Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. september 2010síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 1. september 2010 · Nr. 127 Sosialurin skal leggjast á ís Javnaðarflokkurin treingir nú Rósu Samuelsen upp í ein krók, tí vissi hon ikki bakkar, hóttir Hans Pauli Strøm nú við at blokera fyri øllum øðrum málum, sum landsstýriskvinnan ætlar sær at seta í verk Mynd: Áki Bertholdsen Kravboð Áki Bertholdsen Tað verður eitt pusslispæl fyri tey framkomnu at fáa spariætlanina hjá Rósu Samuelsen á almanna øk­ inum, at ganga upp. Sum vit greiða frá aðrastaðni í blaðnum, er ein partur av ætlanini, at tað skulu verða átta pláss færri á Suðuroyar ellis­ og røktarheimi á Tvøroyri, tí øll tvímannakømur skulu niðurleggjast. Men tað skal gerast við nátúrligari frágongd. Tað merkir, at so hvørt eitt búfólk á einum tvímanna­ kamari fellur frá, skal onki nýtt búfólk takast inn á heimið. Men hóast talan skal vera um nátúrliga frágongd, er tað longu ásett, at spar­ ingin næsta ár skal vera 2,7 milliónir. Tað er ongin, sum kann tryggja seg ímóti eini ávís­ ari nátúrligari frágongd á Suðuroyar Ellis og Røktar­ heimi næsta ár. So fyri at gardera seg, er ætlanin, at tá ið nýggja ellis­ og røktarheimið í Vági verður tikið í nýtslu næsta summar, fara átta kømur helst at standa tóm, siga keldur, sum standa málinum nær. Á nýggja ellis og røktarheiminum í Vági er pláss fyri 24 fólkum, men tá ið tað letur upp, verður tað bara við 16 plássum í fyrstu syftu. So verður ein millum­ rokning gjørd millum heimið í Vági og heimið á Tvør oyri, so at ein partur av játtanini til heimið í Vági, ístaðin verður førd yvir á heimið á Tvøroyri, líka til tann natúrliga frágongdin á heiminum á Tvøroyri hevur ført við sær, at átta fólk eru færri á tí heiminum. Upprunaliga var ætlanin hjá landsstýriskvinnuni eis­ ini at niðurleggja tey fimm plássini á sambýlinum á Tvøroyri, so at tey plássini eisini vórðu flutt til Vágs. Men tvørafólk hava nú fingið at vita, at hendan ætlanin er slept. aki@sosialurin.fo Suðuroyingar siga sína hugsan Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, er eisini formaður í stýrinum fyri Suðuroyar ellis- og røktarheim. Men hann hevur ongar viðmerkingar til støðuna, eftir fundin við Nærverkið mánakvøldið. Men hann sigur, at stýrið fer at gera sínar viðmerkingar, áðrenn langt um líður. Men fyrst skal málið til viðgerðar í teimum sjey kommunustýrunum í oynni. Sostatt fara kommunustýrini at taka málið upp á næsta kommunufundi. Tá ið kommunurnar hava tikið sína støðu og boðað stýrinum fyri ellis og røktarheimum, fara vit at gera okkara viðmerkinar, sigur Kristin Michelsen. Kuta átta pláss av heiminum í Vági ELDrarØKT Spariætlanin á eldrarøktini í Suðuroy ber í sær, at átta kømur á nýggja ellis- og røktarheiminum í Suðury, helst koma at standa tóm í eina tíð