Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 22 - 1. februar 2002 21 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Sparifundur í SAS Týsdagin í næstu viku fer leiðslan í skandi- naviska flogfelagnum SAS á fund við umboð fyri fleiri donsk, norsk og svensk fakfeløg um eina spariætlan, sum leiðslan hevur gjørt av at seta í verk. Leiðslan hevur sent fakfeløgunum eitt upp- skot um sparingar, og seinastu dagarnar hava feløgini viðgjørt tað. Nøkur feløg hava góðtikið ymsar loysnir, sum leiðslan er komin við, men onnur hava ivast. Stjórin í SAS, Jørgen Lindegaard, hevur fyrr sagt, at lønarútreiðslur- nar hjá felagnum mugu skerjast við tí, saum svarar til 3500 heilárs- størv. Talan verður tó ikki um so nógvar upp- sagnir, tí ætlanin er at finna ymsar aðrar loysnir. Missa av Enron Húsagangurin hjá risa- stóru amerikansku orkufyritøkuni Enron rakar eisini norsku fe- løgini Statoil og Norsk Skog. Bæði feløgini eru á listanum yvir fyri- tøkur, sum eiga pengar til góðar hjá Enron, men hvørki teirra vil upplýsa, hvussu nógvar pengar talan er um. Kunningarstjórin í Statoil, Kai Nielsen, sigur kortini, at upp- hæddin, sum felagið eigur hjá Enron, fer ikki at fáa nakra ávirk- an á Statoil. At Norsk Skog eisini stendur til at missa pengar kemst av, at dótturfelagið Norsk Skog Canada eigur pengar til góðar hjá Enron. Eisini tað almenna í Noregi missir pengar av Enron-húsagangin- um, tí almenni olju- grunnurin er millum partaeigararnar í ameri- kansku fyritøkuni. Tað hevur eisini ljóðað, at norðurlendski bankin Nordea stendur til at missa pengar, tí at Enron hevur eitt lán í norska Kreditkassen, sum er ein partur av Nordea. Úr Norðurlondum: Størri skattasvik Danski professarin Ole Bjørn væntar, at spar- ingarnar, sum stjórnin ætlar at seta í verk í toll- og skattaverkinum, fara at elva til størri skattasvik. Hann vísir á, at svik av hesum slagnum er veksandi allastaðni, og tí væntar hann, at eitt skert eftir- lit kann koma at kosta danska statskassanum nógvar pengar. Stjórnin hevur boðað frá nógvum uppsagnum í toll- og skattaverkin- um, og tað hevur verið nevnt, at meiri enn 1100 fólk skulu sigast upp. Ole Bjørn, sum er fyrrverandi formaður í Líkningarráðnum, sig- ur, at tær nógvu upp- sagnirnar fara at geva skattasvikarunum rúm- ari ræsur. Seinastu árini hevur danska toll- og skatta- verkið lagt stóran dent á at bøta um eftirlitið við roknskapum hjá fyritøkum, eins og størri dentur er lagdur á at kanna, at reglurnar um meirvirðisgjald og onnur avgjøld verða hildnar. Hetta arbeiðið fer nú fyri skjeyti, væntar Ole Bjørn. Færri flokslimir Ein uppgerð av lima- talinum í teimum po- litisku flokkunum í Noregi vísir, at færri og færri fólk leggja í at vera limir í flokkunum. Sambært uppgerðini eru tað serliga teir báðir stóru flokkarnir, Ar- beiðaraflokkurin og Høgri, sum hava mist nógvar limir seinnu árini. Eitt nú hevði Arbeið- araflokkurin 128.000 limir í 1990, men nú er talið bara 52.800. Hjá Høgra var limatalið fyri tólv árum síðani 107.000. Í dag er tað 52.400. Einasti flokkur í Noregi, sum hevur havt veksandi limatal, er Framburðsflokkurin, sum um ársskiftið hevði næstan 30.000 limir. Ísraelski forsætisráð- harrin, Ariel Sharon, iðrar seg um, at hann ikki gav boð um at myrða Yasser Arafat í Libanon fyri 20 árum síðani MIÐEYSTUR Árni Joensen - Í Libanon var ikki semja um at beina fyri Yasser Ara- fat, men sjálvur iðri eg meg um, at vit ikki beindu fyri honum, sigur Ariel Sharon í samrøðu við ísraelska blaðið Maariv. Blaðið prentaði ein part av sam- røðuni í gjár, og í dagsins útgávu er hon prentað í heilum líki. Sharon var verjumála- ráðharri, tá ísraelski herur- in kringsetti Arafat og PLO-deildir hansara í vest- ara parti av Beirut á heysti í 1982. Ísraelska flogvápnið søkti fleiri ferðir at teimum plássunum, sum Arafat fjaldi seg í, til palestinski leiðarin fekk frítt at fara til Tunis. Hóast tey beisku orðini sigur Sharon tað ikki vera óhugsandi, at hann einaferð í framtíðini fer at samráðast við Yasser Arafat. Men treytirnar eru greiðar: - Tekur Arafat tey stig, sum vit krevja, at hann skal taka, kann tað hugsast, at vit fara at samráðast við hann, sigur Sharon í sam- røðuni við Maariv. -Vit áttu at havt myrt Arafat Myndugleikarnir í Avstralia eru sinnaðir at rinda 4000 flótta- fólkum pengar fyri at fáa tey av landinum Avstralska stjórnin er kom- in við tilboðnum eftir áhaldandi mótmæli frá fólki, sum finnast at harð- rendu framferðini hjá myndugleikunum ímóti út- lendsku flóttafólkunum. Meiri enn 200 flóttafólk hava verið í hungurs- verkfalli, og fleiri hava roynt at taka lívið av sær fyri at mótmæla manna- gongdini hjá myndugleik- unum. Tey umleið 1100 af- ghansku flóttafólkini, sum eru í Avstralia, fáa nú tilboð um pengar, vilja tey venda heimaftur. - Taliban er ikki við vald- ið í Afghanistan longur, og tí dugi eg ikki at síggja, hví flóttafólkini ikki kunnu fara ehimaftur, segði John Howard, forsætisráðharri í morgun. Hann legði afturat, at stjórnin heldur tað ikki vera órímiligt at biðja fólkini fara aftur til hús Undirhúsið hevði verið hóskandi pláss til stand- mynd av Thatcher, men tað letur seg ikki gera - ikki enn í hvussu er. Í Bretlandi keglast po- litikarar um, hvar teir skulu seta eina standmynd til heiður fyri fyrrverandi for- sætisráðharran Margareth Thatcher. At tann tveir metrar høga og tvey tons tunga stand- myndin ikki sleppur í Undirhúsið at standa hevur einki við tað at gera, at Arbeiðaraflokkurin nú situr við valdið í Bretlandi. Reglurnar siga, at tílíkar standmyndir kunnu ikki setast í Undirhúsið, so leingi viðkomandi persónur er á lívi. Talsmenn hjá Arbeiðara- flokkinum hava sagt, at hóast teir als ikki taka undir við tí politikki, sum Margareth Thatcher rak, so slepst ikki uttan um tann veruleika, at hon hevur sett sær spor í bretsku søguna sum landsins fyrsti kvinnu- ligi forsætisráðharri. Spurningurin er bert, hvar Margareth Thatcher skal standa. Ivi um, hvar Margareth Thatcher skal standa Bjóða flóttafólki pengar fyri at fáa tey av landinum Ariel Sharon iðrar seg um, at hann ikki gav ísraelska herinum boð um at beina fyri Arafat í Libanon í 1982 Mynd: Reuters C M Y K 21 20