mikudagur 1. september 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. september 2010 · Nr. 127
6
Sosialurin
Leo Poulsen
19. árligi NAMMCO fundur
in varð í gjár settur í
Norðurlandshúsinum, og tí
setanarrøðu síni segði Jørgen
Niclasen, uttanríkisráðharri,
at eftir seinasta fundin í
IWC í Agadir fara Føroyar
at umhugsa sín leiklut sum
partur av donsku sendi
nevndini í felagsskapinum.
– Spurningurin er, hvussu
leingi vit skulu lata okkum
lynda at standa á síðulinjuni
og
síggja
grundleggjandi
altjóða
prinsippir
verða
kveistrað
til
viks,
segði
Jørgen Niclasen.
Hann tosaði í setanar
røðuni um økissamstarv.
– Føroyar stuðla fult
út økissamstarvi. Í veru
leikanum halda vit, at hetta
er einasti háttur at sam
starva á altjóða støði um
eina burðardygga skipan av
havsins
tilfeingi,
íroknað
hval og kóp, segði Jørgen
Niclasen.
Hetta var eisini grund
arlagið
undir
NAMMCO,
tá
felagsskapurin
varð
settur á stovn í 1992, at um
sita hvala og kópaveiði í
Norðuratlantshavi.
– Tað er heldur eingin
loyna,
at
ørkymlandi
arbeiðslagið í IWC var ein
týðandi ors.k til stovnanina
av NAMMCO, ið er ætlað
sum eitt alternativ til IWC,
eisini tá tað snýr seg um
stórhvalaveiði, segði Jørgen
Niclasen.
Hann ásannar tó, at IWC
ikki er komið eitt fet nærri
einari loysn á handilsligari
stórhvalaveiði, hóast hetta
skuldi verið høvuðsuppgávan
hjá felagsskapinum.
Hvat nú?
Uttanríkisráðharrin
var
rættiliga bersøgin í røðu síni,
tá tað kom til Føroya leiklut
í IWC.
– Fyri at siga tað sum tað er,
so síggi eg onga framtíð í IWC
eftir seinasta fundin í Agadir.
Vit fara nú at umhugsa
okkara framhaldandi leiklut
í donsku sendinevndini hjá
IWC. Vit ynskja ikki longu at
standa á síðulinjuni ár eftir
ár og síggja grundleggjandi
altjóða
prinsippir
verða
kveistrað til viks. Og vit finna
okkum ikki í at spurnartekin
framhaldandi verður sett
við okkara rætt til eina
burðardygga veiði í okkara
egna sjóøki, segði Jørgen
Niclasen.
Hann helt fram og vísti
á mongu líkheitirnar, sum
veiðitjóðir í Norðuratlants
havi hava.
– Vit eru ikki altíð samd
um smálutirnar, men tað er av
týdningi at vit eru samd um
grundleggjandi prinsippini í
okkara samstarvi. Tað er IWC
ikki, segði Jørgen Niclasen.
Uttanríkisráðharrin fegn
aðist eisini um áhugan, sum
Kanada, Rusland og Japan
vístu
NAMMCO.
Eisini
nevndi hann skjótu tøkn
ina, sum kann nýtast og
misnýtast.
– Seinastu tíðina hava vit
sæð eina bylgju av skeivum
upplýsingum um grindadráp
spreitt gjøgnum internetið.
Tað tykist alt ov lætt at geva
skeivar upplýsingar til eitt
heilt nýtt ættarlið gjøgnum
internetið,
segði
Jørgen
Niclasen millum annað í
setanarrøðu síni í gjár.
Umhugsa leiklut í IWC
Limalondini í International Whaling Commission standa meira spjadd nú enn nakrantíð,
og tí umhugsar landsstýrið sín leiklut sum partur av donsku sendinevndini
Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, setti 19. NAMMCO
fundin, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum hesa vikuna
Mynd: Álvur Haraldsen
Leo Poulsen
NAMMCO er ein felagsskapur
í Norðuratlantshavi, ið umsit
ur hval og kóp.
