mánadagur 30. august 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. august · Nr. 126
34
Sosialurin
Hjúnini Catharina og Bert
Öhman úr Svøríki hava
síðan 2005 ferðast í umleið 50
londum kring heimin í sínum
Saab 900 kampingbili.
Hon
arbeiddi
sum
konsulentur í marketing og
kommunikatión, og hann
sum PC-supportari í eini
teldufyritøku, áðrenn tey
tóku stig til at ferðast kring
heimin við bili sínum. Tey
vóru í Føroyum í síðstu viku
á veg til Íslands.
Bilurin hjá teimum er
ein Saab 900 árgang 1992
við Toppola kampinghúsi
omaná. Toppola var ein
svensk
verksmiðja,
sum
spesialiseraði seg í at gera
sonevndar autocamparar til
Saab. Hetta verður gjørt við
at taka baklúkuna av bilinum
og
seta
kampinghúsið
omaná.
Í kampinghúsinum er ein
dupultsong oman á takinum
og aftanfyri er t.d. vask,
køliskáp og gasskomfýrur.
Catharina
og
Bert
siga at tey ongantíð havt
mekaniskar ella tekniskar
trupulleikar
av
týdningi,
hóast bilurin hevur koyrt
umleið 300.000 kilometrar.
Men meðan tey vóru í
Føroyum hendi eitt brek
við motorinum, sum gjørdi
at tey ikki kundu koyra við
bilinum. Tey koyrdu eftir
Oyggjarvegnum, tá óhappið
hendi, so tey steðgaðu við
fyrstu bilasøluna, tey komu
til, sum var Norðbil. Har
vórðu tey væl móttikin og
vegleidd til Auto Service, sum
umboðar Saab í Føroyum.
Hjúnini vóru væl nøgd
við hjálpina tey fingu í
Føroyum,
so
tey
kundu
halda leiðina fram víðari til
Íslands. Á heimasíðuni www.
dreamtrip.se eru myndir og
ferðafrágreiðingar frá øllum
londunum sum tey hava
vitjað.
Í síðstu viku vóru eini svensk hjún í Føroyum, sum hava ferðast kring
um í heiminum við sínum Saab 900 kampingbili
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Við kaMpinG
bili í 50 londuM
Hjúnini Bert og
Catharina Öhman
við sínum Saab 900
kampingbili, sum tey
hava ferðast við kring
um í heiminum