mánadagur 30. august 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 30. august · Nr. 126
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
Tá dysturin í unglingadeildini
millum B36 og ÍF fór í gongd í
Gundadali klokkan 12.30, var tað við
Nemus Napoleon Djurhuus, sum
dómara. Hjálpardómarar vóru synir
hansara, Ríkin Napoleon Djurhuus
og Ransin Napoleon Djurhuus. Um
talan er um eindømi í heimshøpi
vita vit enn ikki at siga, men talan
var um eina ógvuliga serstaka
hending í føroyskari fótbóltssøgu.
Dysturin endaði 3-0 til B36. – Eg
var noyddur at geva eitt reytt kort,
tí onkur hevði ein atburð, sum ikki
sømdi seg. Men eg fann út av, at tað
er strævið hjá teimum dómarunum,
sum døma í vodafonedeildini í dag,
tí tað er eitt grúiligt papírarbeiðið
av at geva reyð kort, fortaldi Nemus
í sendingini ”3. hálvleikur” á Rás2
ígjár. – Tað er eitt stórarbeiðið at
finna útav hvussu nógvar dagar
leikbann tann útvísti skal hava,
greiddi Nemus frá.
Speiskur um pápan
Yngri sonurin, Ríkin var eitt sindur
speiskur, tá Rás2 spurdi um hvussu
tað var at verða hjálpardómari hjá
pápanum: - Eg haldi ein kann siga,
at man legði merki til, at talan var
ikki um fyrsta dystin, sum hann
(nemus red.) hevur dømt. Spurdur
um hvat pápin gjørdi gott, tá hann
dømdi
unglingadystin
millum
B36 og ÍF, svaraði Ríkin: - Ein má
so siga, at hann er ein ógvuliga
kariskamatiskur maður. Nógvir av
mínum vinmonnum spældu við í
unglingadystinum, og tað var stór
semja millum spælarnar, at pápi
er ein ógvuliga kariskamatiskur
dómari, sum dámar væl at práta.
Eldri sonurin helt, at Ríkin var
ógvuliga spentur uppá uppgávuna:
- Ríkin var spentur og uppsettur
uppá uppgávuna, so tað var fínasta
slag. Tað var stuttligt at síggja.
Gamalt ynski
Hjá Nemusi hevur talan verið
um eitt gamalt ynski at sleppa at
døma ein almennan dyst í FSF-
høpi, har synirnir skuldu verða
hjálpardómarar. – Eg eri ógvuliga
glaður fyri, at FSF gekk við til,
at vit kundu sleppa at døma
ein almennan dyst saman. Eftir
mínum tykki riggaði tað væl.
Samstarvið okkara millum var
fyrimyndarligt, og vit høvdu eisini
gott eygnasamband við hvønn
annan. Eg vil siga, at tað má verða
nakað ógvuliga familjukent, at
ein hyggur á sínar egnu synir, og
teir veittra úti á síðulinjuni, og alt
virkar eftir vild. Áðrenn dystin
høvdu Nemus, Ransin og Ríkin eitt
”Pep-talk” uppá umleið 25 minuttir.
– Eg brúkti mín hátt at siga tingini
uppá, men Ransin svaraði aftur, at
soleiðis ger ein ikki nú á døgum. Tá
var eg skjótur at svara, at soleiðis
gjørdi ein, tá eg dømdi, og Nemus
slær fast, at dysturin bleiv dømdur
uppá tann ”gamla mátan.”
Er orsøkin
Synirnir dylja ikki fyri, at pápin
er
ein
av
høvuðsatvoldunum
til, at teir hava valt at gerast
fótbóltsdómarar: - Hann er uttan
iva tann størsta orsøkin til, at
nakrantíð byrjaði at døma. Eg havi
verið honum til óteljandi dystir,
sum hann hevur eygleitt. Tá hevur
ein so fylgt við í tí, sum hann hevur
skrivað niður, og við tíðini er ein
blivin meiri og meiri áhugaður í at
døma sjálvur, undirstrikaði Ríkin.
Sama er galdandi fyri Ransan: -
Uttan iva hevur hann havt sína
ávirkan. Eg spældi rættiliga nógv
fótbólt sjálvur, so tá var tað ikki so
frammaliga í huganum, at eg skuldi
fara at døma, men so við og við fór
fótbólturin afturum, og ein fór at
døma meira og meira. Tíðin við
pápa, bæði tá hann dømdi sjálvur,
og tá hann hevur verið eygleiðari.
Eg sá nógvar av dystunum hann
dømdi, og tí er hann uttan iva ein
av høvuðsorsøkunum til, at ein
dømir í dag, greiddi Ransin frá.
Synirnir fáa nógvan konstruktivan
kritikk frá pápanum, og tað fegnast
teir um. Ríkin dylur ikki, at hann
ætlar at fara allan vegin sum
dómari. Hann eygleiðir eisini nógv
fótbóltsdómarar, tá stórir dystir eru
í sjónvarpinum.
heri@sosialurin.fo
Fótbóltssøgulig
hending ígjár
Tíðliga sunnudagin var talan um eina ógvuliga serstaka hending í føroyskari fótbóltssøgu, har pápi og
synir vóru dómari og hjálpardómarar, tá B36 og ÌF spældu landskappingardyst í unglingadeildini