mikudagur 1. september 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. september 2010 · Nr. 127
16
Sosialurin
Nøvn
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Mamma okkara, Kathrina, varð
borin í heim hin 12. juni 1924.
Foreldur hennara vóru Birgithe
(fødd Mikkelsen úr Barbustovu
í Syðrugøtu) og Samuel Jacob
Thomsen við Gil í Norðagøtu.
Omma og abbi fingu seks børn –
tríggjar gentur og tríggjar dreingir.
Tá ið tey vórðu vaksin, búsettust øll
aðrar staðir, so húsini hjá ommu og
abba í Gøtu vórðu seld.
Nú er bara yngsta systirin,
Judith, sum býr á Strondum, eftir
á lívi. Mamma og Judith sóust ikki
so ofta, men tær høvdu javnan
drúgvar samrøður í telefonini.
Mamma
fortaldi
mangan
ymiskt frá sínum barna og ung
dómsdøgum í Gøtu, og har upp
livdi hon eisini at vera bæði til
neytar og í torvi.
Sum ung genta kom mamma
til Klaksvíkar til mostur sína,
Sannu á Hædd, og hon “passaði
hana upp”, sum tey søgdu, tá ið
hon fekk Minnu. Hon var eisini
hjá systkinabarninum, Onnu úr
Mikladali, tá ið hon fekk Elinborg.
Eisini arbeiddi mamma í fiski í
Gøtu, og hon arbeiddi í eini klædna
verksmiðju, sum danir høvdu í
Gøtu, sum æt “Trifa”.
Mamma tænti hjá Ragnu og
Petur Sofusi Hansen í Havn og
í Klaksvík hjá Gerdu og Evaldi
Kjølbro.
Meðan mamma var í Klaksvík,
kom hon at kenna pápa, ið vanliga
varð nevndur Jakku á Dalinum,
og sum doyði fyri tveimum árum
síðani.
Tey bæði giftust og fluttu
inn í nýggju húsini í Uppsølum.
Mamma og pápi vóru góð hjún og
stuðlaðu hvørt øðrum í øllum.
Tey fingu trý børn og fimm
ommu og abbabørn, sum tey vóru
sera góð við.
Mamma helt so fast um tað
gamla og dugdi illa at venja seg
við familjumynstrið og kynsbýtið
nú á døgum. Hon helt tað avgjørt
vera best, um tað bar til, at tað var
maðurin, ið var úti í lønandi vinni
og konan, sum tók sær av húsi
og heimi – í øllum førum meðan
børnini vóru smá.
Hon helt tað vera spell, at
ungar gentur ikki longur fóru út
at tæna. Hon bar ymiskt víðari,
ið hon lærdi, tá ið hon tænti, eitt
nú, at vit ikki skuldu skrambla
við steintoynum, tá ið vit vaskaðu
upp, og at vit, tá ið vit bakaðu og
tílíkt, skuldu beina tilfar og íløt
burtur so hvørt, sum vit høvdu
havt hetta á hondum.
Tað dugdi mamma. Tað var
altíð ruddiligt rundanum hana, tá
ið hon arbeiddi.
Mamma
átti
altíð
okkurt
heimabakað
afturvið
einum
drekkamunni. Fyrr bant hon nógv.
Vanligt var, at vit fingu nýggja
troyggju, tá ið eitt nýtt skúlaár
byrjaði. Mamma plagdi eisini at
klippa okkum øllum.
Fyrr var vanligt, at øll seingjar
klæði og undirklæði vóru hvít.
Hetta varð sett á blot, kókað í
kókigrýtu og so vaskað. Mamma
sá eina æru í at hava snjóhvítt toy
á snórinum, og enn fekk alt hvítt
toy somu viðferð, hóast hon hevði
nýmótans vaskimaskinu.
Hon hugsaði ikki um, hvat var
skjótast og lættast. Hjá henni
ráddi um at gera alt á besta hátt og
fáa gott úrslit, um tað so var meiri
stríð, so hevði tað einki at týða.
Væl dámdi mammu at fáast
við urtapottar, og hon fekk alt at
vaksa. Hon frøddist um hvørja
blómu, og nú, mamma er farin,
standa urtapottarnir í stovunum
í besta blóma og í alskyns litum.
Nógvar gávur hava vit fingið
frá mammu. Hon var gávumild og
stórtøkin, men í gerandisdegnum
var hon ansin og oyðslaði ikki.
Einki varð tveitt burtur, ið nytta
kundi fáast av.
Mamma helt seg hava eitt
týðandi starv sum húsmóðir,
kona og mamma, og hetta starv
tók hon í stórsta álvara. Hon helt
húsið reint og snøgt, gjørdi mat,
vaskaði klæði og hjúklaði um
familjuna og gjørdi alt so heimligt
og fjálgt. Mamma var miðpunktið
og tryggleikin í okkara heimi.
Mamma var næstan altíð inni.
Hon var heimkær og innisæl.
Mangan var hugnaligt at koma
aftur úr skúla í illveðri og kava
roki, tí tá hevði mamma ofta
pannukøkur, kakao, bollar ella
okkurt annað gott til okkum.
Tá ið vit vóru smábørn, fluttu
omma, abbi og Petur, mammu
beiggi, ið var ógiftur, úr Gøtu og
inn til okkum at búgva, og har
búðu tey so leingi, sum tey livdu. Í
fleiri ár vóru vit átta fólk í húsi, og
mamma hevði nógv at gera.
