Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. september 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 1. september 2010 · Nr. 127 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Tórshavnar kommuna, og sum Kolla fjørð ur gjørdist partur av 1. januar 2001, stendur fyri nógvum avbjóð ing um, eisini á tí økinum sum eitur ferðslutrygd. Boði Haraldsson (myndin) er tó heilt erlig ur og viðgongur, at júst hetta ar beið ið í Kollafirði hevur ikki verið nóg nógv raðfest. - Hetta er mín ringa samvitska, stað fest ir hann. Ein orsøk til hetta er, at ein hev- ur vantað eina serstaka ætlan fyri ferðslu trygdina í kommununi, og her undir sjálvandi eisini Kolla- fjørð. Ein ískoyti til hetta tjak ið finst aðrastaðni í hesum Oyggja- blað num. Ein slík ætlan fer at leggja tær stóru linjurnar fyri ferðslutrygdina, men sjálvandi er ikki alt gjørt bert við eini ætlan. - Neyðugt er eisini við resours- um, sigur Boði Haraldsson, býar- verk frøðingur. - Spurningurin er hin veg in, um tað skal kosta so øgi- liga nógv fyri at tálma ferðsluna. Okkurt má gerast Borgarstjórin, Heðin Mortensen segði seg skilja umstøðurnar hjá koll firði ngum, tá teir handaðu honum unirskriftirnar í november 2006 (sí aðra grein). Hann var sinnaður at taka málið upp við umsitingina í býráðnum, og at hitta stigtakararnir aftur til ein fund rímiliga skjótt. Eitt slíkt mál sum hetta hoyrir natúr liga heima í teknisku nevnd, men ferðslunevndin verður sjálv- andi eisini ein týðandi partur í við- gerð ini av hesum máli. Hann skuldi beinanvegin fara at útvega sær eitt yvirlit yvir bygd- irnar og vegirnar í økinum, og síða- ni var ætlanin at tosa saman aftur. - Tað eru jú tit sum vita, hvar trupul leik arnar eru. Okkurt má í øllum førum gerast her, segði borg- ar stjór in við ídnu koll firð ing ar nar í november 2006. Sambært Samferðsluætlanini hjá Landsverki fyri árini 2008 til 2020 finst ein ætlan um ein um- koyr i ngarveg um Kollafjørð. Talan er um eina útbygging av høvuðsvegakervinum, har ein leggur hesa umkoyringina um bygda økið Inni í Firði, ístað- in fyri høvuðsvegin sum í løtuni verður brúktar av oman fyri 4000 bilum í miðal um sam døgr- ið. Ætlaða arbeiðið er mett at taka trý ár og skuldi á sinni kos- ta 25 mió krónur. Einki varð tó sagt um, nær byrjast skuldi. sb. Sum sæst á hesi tekningini hjá Landsverki, skal ætlaði umkoyringarvegurin byrja við rundkoyringina í Kollafjarðardali UMKOYRING Ein veg uttan um bygdina nna ygt Fokus skal somuleiðis setast á lógarverkið innan ferðslu- viður skif ti og byggisamtyktina hjá kom mun uni, eins og tað er ynski ligt hjá umsitingini at hava eina vega hond bók, sum tekur støði í vega bygging grundað á galdandi veg tekn iskar normar. Tá ið ferðslutrygdarætlanin er liðug, verður ein heildarætlan løgd yvir hvørji innsatsumráðir ar beið ast skal víðari við og hvørji lokal tiltøk skulu takast í nýtslu fyri at betra um ferðslutrygdini. - Lidna ferðslutrygdarætlanin skal fyrst góðkennast av teknisku nevnd og síðani av býráðnum. Men tá er grundstøðið lagt at kun na ráðgeva, eins og á uppskot, leið- bein ing og viðmerkingar frá borgar um í kommununi. snorri@sosialurin.fo Eg leggi haraftrat serligan stóran dent á, at tú við eini slíkari ætlan hevur møguleika at viðgera øll og allar borgarar, býlingar og bygdir eins Marin Katrina Frýdal Mín ringa samvitska FeRðslUtRYGd - Nei, eg má bara viðganga at tað er ikki hent tað stóra í hesum málinum, sigur Boði Haraldsson, býarverkfrøðingur í Tórshavnar Kommunu í stuttari viðmerking við Oyggjablaðið Nógv vandamikil vegamót eru í Tórshavnar kommunu. Eitt teirra er her við innkoyringina í nánd av kirkjuni í Kollafirði. Nú ætlar kommunan at bæði vegir, gongugøtur og vegamót skulu gerast trygg. – Neyðugt er at gera eina ferðslutrygdarætlan, og ikki arbeiða frá bungu til bungu, sigur Marin Katrin Frýdal, forkvinna í teknisku nevnd. Mynd: Vilmund Jacobsen tRYGt