Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. september 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. september 2010 · Nr. 127 24 Sosialurin Oyggjablaðið Øll skulu ku ferðast try Trygg kommuna - Verður henda ferðslutrygdarætlanin sett í verk, skulu øll kunna ferðast trygt, óansæð um tey ganga, renna, súkkla, eru í koyristóli, koyra bil ella annað. Tórshavnar kommuna skal vera ein trygg kommuna, sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í teknisku nevnd Snorri Brend - Eg vóni, at henda ferðslu trygd ar- æt lan in kann verða samtykt bæði í nevndum og í býráðnum, sigur Marin Katrina. Saman við teknisku um siting- ini í kommununi hevur ein í eina tíð arbeitt fram ímóti at fáa gjørda eina slíka ætlan. Tað serstaka við ætlanini er, at hon ikki bert er galdandi fyri Havn ina, men er fyri øll støð í kommununi - og herundir eisini Kolla fjørð, sum er umrøtt í hesum Oyggja blaðnum. Nógv arbeiði er sjálvandi gjørt í hesum sambandi seinastu árini, men nú skal so gerast ein heildar- ætlan. - Eg haldi, at tað er sera um ráð- an di at kommunan fær eina slíka æt lan, sigur Marin Katrina. - Tí, sum hon sigur: At arbeiða frá máli til mál, er ein farin tíð. Vandamikil støð Tað er ikki óvanligt, at størri býir í grannalondum okkara hava slík ar heildarætlanir - nevndar trafik- sikker hedsplaner. Hjá teimum er ein slík ætlan eitt amboð ella ein støðislýsing yvir alla ferðslu, vegir, gøtur og aðr ar farleiðir í kommununi. Hon lýsir vandamikil støð, eins og hon lýsir ferðslutryggar farleiðir. Ferðslutrygdarætlanin er eitt stýringsamboð, ið ger tað lættari hjá umsitingini og býráðs politikk- ar unum at stýra eftir. Endamálið við ferðslu trygd- ar æt lan ini er, at øll skulu kunna ferð ast trygt í allari Tórshavnar kommunu, óansæð hvussu og hvar tey ferðast. Marin Katrina vísir á, at við eini slíkari ferðslutrygdarætlan fæst ein yvirskipað mynd av allari kommununi ella ein støðislýsing av ferðsluviðurskiftunum í ko m- mu n u ni, sæð við ferðslu trygd ar- brill um. Her verða allir vegir flokkaðir eftir stødd, ferð, nýtslu, eins og gongu gøtur og vegamót. - Henda ætlanin kann siga okk um, hvussu nógv vandamikil vega mót vit hava í kommununi. So kunnu vit t.d. seta okkum fyri, at hasum fara vit eftir og loysa tann trupulleikan, innan eitt ávíst tíðarskeið og verður pen- ing ur settur av samsvarandi, vísir for kvinnan í teknisku nevnd á. - Við eini ferðslutrygdarætlan ber lættari til at raðfesta og at arbeiða yvirskipað og ikki frá “bungu” til “bungu”, sum hon tek- ur til. Óneyðugt at rópa Fyri Marin Katrinu Frýdal er greitt, at henda heildarætlanin fer at geva býráðnum eitt amboð at stýra eftir. Hon er tí heldur ikki í iva um, at ætlanin fer at gera ar- beiðið hjá umsitingini lættari og effektivari. - Eg leggi haraftrat serligan stór- an dent á, at tú við eini slíkari ætlan hevur møguleika at viðgera øll og allar borgarar, bý ling ar og bygdir eins - og ikki sum tað mangan vísir seg sum, at tann sum rópar harðast slepp ur framat, ella tann sum hev ur størst orku at berjast við myndug leikan. At arbeiða frá máli til mál, er ein farin tíð Marin Katrina Frýdal