Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-01, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. september 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. september 2010 · Nr. 127 26 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Kollafjørður: - Fyrr var tað stuttligt at kunna ganga og súkkla í bygdini. Men í dag er hesin stuttleikin ikki til longur. Hann er ístaðin avloystur av ótta! Soleiðis varð sagt henda dagin í november mánaði 2006, tá fleiri kollfirðingar hittu Heðin Morten- sen, borgarstjóra í Havn á máli, fyri at tosa um eitt av teirra hjarta mál- um: Ferðslutrygdina í heimbygdini. Nógv varð gjørt burtur úr hesi áheita nini tá, og miðlarnir vístu hesi sjálvsøgdu áheitanini stóran áhuga. Men síðani hevur lítið ver- ið at hoyrt um ferðslutrygdina í Kollafirði, hóast vandin ikki er vorð in minni við tíðini. Ístaðin sær tann, ið koyrir gjøg- num bygdina at fólk á ein hátt hava tikið málið - ella ferðslulógina - í egnar hendur. Sum ein av mynd- unum vísir sær ein fleiri staðir, at boyur sum verða lagd ar eftir vegnum, soleiðis at bilar nir verða noyddir at halda av fyri hvørjum øðrum. Men veruleikin er framvegis hann, at fólk kenna seg ikki tryggan, tá tey ferðast eftir bygdarvegnum. Og mong foreldur tora haraftrat illa at loyva børnum sínum út at spæla, tí bygdavegurin liggur beint við tún teirra. - Her er snøgt sagt vorðið ov vanda mikið. Og tað kunna vit ikki liva við í framtíðini, søgdu teir fimm stigtakararnar á sinni – Ma- kon ny Dickson, Edil Thomsen, Ey- finn Joensen, Femja Hansen og áður nevnda Una Simonsen. Í áheitanini ynsktu tey ein fund við býráðið, har tey í felag kundu tosa nærri um, hvussu trupul leik- ar nir skulu loysast. Borgar stjórin lovaði, at nú skuldi okkurt henda. - Men eg veit ikki, hvussu leingi vit skulu bíða aftrat, inntil nakað verð ur gjørt. Eg meini, nú er skjótt liðin fýra ár, sigur Una Simonsen. - Tað kann so ikki kallast “skjótt”. Eingin tryggleiki Stigtakararnir bæði vóru og eru fram vegis á einum máli um, at heim bygd teirra er ein sonn perla. Bygdin er vøkur og ein frálík bygd, og tí hava tey valt at búseta seg júst her. Hon er haraftrat longs ta bygdin í landinum, og er sermerkt av, at teir mongu og hugnaligu býlingarnir binda bygd- ina saman. Men, tey staðfesta samstundis ein syrgiligan veruleika: Fyrr var Kollafjørður ein bygd, har fólk bæði gingu og súkklaðu nógv. Men so leið is er tíverri ikki longur. - Orsøkin til hetta er hin ein- falda, at tað er ikki longur trygt at ferð ast á bygdarvegnum, siga teir hør mu kollfirðingarnir. Teir sláa stutt og greitt fast, at tann økta ferðslan – og ikki minst nógva ferðin – er vorðin til ein stóran ótta hjá bygdarfólkinum. Bíða enn efti Ferðsla Liðin er skjótt fýra ár, síðani 300 kollfirðingar savnaðu saman undirskriftir fyri at vísa á ta vantandi ferðslutrygdina í longu heimbygd teirra. Síðani tá er ferðslan bara økt og økt, samstundis sum lítið og einki er gjørt fyri trygdina hjá teimum gangandi og súkklandi í bygdini. - Í dag er støðan hon, at tað er rættiliga sjáldan, at ein sær fólk súkkla eftir bygdarvegnum. Tey tora simpelthen ikki, sigur Una Simonsen, sum var ein av stigtakarunum til áheitanina Fyrr var Kollafjørður ein bygd, har fólk bæði gingu og súkklaðu nógv. Men soleiðis er tíverri ikki longur