Omma, abbi og Petur kendu seg
væl hjá okkum, og tey vóru ófør at
hjálpa til við ymiskum, ið gerast
skuldi, bæði inni og úti.
Abbi var birgur til tað seinasta,
og hann gjørdi nógvar ferðir yvir
aftur til Gøtu, men omma hevði
ikki góða heilsu og gjørdist at
enda óhjálpin, og tá tók mamma
sær væl av henni.
Petur,
mammubeiggi,
var
einans seinast í 50´unum, tá ið
hann fekk heilabløðing, og høgra
lið varð lammað, so hann hevði
hjálp fyri neyðini, og mamma
passaði hann.
Seinastu árini, pápi livdi, var
hann ússaligur. Mamma var um
hann. Hon royndi øll heimaráð og
alt, ið hugsast kundi, fyri at pápi
skuldi styrkna og hava tað betur.
Fyri einum ári síðani fekk
mamma blóðtøpp og varð tvær
ferðir seinni innløgd við vatni á
lungunum, men hon vann seg væl
aftur hvørja ferð.
Fyrstu tíðina aftaná búði hon
hjá Berghild, systir míni, og tá
ið hon fór inn aftur til sín sjálvs,
skiftust vit at sova hjá henni, men
tað var skjótt, so helt mamma
hetta vera óneyðugt, og hon svav
aftur einsamøll.
Tað vóru ójavnir dagar, men
mamma bakaði og vaskaði við
sama lag, men tað tók longri tíð
enn áður, tí hon noyddist hvíla
inn ímillum, og nú hon sá, at fólk
vóru farin at hoyggja, segði hon,
hvussu góðan hug hon hevði at
fara oman í bøin at heingja uppí
eitt turkilag.
Skal eg lýsa mammu, so var hon
sterk og røsk bæði likamliga og
sálarliga. Mamma var umhugsin,
vælgerin og dugdi væl at leggja
arbeiðið til rættis. Hon livdi fyri
at hjálpa øðrum, spardi ikki seg
sjálva, og hon kravdi ikki nógv
av lívinum. Hon hevði sterkan
lívsvilja og góðan arbeiðshug til
tað seinasta.
Eg var saman við mammu
so at siga hvønn einasta dag.
Næstan hvørt kvøld sótu vit
og prátaðu leingi, til songartíð
varð. Eisini kvøldið fyri, sum hon
doyði. Mammu dámdi væl, at vit
prátaðu og hugnaðu okkum. Hon
var prátrík, glað, løtt og fylgdi við
í nógvum. Eg hugsaði ikki um, at
hon var ein gomul kona, tí mangan
helt eg hana vera raskari enn eg.
Mamma var sera takksom fyri
lívið og fyri, at hon hevði havt so
góða heilsu og havt møguleika at
passa foreldur, beiggja og mann, so
at tey høvdu tað trygt og gott heima
til tað seinasta, og at tað ikki var
neyðugt, at tey fóru á nakað heim,
sum teimum ikki hevði dámt.
Hon var takksom og nøgd.
Nú, hon var gomul, gleddist hon
hvønn dag um, at hon livdi so
mikið væl og kundi verða í sínum
egnu húsum.
Mikumorgunin, hin 11. august,
ringdi mamma eftir mær um 10
tíðina, tí hon kendi seg ikki væl.
Hon var bleik, ússalig og
hevði vaml. Av tí at støðan líktist
henni, tá ið hon hevði blóðtøpp,
helt eg best vera, at hon kom á
sjúkrahúsið. Mamma gjørdi ikki
stórvegis mótstøðu, so mær varð
greitt, at hon var illa fyri.
Mamma kom á sjúkrahúsið og
hevði fingið blóðtøpp. Um 6 tíðina
hetta sama kvøld, meðan vit hildu
í hondum hennara, sovnaði hon
burtur, 86 ára gomul.
Svárt er at missa mammu sína,
og tungt er at síggja húsini standa
tóm – hetta vakra heimið, sum
pápi, við sínum kønu hondum,
bygdi og innrættaði, og sum
mamma prýddi og hugnaði.
Við takksemi goyma vit rík
minni um okkara kæra heim og
okkara góðu og trúføstu foreldur.
Mamma legði lív sítt í Harrans
hond og hevði ofta Guds orð á
munni. Henni dámdi serstakliga
væl ein danskan sang, sum hon
ynskti, at vit skuldu syngja til
jarðarferðina, og varð hann tá
sungin á føroyskum. Fyrsta ørindi
ljóðar so:
Hvilken lykke det skal blive,
når Guds børn må komme hjem.
Ingen kan den fryd beskrive,
som i himlen venter dem.
Ærað verið minnið um mammu.
Betta
Mamma okkara:
Kathrina Olsen, Klaksvík, farin
25 ára
starvsdag
Mikudagin 1. september hevur
Hjalmar Norðberg Poulsen,
Vestmanna, arbeitt sum
maskinmeistari í elfelagnum
SEV í 25 ár.
Merkisdagur
80 ára føðingardagur
Mikudagin 1. september fyllir
Liss Rasmussen í Runavík 80 ár.
Føðingardagurin verður hildin
í Sjókafeini í Runavík, og tey,
ið vilja heilsa uppá Liss, eru
vælkomin frá kl. 17 til kl. 20.