Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-30, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. august 2010síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mánadagur 30. august · Nr. 126 Sosialurin Mikudagin læt bila sølan Norð bil ein spild ur nýggj ­ an Skoda Fabia til ítróttar­ felagið EB/Steym. Bilurin verður høvuðs­ vinn ing ur á lutaseðlunum hjá felagnum, sum verða seld ir í løtuni. Drigið verður leygar­ dag in 6. november. Skoda Fabia høvuðsvinningur Birgir Dam Jacobsen frá Norðbil handar bilin til Alis Eidesgaard frá EB/Streymi Síðsta tiltak í sum mar­ skránni hjá áhuga fela g­ num Føroya Ellisakfør í 2010 er MC­Boogie, sum verð ur leygardagin 4. sep­ tem ber. Sum sigur er, so eru tvey MC­Boogie um árið, har Føroya MC skipar fyri tí fyrra, og Føroya Ellis akfør skipar fyri tí seinna. Koyringin byrjar við at motorsúkklukoyrararnir hittast í felagshølinum hjá Føroya Ellisakførum yviri við Strond kl.12.00, og koyrt verður stundisliga kl.13. Kl.13.45 verður støðgur hjá OK­Heilsølu í Hvalvík, har uppsamling verður av motor súkklukoyrarum. Síðan verður koyrt til Saksunar, og aftaná til Fuglafjarðar um Eiðis­ skarð um viðrar. Eftir ein rími ligan steðg verður farið eftir gamla vegnum til Leirvíkar, har túrurin endar við EFFO­støðina. Endamálið við MC­ Boogie er at savna motor­ súkklukoyrarar og motor­ súkkluáhugaði til eitt felags tiltak. Talan er ikki um kappkoyring men um væl skipaða koyring, har stórur dentur verður lagd ur á skilakoyring, og at ásettar koyrireglur verða hildnar, verður sagt í tíðindaskrivi frá Føroya Ellis akførum. MC-Boogie leygardagin Hósdagin 2. september kl. 16.10 Í sendingini Bilradio á Rás2 hósdagin 2. september kl. 16.10 verður samrøða við hjúnini Catharinu og Bert Öhman úr Svøríki, sum hava ferðast í umleið 50 londum kring heimin í sínum Saab 900 kampingbili. Eisini er samrøða við Bergur Andreasen frá Kaj Andreasen & Co í Hoyvík um m.a. viðsfestisvognar og innrætting av vørubilum. Samrøða er eisini við Heðin Kjelnæs um útferðir við bussinum hjá Hotel Tórshavn í Keypmannahavn. Bergur Andreasen Bert og Catharina Öhman Heðin Kjelnæs Pláss er til tvey fólk, sum kunnu sita til borðs í kampingbilinum Her eru tey við bilinum saman við einum fíli á gøtunum í India