Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 22 - 1. februar 2002 23 Raksturin í felagnum er nú komin á tað støðið, sum verður mett sum forsvarligt, tá talan er um rakstur av einum fótbólts- felag FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Farna vikuskifti hevði HB aðalfund. Tað vil siga, at bæði Havnar Bóltfelag og P/F Havnar Fótbóltur, sum rekur besta mansliðið í fel- agnum, høvdu boðið limum sínum niðan. Nevndin víðkað Birgir Enghamar, sum er formaður í móðurfelagn- um, sigur, at talan yvirhøv- ur var um ein sera siðiligan fund. – Har vóru eini 90 fólk møtt, og hóast tað talið partvíst komst av, at venj- ingin var avlýst og at leik- arar tí vóru við á fundi, so má tað sigast at vera hampuliga góð uppmøting. – Okkurt uppskot var um broytingar í bygnaðinum, og hetta varð uttan stórveg- is hóvasták samtykt. Í stutt- um er broytingin tann, at formaðurin í HB nú eisini er nevndarformaður í parta- felagnum, og so eisini, at nevndin nú er víðkað, so- leiðis at hon í dag telur seks limir. Tað merkir so, at Birgir Enghamar er nýggjur nevndarformaður í parta- felagnum, meðan Kaj Leo Johannesen, sum áður hev- ur røkt hendan sessin, nú er vanligur nevndarlimur. Annars vórðu allir lim- irnir í nevndunum báðum afturvaldir. Í nevndini fyri HB eru sostatt Birgir Eng- hamar, formaður, Jan Fal- kenberg Jensen, varafor- maður, Niels Juel Arge, skrivari, Petur Ove Kruse Johannesen, kassameistari, og Finn Ludvig. Tiltakslim- ir eru Elin Christiansen og Sámal Hansen. Í P/F Havnar Fótbóltur er nevndin, sum altso er víðk- að til seks limur, samansett soleiðis: Birgir Enghamar, formaður, Høgni Mikkel- sen, Kaj Leo Johannesen, Niels Christian Nolsøe, Øssur Sørensen og Jan Gaard Joensen. Raksturin tillagaður Ein partur – og tað er kanska hin mest forvitnis- ligi hjá almenninginum – av rakstrinum av enum fót- bóltsfelag, er sjálvandi fíggjarligi parturin. Og eftir nøkur ár við alt annað enn góðum úrslitum, tykist tað nú soleiðis, at elsta høvuðs- staðarfelagið hevur funnið rætta stevið. Sjálvur vil formaðurin ikki siga nakað um, hvussu tað hilnaðist einstøku pørt- unum av felagnum, men hann sigur tó somikið, at tá alt verður lagt saman, so mól tað væl og virðiliga runt. – Sum so er tað ikki ser- liga áhugavert fyri okkum, hvat einstaki parturin av heildini gevur. Vit síggja tað soleiðis, at HB er sett saman av Havnar Bóltfelag, HB-stuðlum, og P/F Havn- ar Fótbóltur, og samanlagt góvu hesi eitt fitt avlop, utt- an at eg fari at seta nøkur tøl á, sigur Birgir. Undir øllum umstøðum, so merkir hetta, at hóast ítróttarligu avrikini ikki stóðu mát, um hugsað verð- ur um fyrstu deild í mans- fótbólti, so hevur felagið nátt teimum fíggjarligu málum, sum vórðu sett fyri einum ári síðani. Tá var talan um eitt hampuliga stórt hall, og her í blaðnum endurgóvu vit táverandi nevndarformann- in, Kaj Leo Johannesen, fyri at siga, at tað úrslitið var væntandi, men at rakst- urin í 2001 skuldi tillagast, so talan skuldi gerast um yvirskot. – Tað er akkurát tað, sum vit hava gjørt. Pengar eru eitt lutfalsliga nýtt fyri- brigdi í føroysum fótbólti, og tað hevur kanska tikið sína tíð at finna útav, á hvørjum støði vit kunnu reka hetta forsvarligt, men nú meta vit so, at vit hava funnið rætta leistin til hetta, sigur Birgir Enghamar at enda. Hava funnið støðið Eftir at felagið í nøkur ár ikki hevur havt nøkur góð fíggjarlig úrslit at vísa á, gav samlaði raksturin í HB eitt fitt yvirskot í ár, sigur formaðurin í felagnum, Birgir Enghamar Norska Molde spældi mikudagin málleysan javnleik móti Malaga úr bestu sponsku deildini NOREG Jákup Mørk Saman við liðfeløgunum