– Tankin var at hava eitt
forum, har londini við felags
áhugamálum kundi hittast
at tosa um viðurskifti, við
áhuga fyri hvali og kópi, sigur
Kate Sanderson, sum hevur
umboðað Føroyar í hvalahøpi
gjøgnum mong ár.
Hon sigur, at londini í
útnorði vóru ørkymlað av, at
IWC ikki kundi koma fram
til eina semju um nakað sum
helst.
– Ynskið var, at NAMMCO
skuldi yvirtaka tær uppgávur,
sum IWC ikki megnaði, og tað
er framvegis føroyska ynskið,
sigur Kate Sanderson.
Londini í NAMMCO eru
kortini framvegis limir í IWC,
og royna framvegis at gera
sína ávirkan galdandi har.
– Fiskiveiðan verður um
sitin lokalt, og tað ynskja vit
eisini, at veiðan eftir hvali
og kópi verður, sigur Kate
Sanderson.
NAMMCO hevur sína egnu
vísindanevnd, og limalondini
kunnu so senda spurningar
til hesa nevndina.
– Tað ber til at biða um
útgreiningar
og
stovna
metingar frá nevndini, so
koma tilmælini aftur til
fundin frá teimum báðum
undirnevndunum, ein fyri
hval og ein fyri kóp, og síðani
verður hugt nærri eftir,
hvat kann gerast í mun til
umsitingina av hvali og kópi,
sigur Kate Sanderson.
Rusland og Kanada
Fundurin
hevur
millum
annað avgjørt ein drápshátt
fyri bæði kóp og hval, og
hvussu hetta fer fram í ymsu
londunum.
– So fundurin er eitt gott
forum at deila royndir hjá
ymsu
veiðifólkunum
og
ymsu londunum, sigur Kate
Sanderson.
Eisini verður skipað fyri
einari eygleiðaraskipan, har
fólk eygleiða veiðihættirnar í
ymsu NAMMCO londunum.
– Vit hava í fleiri ár havt
persónar í Føroyum, sum
eygleiða
grindadráp
og
háttin, vit drepa grind, sum
síðani verður fráboðaður
aftur til NAMMCO, sigur
Kate Sanderson.
Tað er eingin loyna, at
størri
felagsskapurin
er,
størri tyngd hevur hann, og
serliga Føroyar hava gjørt sítt
ítarsta at økja um limatalið.
– Tað vóru vit, sum tóku
stig til, at kópaveiðimaðurin
úr Kanada í ár var gestarøðari
á fundinum, tí vit hildiu,
at tað var ein máti at gera
luttøkuna hjá Kanada meira
virkna, og hettar ein máti at
vísa Kanada, at vit fegin vilja
hava teir meira aktivt við og
ikki bert sum eygleiðarar,
sigur Kate Sanderson.
Sama er galdandi fyri
Rusland, men við Japan er
støðan eitt sindur øðrvísi, tí
talan er um ein felagsskap í
Norðuratlantshavi.
– Men Japan hevur altíð
víst
áhuga
fyri
okkara
arbeiði, og teir hava í sínum
lag eisini roynt at stovna
ein
felagsskap
í
sínum
egna umhvørvi við sama
endamáli, tó at tað ikki hevur
gingið eftir vild, sigur Kate
Sanderson.
Hon sigur, at stórur dentur
verður lagdur á, at fáa serliga
Kanada og Rusland at koma
upp í felagsskapin av álvara.
– Bæði londini taka lut
í vísindaliga arbeiðinum í
felagsskapinum, so vónandi
gerast tey fullir limir innan
stutta tíð. Tað skal ikki so
nógv til áðrenn tað hendir,
og so kunnu tey verða við
til at gjalda limagjaldið – tað
høvdu vit einki havt ímóti,
sigur Kate Sanderson.
Norðuratlantiski felagsskapurin umboðar eitt stórt øki, men hevði fingið munandi
størri tyngd, um fólkarík lond sum Rusland og Kanada eisini komu upp í NAMMCO
Vilja víðka um NAMMCO
Hetta er 19. árligi fundurin hjá NAMMCO, sum hesaferð
verður hildin í Norðurlandahúsinum
Mynd: Álvur Haraldsen