mikudagur 1. september 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 1. september 2010 · Nr. 127
Sosialurin
Kjak
Óli Mikkelsen
lækni
Sum vant las eg ólavsøkurøðuna
hjá løgmanni og leitaði eftir
visjónum um heilsuverkið og
serliga sjúkrahúsverkið, har eg
hevði mítt starv.
Tað sum minti um visjónir var,
at nú skuldu tey trý sjúkrahúsini
samskipast, men hvussu hetta
skuldi gerast, stóð einki um.
Eg hevði varhugan av, at sjúkra
húsverkið var givið upp fyri skutil.
Stutt eftir ólavsøku kemur
borgarstjórin í Klaksvík við eini
grein, har hon roynir at verja Klaks
víkar Sjúkrahús, og tað skilji eg væl,
men hví hundan skal greinin vera
gjøgnumsúrgað av ábreiðslum móti
Landssjúkrahúsinum.
Nakað seinni kemur ein ávísur
politikari úr Klaksvík við ábreiðsl
um móti Landssjúkrahúsinum,
ábreiðslurnar eru afturvístar
sum ógrundaðar.
Sum eitt snarljós koma boðini,
at sjúkrahússtjórin á Landssjúkra
húsinum er sagdur úr starvi. Einki
skil á grundgevingunum fyri
uppsøgnini.
Næstan samstundis kemur
yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkra
húsi við drúgvari grein heilar
tvær blaðsíður hvar Klaksvíkar
Sjúkrahús verður hálovað, og
aftur her verður klikt niður á
Landssjúkrahúsið.
Heilsumálaráðharrin er undir
stórum trýsti frá sínum veljarum
í Klaksvík og tykist ikki at klára
trýstið. Ógrundaða uppsøgnin
av dugnaligum sjúkrahússtjóra
á Landssjúkrahúsinum er ein
skarnsgerð, sum kann skaða
sjúkrahúsið í langa tíð, um ikki
aðrar kreftir leggja uppí og bøta
um
skaðan.
Sjúkrahúsverkið
hevur ov stóran týdning í sam
felagnum til at vera slept upp á
fjall, so tann skutlar til sín, sum
frekastur er.
Vónandi kunnu mistøk gera,
at vit fáa ein heilsupolitikk, sum
skil er í.
Sjúkrahúsverkið
givið upp fyri skutil
Jákup Petersen
yvirlækni
Í heila tikið hava bløðini
seinastu tíðina verið á tremur
við rapportering av, hvussu
illa stendur til á Landssjúkra
húsinum. Ikki eitt orð um
Suðuroyar
Sjúkrahús
og
Klaksvíkar Sjúkrahús, sum
í hesum døgum noyðast
at gera mest kollveltandi
broytingar í virkseminum
nakrantíð fyri at fáa endar
nar at røkka saman.
Deildarleiðari á Lands
sjúkrahúsinum
tekur
nú
blaðið frá munninum og
sigur, at Landssjúkrahúsið
nú er vorið eitt lasarett við
ríkiligum møguleikum fyri
feilkanning og viðgerð. Eitt
ótryggt sjúkrahús at koma
inn á.
Eg havi í øllum førum
ongan illgruna um, at Lands
sjúkrahúsið nú er vorðið eitt
ótryggari stað at koma inn á
enn hini bæði sjúkrahúsini.
Í heila tikið eru ongi tekin
til, at trupulleikin á Lands
sjúkrahúsinum er millum
fakfólkið. Øll vita jú, at
tað snýr seg um ein leiðslu
trupulleika.
Nú
Heilsumálaráðið
hevur yvirtikið leiðsluna, so
restar bert í, at øll leiðslan
verður koyrd til hús. At fáa
ein nýggja sjúkrahússtjóra
loysir ongar trupulleikar,
hann kemur bert í klemmu
í somu leiðslukarrusel og
fer sum frá líður at leggja
kongin, verða fluttur upp
til Heilsumálaráðið ella fáa
sekkin. Fer ikki øll leiðslan,
frá verður turpulleikin ikki
loystur.
Harafturat er tað sera
umráðandi, at tað ikki koma
fakfólk í leiðsluna. Fakfólk
ini liggja sum oftast í sjálv
drátti meðan førleiki og
heildarmyndin kemur í aðru
rekkju.
Ført
verður
fram,
at
dýrari medisin skal verða
orsøkin. Tað er jú bert møsn.
Dýrari medisin hevur so vítt
eg minnist verið nevnt sum
orsøk við so at siga hvørjari
einastu eykajáttanarumsókn
frá
Landssjúkrahúsinum
seinastu 10 árini. Ein kompe
tent leiðsla hevði sjálvandi
loyst henda spurning fyri
nógvum árum síðani.
