mikudagur 1. september 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. september 2010 · Nr. 127
14
Sosialurin
Fyrst
Landsbankin
og
síðan Vinnuhúsið vísa á, at
eingin politiskur vilji er til
at gera nakað við almennu
útreiðslurnar, tí eru tær
vaksnar so nógv seinastu
árini. Hetta samsvarar illa
við dagliga tíðindaflutningin
í føroysku fjølmiðlunum,
sum
fyri
stóran
part
snúgva seg um sparingar og
skerjingar á eldraøkinum,
heilsuverkinum, útbúgvingar
økinum og øðrum týdningar
miklum almennum tænast
um. Og hetta samsvarar
illa við útsagnir bæði frá
Landbankanum og Vinnu
húsinum um, at tað er rætt
av tí almenna at halda hjólini
í gongd í eini krepputíð.
Tá ein listamálari málar
eina mynd, so er tað hann,
sum einsamallur ger av,
um
myndin
skal
verða
ljós ella døkk. Tað er einki
at
ivast
í,
hvørjar
litir
Marita Rasmussen, leiðari
í Vinnuhúsinum hevði á
sínum paletti, tá hon sendi
tíðindaskriv út um seinastu
lýsingina hjá Landsbanka
num. Her skuldi alt málast
so myrkt sum gjørligt. Ikki
eitt pensilsstrok við ljósum
litum, og so málaði hon eisini
eina falska mynd av einum
veruleika.
Vinnuhúsið vísir á, at
rokningin nú verður send
vinnulívinum. Hvørjar rokn
ingar sipar Vinnuhúsið til?
Mær vitandi verður føroy
ska vinnulívið ikki harðari
skattað enn vinnulívið í
okkara grannalondum, held
ur tvørturímóti. Vinnuhúsið
hevur allahelst heldur ikki
fingið við, at føroyska vinnan
í seinastuni hevur fingið
tillutað 85.000 tons av makreli
ókeypis frá Føroya fólki.
Um vit hyggja at almennu
útreiðslugongdini, so ivist
eg
stórliga
í,
um
árligi
útreiðsluvøksturin
hevði
verið so stórur, um vit í
staðin fyri eitt 10 ára skeið
brúktu eitt 20 ára skeið aftur
til kreppuna í Føroyum fyrst
í
1990árunum.
Føroyska
vælferðarsamfelagið
var
niðurpínt og illa fyri eftir
búskaparkreppuna í 1990
árunum. Ein týðandi partur
av útreiðsluvøkstrinum er tí
farin til at dagføra og menna
føroyska vælferðarsamfelagð
eftir
búskaparkreppuna,
soleiðis at vit kunnu veita á
leið somu vælverðartænastur
sum í okkara grannalondum.
Landsbankin tekur útgangs
støðið í einum metári í einum
hákonjunkturi til eitt botnár
í einum lágkonjunkturi
Størsti parturin av rakstr
arútreiðslunum hjá landinum
fara til lønir. Landsbankin vísir
á, at lønarútgjaldingarnar í
nevnda 10 ára skeiði eru hækk
aðar við umleið einari milliard
krónur. Veitingar til borgaran
eru vaksnar við knøppum 700
milliónum krónum.
Eg fari eisini at loyva mær
at ivast í, um Landsbankin
og Vinnuhúsið høvdu viljað
verið
hesar
útbyggingar
fyriuttan, tí høvdu vit ikki
gjørt tær, so hevði so nógv
annað í samfelagnum sæð
munandi verri út.
Seinastu
árini
hevur
vøksturin í sáttmálalønunum
hjá tí almenna verið eitt lítið
vet minni enn vøksturin í sátt
málalønunum á privata abeiðs
marknaðinum. Tað er í hesum
sambandi vert at viðmerkja,
at lønarsáttmálarnir á privata
arbeiðsmarknaðinum verða
gjørdir fýra mánaðir áðrenn,
lønarsáttmálarnir á almenna
arbeiðsmarknaðinum verða
undirskrivaðir. Tí er tað
privata vinnan, sum stýrir
kostnaðargongdini
her
í
landinum.
Eri annars púra samdur
við Vinnuhúsinum um, at
vit kunnu finna sparingar í
almenna rakstrinum við at
leggja smáar stovnar saman.
Landið fíggjar uttan iva
nógvar
dupultfunktiónir.
Eisini havi eg meira enn
nakar annar peikað á, at vit
mugu reformera samfelags
raksturin heldur enn at kuta
útreiðlsur niður í meira ella
minni í blindni. Annars er
eitt tað størsta politiska
takið í nýggjari tíð um at fara
av bakkastokki, nevniliga
pensjónsreformurin.
