Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-30, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. august 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 30. august 2010 · Nr. 126 Sosialurin Nøvn Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo 3. mars 2010 doyði Kaj Berg, fyrr­ verandi skúlatænari í Hvalbiar skúla, 72 ára gamal. Kaj var føddur 12. juli 1937. Hann var sonur Elsu Vang úr Hvalba og Jóhan Hendrik Poulsen úr Skopun . Kaj vaks upp í Hvalba. Har gekk hann eisini í barnaskúla. Sum so mangur unglingi í Hvalba tá í tíðini, fór Kaj at arbeiða á kolinum og síðani til skips. Í fimmtiárunum fór hann til Íslands, har hann var við ymiskum skipum. Heima aftur sigldi hann við Ólavi Hvíta og Leivi Hepna. Í 1970-unum fór Kaj til Grønlands at arbeiða uppi á landi í byggivinnuni. Har arbeiddi hann í nøkur ár. Heim- afturkomin fór hann at arbeiða hjá Danberg og Sørensen. Tá tað var yvir- staðið, fór hann við Suðringi. Eftir hetta róði hann út við Báradrangi eina tíð. Í 1989 fekk Kaj starv sum skúlatæn- ari í Hvalbiar skúla, og hetta arbeiðið røkti hann til summarið 2007, tá hann fylti 70 ár og fór frá vegna aldur. Kaj Berg var sera fyrikomandi maður. Hann dugdi væl við fólki, blíður og prátingarsamur var hann og var altíð við tí góða orðinum. Arbeiðssamur var hann eisini og sera røkin. Hann passaði skúlan fyrimyndarliga. Hann hevði altíð eitt vakið eyga við skúlanum. Kaj var altíð tilreiðar, tá tað snúði seg um Hvalbiar skúla. Kaj giftist í 1961 við Annu Elisu f. Midjord úr Hvalba. Tey fingu tvær døtur, Kirsten og Ketty, og ein son, sum doyði pinkulítil. Kaj og Annelisa fingu 6 abba- og ommubørn. Kaj var familjukærur. Sambandið við familjuna hevði nógv at týða fyri hann. Kona, døtur og teirra familjur vóru fremst í hansara huga, men eisini systkin hansara, sum hann so trúliga helt samband við. Kaj fekst við seyð og annars alt fyrifallandi arbeiði, sum hoyrir til á bygd. Honum dámdi eisini væl at ferðast, og vitjaði hann ofta familjuna í Føroyum og í Íslandi eisini, har hann hevði systkin. Kaj Berg var trúgvur kirkjugangari, og ikki vóru tað nógvir sunnudagar, har hann ikki var í kirkju. Kaj var fastur luttakari á smíðholdi í Hvalbiar kvøldskúla, og honum dámdi eisini væl at koma saman við pensionistunum Vit í Hvalbiar skúla vóru júst byrjað at venja okkum við, at Kaj ikki var her í skúlanum hvønn dag, men at hann bara av og á kom niðan at fáa ein drekkamunn saman við okkum og práta um leyst og fast. Men brádliga var lívstráðurin kvettur. Eftir situr familjan, kona, døtur, svigarsynir, abbabørn og systkin. Eitt tómt pláss stendur eftir Kaj í bygdini og serliga í Hvalbiar skúla. Vit syrgja hann, tann hugnaliga og tíðindafróða mannin, sum var so trúgvur móti skúlanum Vit hava samkenslu við tykkum Annu Elisu, Kirsten og Ketty og hinum í familjuni, nú tit hava mist mann, pápa, verfaðir, abba og beiggja. Má Harrin styrkja tykkum. At Kaj Berg var væl kendur og virdur millum manna, bar tann stóri skarin, sum fylgdi honum út á Leiribø, boð um. Við hesum lýsa vit frið yvir minnið um Kaj Berg. Hvalbiar skúli Minningarorð Silvurbrúdleyp Týsdagin 31. august hava Sólbjørt og Páll Wiberg Joensen, Miðvág, verið gift í 25 ár. Tey vera burtur stødd. 90 ára føðingardagur Í dag verður Augusta Davidsen, Æðuvík. 90 ár. Hon er burturstødd. 80 ára føðingardagur Mikudagin 1. september fyllir Liss Rasmussen í Runavík 80 ár. Føðingardagurin verður hildin í Sjókafeini í Runavík, og tey, ið vilja heilsa uppá Liss, eru vælkomin frá kl. 17 til kl. 20. Sunnukvøldið andaðist Eirik Rasmussen í Havn á Landssjúkra- húsinum 58 ára gamal. Eirik var havnarmaður, sonur Brynhild, f. Johannesen, úr Havn og Jógvan Rasmussen, ættaður av Sandi. Eirik hevði heilt frá ungum av stóran áhuga fyri tónleiki og fótbólti. Hann var Beatles og Liverpool fan um ein háls og vitjaði ofta í Liverpool í Onglandi. Hann var eisini HB-fan og spældi við á besta liðnum hjá felagnum í fleiri ár. Í sambandi við at Liverpool F.C. Legend, sum vóru stjørnurnar frá stórtíðini hjá Liverpool í 80-unum, vitjaðu í Føroyum í fjør summar, spældu teir ein dyst móti fyrrverandi stórspælarum í føroyskum fótbólti, har Eirik var ein teirra. Hetta var ein løta sum Eirik mintist við stórari gleði. Hann arbeiddi á vegadeidini hjá Tórshavnar býráð í mong ár. Síðan 1987 var hann hýruvognsførari á bilstøðini Auto, til hann fyri góðum hálvum ári síðan gjørdist sjúkur og mátti tí gevast at koyra. Eirik var giftur við Guðbjørg Viderø av Sandi. ­red Til minnis um Eirik Rasmussen