mánadagur 30. august 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. august 2010 · Nr. 126
30
Sosialurin
Týsdagin 31. august fyllir
abbi okkara 70 ár. Vit seks
abbabørn vilja við hesum
fátæku orðum takka allar
besta
abbanum
í
allari
verðini fyri alt hann er fyri
okkum
Góði abbi
Frá fyrsta degi vit vóru fødd,
hevur tú verið her hjá okkum.
Helvtin av okkum eru fødd
uttan fyri 200 fjórðingar,
men so skjótt vit sóu dagsins
ljós fyrstu ferð, komu tú og
omman at vitja. Og tú hevur
borið okkum øll í tímar og
aftur tímar – sungið fyri
okkum og troystað okkum
tá eitthvørt hevur verið áfatt
– og nógvar eru blæðurnar,
sum tú hevur skift. Tá vit
blivu eitt sindur størri – og
kundu stetla sjálvi – tókst
tú okkum við til títt stóra
frítíðarítriv – út á trøðna har
seyðurin gekk. Har hevur tú
lært okkum at verða góð við
djór, tí eingin hevur røkt sín
seyð so væl sum tú – tað er
vektin, tá skurðurin er fyri,
eitt gott prógv um. Og tá so
kjøtið er blivið turt, so hevur
tú skorið okkum óteljandi
breyðflísar við skerpikjøti.
Eisini hava vit fingið
mangan góðan fiskin frá tær
– abbi. Minnist tú hinaferð
vit settu gørn úti við Neskai?
Vit lántu ein bát, so fekst tú
lært okkum at rógva, at seta
og draga gørn og at kryvja
og hagreiða fongin – og
omman hon gjørdi frikadellir
burturúr
fonginum
og
pannukøkur omaná!
Nú tað eru nøkur ár síð
ani tú fór av arbeiðsmarkn
aðinum, hava vit havt enn
størri gleði av tær, tí tíð
hevur tú í ríkiligt mát til tíni
abbabørn. Hugsað bara um
allar tímarnar í mølini úti
á Nesi har vit hava fanga
óteljandi krabbar hevur
ta tikið ein tíma til vit vóru
liðug, so hevði tú ein tíma til
okkum, tók tað tveir tímar,
ja so hevði tú tú tveir tímar
til okkum. Líka so fegin tú
fert út í Nesmøl við teimum
teimum yngru, líka fegin
fert tú við teimum eldru
abbabørnunum í hagan – eitt
nú vóru vit síðsta summar
uppi á Borgarknappi.
Skulu vit koyrast, ja so
koyrir tú, ja sjálvt at hoppa í
trampolin gert tú saman við
okkum!
Nú eru tey flestu av okkum
ov stór at blíva bókstavliga
borin, men framvegis eru vit
sum borin á lógvum av tær, tí
alt ta tú hevur lagt í okkum,
gloyma vit aldrin.
Við
hesum
heilt
fáu
orðum, vilja vit abbabørnini
ynskja tær hjartaliga tillukku
og vóna at vit fáa eins stóra
gleði av tær framyvir, sum
vit hava havt og ynskja tær
mong góð ár afturat
Ongin abbi er sum tú!
Ynskja
Dávid, Rósa, Jón Arni, Dánjal
Rói, Áron & Andrias
Árni Mørk Hjelm 70 ár
Mikudagin
1. september eru 25 ár
liðin, síðan Elisabeth
Lindenskov Joensen
varð sett í starv á
Bókamiðsøluni.
Í hesum sambandi
skipa vit fyri
móttøku mikudagin 1.
september frá kl. 15.00.
Viðskiftafólk og
kenningar eru
hjartaliga vælkomin
inn á gólvið at heilsa
upp á Elisabeth.
Móttøka
Nøvn
Her er Árni-abbin avmyndaður saman við fýra teimum yngstu abbabørnunum
Fríggjadagin 27. august 2010 var hátíðarhald
í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum í
samband við, at fimm læknaskrivarar fingu
handað prógv.
Undirvísingin fer fram á Landssjúkra
húsinum og er skipað soleiðis, at tey lesandi
fara til Danmarkar á skúla fimm ferðir í
lestrartíðini, har til seinast ein verkætlan
verður vard. Útbúgvingarleiðari fyri lækna
skrivarar er Sæunn Ólavsdóttir Hansen.
Tær sum fingu prógv vóru f.v.:
Annika Karlsdóttir Ljósstein,
Bjørghild Hákonardóttir,
Heidi á Høvdanum Andreasen,
Beinta Danielsen og
Bergdís Skaalum á Høgabóli
Nýggir læknaskrivarar
Mynd: Álvur Haraldsen