úr Molde er Jákup Mik- kelsen farin undir fyri- reikingarnar til komandi kappingarárið. Í løtuni er liðið á venj- ingarlegu í Spania, og har høvdu teir miku- kvøldið eina stóra upp- gávu, tá teir skuldu royna seg móti Malaga, sum í løtuni er á 11. plássi í bestu sponsku deildini, og hava teir fyri stuttum tikið stig frá oddaliðnum, Real Mad- rid. Tað eydnaðist tó Mol- de at spæla ein málleys- an 0-0 javnleik, og úr einum føroyskum sjón- arhorni var hugaligt at staðfesta, at Jákup Mik- kelsen var á vøllinum í samfullar 90 minuttir. Tað hevur annars tyk- ist eitt sindur ivasamt við lagnuni hjá føroyska landsliðsmálverjanum, tí hóast hann hevur longt sáttmálan við Molde, so er kappingin um mál- verjasessin sera hørð, nú felagið hevur keypt evnaríka svian, Eddie Gustafsson. Hesin mátti tó taka til takkar við beinkinum hesaferð, og hóast talan bert er um venjingarlegu og hóast sviin ivaleyst eisini fer at byrja í øðr- um dystum á ferðini, so man tað á ongan hátt telja niðureftir hjá Ják- upi, at hann helt málið reint í fyrstu royndini á ferðini. Ætlandi hevur Stjørnan hópin av áskoðarum við, tá kvinnurnar fara at spæla steypafinalu leygardagin Í ítróttarhøpi munnu tað vera fægstu feløgini, sum hava eins trúgvar áskoðarar, sum tey í Klaksvík hava. Ferð eftir ferð hevur hetta givið seg til kenn- ar, tá lið úr Klaksvíkini hava spælt týdningar- miklar útidystir, og í so máta tykist hondbólturin ikki at vera nakað und- antak. Fyri at lætta um, hevur Stjørnan á heimasíðuni, www.ki-klaksvik.fo, boðað frá, at felagið skipar fyri bussferð til steypafinaluna. Ferðin er samskipað við túrin hjá Dúgvuni av Klaksvík kl. 13.00, og er kostnaðurin fyri ferðina 50 kr. Tekning eigur at fara fram á Kunningar- stovuni. -jm Um vikuskiftið fara børn og vaksin at kappast í sonevndu Tórshavn Open kappingini í bad- minton BADMINTON Jákup Mørk Árliga kappingin hjá Havnar Badmintonfelag verður leikt í Badmin- tonhøllini um vikuskift- ið. Talan er um einstakl- ingakapping fyri bæði børn og vaksin. Børini spæla leygardagin, og leggja tey yngstu fyri klokkan 10.30. Børn 11- 13 ár byrja kl. 13.00, meðan tey 13-15 ára gomlu byrja kl. 15.30. Sunnudagin spæla unglingar og vaksin, og tá verður byrjað kl. 13.00. Tey bæði fremstu í øllum aldursbólkum fáa steyp til ognar, og hartil spæla tey vaksnu eisini um ferðasteyp. Jákup helt nullinum Klaksvíkin til Havnar Tórshavn Open 23 Hóast teir báðir, Hannis og Uni Wardum, hava bert dømt í bestu deildini í hálvt ár, so hava teir longu fingið tillutað fyrsta finaludystin, og hetta halda teir vera eitt stórt herðaklapp frá Hondbóltssam- bandinum COCA-COLA KAPPINGIN Jákup Mørk Fyrr í vikuni boðaði Hond- bóltssambandið frá, hvørji dómarapørini til finalu- dystirnar í Coca-Cola kappingini í hondbólti skulu vera. Ofta er dómaraásetingin í slíkum dystum eitt herða- klapp til tey pør, sum hava staðið seg serliga væl í kappingarárinum, og í so máta tykist eingin broyting at vera í politikkinum hjá HSF. Finalu eftir hálvt ár Hjá monnunum verða tað nevnliga brøðurnir, Hannis og Uni Wardum, sum skulu døma finaludystin, og tað fær illa verið annað enn eitt stórt herðaklapp, tá hugsað verður um, at teir bert hava hálvt ár á baki sum dómarar í fremstu deildini. - Vit taka tað í øllum før- um soleiðis, at talan er um eitt stórt herðaklapp, nú vit verða settir at døma ein somikið týdningarmiklan dyst, sigur eldri beiggin, Hannis. Spurdur, um hann heldur tað vera ein fyrimun hjá teimum, at teir eru beiggjar, sigur Hannis, at tað er tað heilt víst. - Sjálvandi hava aðrir dómarar eitt tætt samband, og skulu kenna hvønn ann- an, men hjá okkum