Vit skulu heldur ikki
gloyma, at ein týdningarmikil
orsøk til at raksturin hjá
landskassanum ikki hongur
saman, er, at vit hava ein
ófíggjaðan niðurskurð av
heildarveitingini á 366 mió.
kr. frá 2002 at dragast við.
Hetta svarar til meira enn
helmingin av hallinum hjá
landskassanum, sum verður
mett til umleið 700 mió. kr. í
ár. Ófíggjaði niðurskurðurin
av heildarveitingini hevur
kostað landskassanum meira
enn 4 mia. kr. til dagin í dag.
Tá vit so heldur ikki
megna at finna semjur um
at taka tær mest uppløgdu
inntøkurnar
til
felags
raksturin av samfelagnum, so
er ikki lætt at fáa javnvágina
aftur. Men kanska skuldi
Vinnuhúsið tikið aktivt lut
í einum kjaki um at breiðka
um inntøkugrundarlagið hjá
tí almennn heldur enn at
renna skríggjandi undan.
Kjak
Jóannes Eidesgaard
Vinnuhúsið átti at vitað betur
Men
innihaldið
er
lítið
gevandi.
Nú
um
dagarnar hevur hin ídni
greinaskrivarin Bjørn Kalsø
eina grein, sum hann kallar
“Vinnunevndarformaður
leyp frá egnum áliti”. Eftir
at
hava
lisið
greinina,
spurdi eg meg sjálvan, hvør
boðskapurin í greinini var.
Men eg fann onki svar. Tí má
eg venda mær til Bjørn, sum
so fær enn ein møguleika at
seta sítt høvd í blaðið. Hvør
er boðskapurin?
Fyri
mær
at
síggja
snýr greinin seg bara um
vanliga almenna vitan. At
vinnunevndarformaðurin
leyp frá sínum áliti um
fiskidagarnar, vita øll, sum
bara fylgja eitt lítið sindur
við. At samgongan fyrst var
samd um eitt álit, fyri síðani
at vera ósamd, er heldur
ikki nakað nýtt; tað eru vit
so von við. At formaðurin í
mentanarnevndini var við í
einum broytingaruppskoti,
vita øll. At ilt er at meta um
samstarvsevnini frameftir,
sigur okkum bara, at Bjørn
ikki dugir serliga væl at
leggja 2 og 2 saman. Tí
samstarvsevnini eru null,
tað prógva farnu 6 árini.
Sanniliga er soðið tunt í
samgongusuppuni.
Góði Bjørn! Tú hevur
nú sitið í samgongu síðani
2004. Hesa tíðina hevur
samfelagið verið fyri slíkari
vanstýring, sum neyvan er
sæð áður. Tit tóku ræðið av
eini samgongu, sum var farin
undir at tillaga føroyska
samfelagið
til
minkaðu
inntøkurnar. Men tit hava
ikki brúkt tykkara ræði til
bøta um samfelagsbúskapin.
Heldur
hava
tit
brúkt
tíðina til at klandrast, og
ongin hevur talið á teimum
politisku
ósemjum,
sum
hesi árini hava eyðkent
føroyskan politikk. Og tey
skilagóðu
uppskot,
sum
komin eru úr andstøðuni,
hava tit brúkt alla orku til
at afturvísa. Tú vart sjálvur
formaður í vinnunevndini,
tá uppskot Miðfloksins um
at stuðla innflutningi av
triðjalandstoski til virkingar
á føroyskum flakavirkjum
var til viðgerðar á Løgtingi.
Nógv orka í vinnunevndini
varð
nýtt
til
at
finna
undanførslur, so sleppast
kundi undan at taka undir
við uppskotinum, hóast bæði
vinna og arbeiðarafeløg tóku
væl ímóti tí.
Mítt
uppskot
er,
at
tit
leggja
frá
tykkum
beinanvegin,
so
nýggjar
kreftir
sleppa
framat.
Landi okkara tørvar eina
stjórn. Tað krevur góðan
sjómansskap at sigla við
stórum skipi í illveðri. Enn
betri sjómansskapur krevst
at stýra lítlari skútu gjøgnum
illveðrið. Tí er hvør dagur
uttan eina veruliga stjórn, ein
dagur longur á vandaleið.
Bill Justinussen
Nú er soðið tunt
Teir skriva óført, samgongumenninir. Tað tykist, sum teir vænta val í næstum, og
tí skriva teir fyri at sleppa at síggja sítt egna høvd, tá teir lata bløðini upp. Onkur
hevur helst sagt teimum, at hetta er góð reklama. At seta høvdið í blaðið