mánadagur 30. august 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. august · Nr. 126
22
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Mamuka Toronjadze hevur í nógvar
mátar verið ein fongur fyri FC
Suðuroy. Georgiski spælarin hevur
gott spælskil og bjóðar av, so ofta
hann fær møguleikan.
Tað vísti hann longu, tá fimm
minuttir vóru farnir av dystinum í
Fuglafirði í gjár, tí áðrenn fugl firð
ingar høvdu sansað nakað, hevði
hann lagt FC Suðuroy á odda 10.
Og tað kundi blivið uppaftur
verri statt hjá ÍF, tí beint eftir málið
høvdu suðuroyingarnir enn ein
stóran møguleika, ið kundi gjørt
tað til 20.
Framvegis vóru verri enn so allir
heimaáskoðararnir komnir upp á
pláss, so teir fingu sum vátan vøtt,
tá teir komu í Fløtugerði og fingu at
vita, at FC Suðuroy hevði lagt fyri
sum eitt ódnarveður.
Tað hjálpti tó eitt sindur upp
á hýrin, tá Øssur Dalbúð mitt í
fyrra hálvleiki javnaði. Andy Olsen
royndi seg við skoti, sum Stanislav
Kuzma ikki megnaði at halda, og
so var Øssur á rætta staðnum og
skoraði.
ÍF sat á øllum
Andy Olsen var yvirhøvur við í
nógvum í gjár, og ikki færri enn
tvær ferðir peikaði Dagfinn Olsen
á brots sparksblettin, tí Andy var
farin um koll.
Fyrru ferð var Frank Poulsen
settur at skjóta, men tað hepnaðist
ikki serliga væl hjá honum við skot
inum eftir jørð, og Stanislav Kuzma
bjargaði.
Aðru ferð var fimm minuttir inn
í seinna hálvleik, og hesa ferð fekk
Bartal Eliasen møguleikan. Hann
buldraði bóltin mitt í málið, og so
hevði ÍF fingið vent dystinum á
máltalvuni eisini.
Eftir sjokkbyrjanina hevði ÍF
sitið á tí nógva av spælinum, og
nú liðið kom framum, var meira
ella minni leyst og liðugt. Men sum
leið út á seinna hálvleik dovnaði ÍF
nakað, og tí var ein roynd gjørd at
seta meira futt í.
Dánjal á Lakjuni varð skiftur
inn, og hann var upprunin til triðja
málið, ið avgjørdi dystin ordiliga.
Í einum skjótálopi fór hann á glið,
men fekk liggjandi spælt bóltin
víðari til Frank Poulsen, ið skor aði
trygt til 31, samstundis sum hann
tryggjaði sær, at brenda brots
sparkið í fyrra hálvleiki skjótari
verður gloymt.
Einki hekk saman
Hjá FC Suðuroy hekk einki saman,
og tað eydnaðist ongantíð gest
unum at hótta so mikið, at tað skak
aði ÍF stórvegis, tí fuglfirðingar
fingu spælt seg burtur úr tí, sum
var. Av tí sama er ÍF framvegis
við mill um liðini, ið dystast um
ovastu plássini, meðan FC Suðuroy
framvegis stríðist fyri sínum til
verugrundarlagi í bestu mans
deildini.
Saknur var hesa ferð í Jón
Krosslá Poulsen, ið plagar at geva
álop inum hjá FC Suðuroy meira
tyngd, tí hann hevði karantenu.
Men hann verður klárur aftur, tá
FC Suðuroy um tvær vikur skal
til Havnar at spæla ímóti HB. Tá
hava teir eisini vónir um, at Dan
Djurhuus er klárur aftur, eftir at
hann hevur verið skaddur.
ÍF fótaði sær aftur
Vodafonedeildin Hóast FC Suðuroy kom á odda beinanvegin og eisini kundi økt tá, fótaði ÍF sær aftur og
setti seg á dystin. Sostatt er ÍF framvegis við har frammi, samstundis sum FC Suðuroy enn hongur undir strikuni
ÍF
3
FC Suðuroy
1
Andy Olsen hjá ÍF var ein hin mest eyðsýndi á vøllinum, og tvær ferðir varð brotsspark gjørt ímóti honum, tá ÍF á heimavølli vann á FC Suðuroy
Mynd: Álvur Haraldsen
– Vit avtalaðu, at vit skuldu leypa
á beinanvegin, og vit komu fram
til tríggjar stórar kjansir, men
fingu bara eitt mál. Men síðani
vísti tað seg, at vit sótu ikki nóg
tætt í teimum, og tá teir spældu
sínar longu bóltar fram, dugdu
vit ikki nóg væl at rudda burtur,
sigur Henning G. Joensen hjá
FC Suðuroy, ið heldur ikki var
nøgdur við avrikið hjá liðnum
fram eftir vøllinum.
– Einki riggaði í uppspælinum
hjá okkum, so tí runnu vit fyri
tað nógva aftan á teimum. Í
hálvleikssteðginum
vóru
vit
glaðir fyri støðuna, at tað stóð
á jøvnum, og vit høvdu verið
nøgdir, um vit bara fingu eitt
stig við okkum. Men har gekk
einki, og vit lógu ov langt afturi á
vøllinum allan seinna hálvleik.
Henning heldur eisini, at FC
Suðuroy í gjár manglaði ein,
ið kundi hildið upp á bóltin og
tikið ferðina úr dystinum, tí
spælararnir høvdu øgiliga fáar
møguleikar at spæla, tá teir
fingu bóltin.
– Støðan á stigatalvuni er
tó óbroytt, so vit hava trý stig
upp til B71. Nú ræður so um
hjá okkum at fáa skavað nøkur
stig saman, áðrenn vit koma til
innanhýsis dystirnar í botninum,
tí vit ætla okkum at sleppa upp
um B71, áðrenn tað kemur so
langt, sigur Henning Joensen.
Skuldu
leypa á
ViÐ Í nÓGVUM