingur – sjálvt í minniluta – søkti
meira beinleiðis at, tá møguleikin
var har. Stríðsviljin hjá teimum
ljósa bláu kann røkka langt, og hesa
ferð rakk hann til trý stig.
Hóast Jákup á Borg og teir í
B36 høvdu ein spælara meira
á vøllinum helvtina av seinna
hálvleiki, megnaðu Bárður
Hansen, Erling Jacobsen og hinir
í Víkingi í minnilutastøðuni
at fáa sigursmálið
Myndir: Álvur Haraldsen
Sam »nakkaði« B36
Vodafonedeildin Hóast Víkingur var í minniluta á vøllinum ein hálvan hálvleik,
eydnaðist í fyrsta umfari at binda fyri og í øðrum umfari at skora sigursmálið, tá B36 í
gjár vitjaði Sarpugerði. Tí er B36 enn langt frá europeiskum fótbólti komandi ár
Víkingur
1
B36
0
STØRRi STRÍÐSVilJi