hevur ikki verið neyðugt at arbeitt við hesum. Vit vita alla tíðina, hvar vit hava hvønn annan, og fær ikki verið annað enn ein stórur fyri- munur. - At byrja við var enntá líkt til, at HSF hevði sett okkum at døma báðar fi- nalurnar, men har hevði talan verið um eina mis- skiljing, tí tað hevði avgjørt verið ov nógv av tí góða. Tað er jú vónleyst at halda konsentratiónini fult uppi í nærum fýra tímar. Ikki minst um talan verður um tveir javnar dystir. Drúgvar finaluroyndir Hvørki hann ella yngri beiggin hava áður dømt finaludyst í steypakapp- ingini, men hetta merkir ikki, at teir eru heilt uttan royndir. Hvørki sum dóm- arar ella sum leikarar í finaluhøpi. - Sum dómari dømdi eg hampuliga nógv saman við Dia (Midjord, blðm.) í 80’unum, men eg haldi ikki, at vit dømdu nakra steypafinalu. Tá spældu vit næstan altíð við í finaluni, sigur hann flennandi. Tað kann eisini leggjast afturat, at seinasti dysturin hjá Hannis í fyrstu deild júst var ein steypafinala. Tað var, tá Kyndil fyri nærum akkurát tveimum árum síðani vann eina sera spennandi finalu ímóti Neistanum, eftir at Neistin annars hevði verið á odda mest sum allan dystin. Hannis skeyt tá seinasta málið í dystinum, men júst hetta vísti seg at gerast seinasta skot hansara fyri Kyndil. Onkursvegna gekk ryggurin fyri í skotløtuni, og í dag er hondbólturin so avmarkaður til dómara- yrkið og onkra hugnaløtu á triðju deildarliðnum hjá Kyndli. Fyrireikingarnar Eins og spælararnir, so eru dómararnir sjálvsagt spent- ir uppá, hvussu finaludyst- irnir fara at spæla av, og tí eru fyrireikingarnar í stóran mun líkar teimum, sum leikararnir hava. - Tað ljóðar kanska eitt sindur býtt, men tú mást vera væl fyri. Tíðliga í song, góðan mat og so framvegis. Her er tað einki øðrvísi í mun til tað at vera spælari. - Taktik-fund halda vit ikki, men vit tosa sjálvandi saman um, hvørjar støður møguliga kunnu íkoma og hvussu vit eiga at taka hesar. - Og at enda, so má eg eisini siga, at eg rokni tað fyri ein sera stóran fyri- mun, at teir báðir, Hjalmar og Kristian, vera við dóm- araborðið. Haðani kunnu teir vera okkum til stóra hjálp, um eitthvørt er áfatt, ella um vit ivast í onkrum, so tað er einki at ivast í, at talan her er um ein stóran fyrimun hjá okkum, sigur ein spentir Hannis Wardum at enda. Álopsfelagin hjá Toda skrivaði mikudagin undir tvey-ára sáttmála við AB SUPERLIGA Jákup Mørk Hetta upplýsir FCK í stuttum tíðindaskrivi. Heine Fernandez kom fyri einum ári síðani til høvuðsstaðarfelagið, har hann gjørdist danskur meistari í fyrstu roynd- ini, og stóran part av tíðini hevur hann verið fastur fúsur á liðnum. Av og á hava illstøður staðist millum bersøgna áleyparan og líka so bersøgna ítróttastjóran í felagnum, Niels Christian Holmstrøm, og hugsast kann, at hetta hevur havt sína ávirkan, uttan at nakað verður nevnt um hetta í tíð- indaskrivinum. Leiðslan hjá FCK sigur, at FCK hevur sátt- mála við Fernandez til komandi summar, men til ta tíð er áleyparin vorðin 36 ára gamal, og halda bæði leiðsla og leikari tí, at tilboðið frá AB er ov gott at siga nei-takk til. Fernandez til AB Nr. 22 • fríggjadagur • 1. februar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Eitt stórt herðaklapp - Sjálvandi hava aðrir dómarar eitt tætt samband, og skulu kenna hvønn annan, men hjá okkum hevur ikki verið neyðugt at arbeitt við hesum. Vit vita alla tíðina, hvar vit hava hvønn annan, og fær ikki verið annað enn ein stórur fyrimunur, heldur Hannis Wardum um tað, at døma saman við beiggja sínum Heine Fernandez hevur seinasta árið spælt við FCK, men í dag skrivar hann undir tvey-ára sáttmála við AB C M Y K 22