Eg haldi, at tíðin er komin
fyri Landssjúkrahúsi, at taka
ábyrgd og standa fram sum
landssjúkrahús.
Øktu
játtanirnar
til
Landssjúkrahúsið seinastu
10 árini hava kostað skatta
borgaranum umleið 700 mió
kr. Vit tosa her um eina øking
av játtanini uppá 75% yvir 10
ár. Helst eindømi í okkara
parti av himinum.
Íløgurnar til Landssjúkra
húsið seinastu 10 árini eru
umleið 350 mió kr, og eyka
játtanir eru eini 70 – 80 mió
kr. Alt sum alt hevur Lands
sjúkrahúsið kostað føroying
um 1,1 milliard eyka í íløgum,
øktum játtanum og eykajátt
anum seinastu 10 árini.
Eg vildi meint, at stund
in er komin til at seta krøv.
Borgarnir uttan fyri Tórs
havnar Kommunu hava so
statt seinastu 10 árini goldið
650 mió. kr. eyka fyri, at Lands
sjúkrahúsið
skal
fungera
sum eitt landssjúkrahús.
Ella við øðrum orðum, so
hevur hvørt einasta húskið
í Norðuroyggjum, Eysturoy,
Norðurstreym, Vágoy, Sandoy
og Suðuroy goldið 9.000 kr.
árliga eyka seinastu 10 árini
fyri, at Landssjúkrahúsið
skal verða landssjúkrahús.
Verður
samlaði
árligi
kostnaðurin fyri at hava
Landssjúkrahúsið gangandi
er hjá somu húsum árligi
kostnaðurin kr. 30.000. Tað vil
siga at eitt húski á Tvøroyri
skal gjalda umleið kr. 2.500
um mánaðin fyri, at Lands
sjúkrahúsið skal kunna virka.
Borgararnir á Tvøroyri lata
yvir 1 mió um mánaðin, so at
landssjúkrahúsið skal virka
sum eitt landssjúkrahús.
Hetta er ikki ein lokal
kommunalur
spurningur.
Tvøroyrar kommuna hevur
líka stóran rætt til at seta
krøv sum Tórshavnar komm
una. Borgarnir í Klaksvíkar
Kommunu gjalda eftir hesi
útrokning gott og væl 3
mió kr. um mánaðin fyri
tænastuna á Landssjúkra
húsinum. Og hvørj krøv setur
so Klaksvíkar Kommuna?
Nú
landsstýrismaðurin
ikki hevði annan møguleika
enn at koyra Allan Skaalum
til hús, noyðist eg at nevna,
at Allan helst hevur verið
besti sjúkrahússtjóri Lands
sjúkrahúsið
nakrantíð
hevur havt. Hann var eisini
væl
umtóktur
á
hinum
báðum sjúkrahúsunum. Ein
reiðiligur maður, sum ein
kundi líta. So tað var spell.
Eftir er so at koyra restina
av leiðsluni frá so skil, álit og
samstarv aftur kann koma í
hásæti.
Nei, Landssjúkrahúsið er ikki eitt lasarett
Skelkandi at lesa bløðini herfyri, har róð var fram undir, at Landssjúkrahúsið
er vorðið eitt lasarett sum skal verða ótryggt at koma inn á
Eftir at hava virkað sum sjúkra
systir í 24 ár, loyvi eg mær at
átala umstøðurnar hjá røktar
sjúklingum
á
Landssjúkra
húsinum LS, sum bara versna
dag frá degi.
Okkara elstu og veikastu
borgarar hava eina vanvirðiliga
tilveru á Landssjúkrahúsinum.
Teirra einasta privata er ein
song og eitt náttborð.
Tey verða flutt aftur og fram
millum stovu/gongd (eisini á
miðjari nátt). So vit fáa pláss at
viðgera akuttar sjúklingar.
Hetta er fólkið, sum hevur lagt
lunnar undir okkara samfelag.
Mong fáa ikki tosað fyri seg, og
teirra avvarðandi mugu á knøini,
fyri at fáa teimum bara eitt stað
at vera.
Tað
tykist
sum
okkara
politikarar ikki skilja, at eitt
sjúkrahús er eitt sjúkrahús, og
eitt røktarheim er eitt røktar
heim. Tí er yvirbelegningur av
røktarsjúklingum, so skuldi tað
sæst á røktarheiminum (við t.d. 2
songsstovum sum fyribilsloysn).
Sum støðan er, so syndrast
LS, og allar miðvísar strategiðir/
ætlanir detta á gólvið. Starvsfólk
eru strong, tí hetta er ikki gott
nokk.
Tað sigst at eitt samfelag
kann metast eftir, hvussu tey
veikastu hava tað. Støðan hjá
teim veikastu er skammilig fyri
okkara samfelag.
Landssjúkrahús/
Røktarheim
Jórun Syderbø