mikudagur 1. september 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 1. september 2010 · Nr. 127
Sosialurin
Oyggjablaðið
Sligið verður enntá fast, at
saman bind ingarnar av býlingum
við bygda- og landsvegin eru
sannar deyðsfellur.
Tey eru vitandi um, at fleiri
ferðslu óhapp hava verið í bygdini.
Tey ynskja tí, at okkurt verður gjørt
soleið is at ein kann sleppa undan
enn fleiri sorgarleikum.
Onn ur
vísa
eisini
á
tað
sjáldsama, at Kollafjørður man vera
ein av teimum fáu størru bygd-
unum, har ongar bungur eru. Tað
plag ar ofta at vera skjótt frá orð til
gerð, tá talan er um at gera bungur
aðra staðni.
Ov nógv ferð
Ein fríggjadag seinast í november
mán aði 2006 var so dagurin komin,
tá hesar undirskriftirnar skuldu
hand ast borgarstjóranum í Havn,
Heðin Mortensen ið jú eisini er
teirra borgarstjóri.
Undir handanini vístu tey á, at
tey høvdu gingið hurð av hurð í
bygdini og høvdu heitt á fólk oman-
fyri 18 ár at skriva undir.
Fleiri hava stríðst fyri at bøta
um ferðslutrygdina í bygdini í
mong ár, men ikki fyrrenn nú eru
lík in di fyri at okkurt munagott fer
at henda.
- Fólk hava stuðlað okkum øgi-
liga væl, ikki minst tí at tey sjálvi
hava følt seg nærum hjálparleys í
hes um máli.
- Serliga er hetta galdandi fyri
tey eldru, sum illa tora út at ganga
sær ein túr, tí ferðslan er so nógv,
varð sagt undir framløguni.
Tey vístu samstundis á, at talið
á bilum sum koyra eftir bygdar veg-
num er eitt mál. Eitt heilt annað er
ferðin, sum ikki altíð samsvarar
um støðunum at koyra eftir.
Ikki hendur í favn
Stigtakararnir hava merkt sær, at
ferðslan í bygdini er nógv økt hesi
seinastu árini. Einki er heldur sum
bendir á, at hon fer at minka fram-
yvir.
Í Kollafirði eru hendar stórar út-
bygg ing ar, m.a. á havnarlagnum, við
skúl an, eins og tveir barnagarðar
eru komnir tey seinnu árini, eins og
eitt nýtt læknaviðtaluhøli kemur í
næst um.
Haraftrat er ítróttarhøllin kom-
in, og tí er nógv sum bendir á, at
trupulleikin og óttin í fólki bara
fara at vaksa samsvarandi í fram-
tíð ini. Nógv velja at koyra og heinta
børn ini við bilum sínum, tí tey
snøgt sagt ikki tora at ganga eftir
bygda veg unum.
Hetta ger jú bara tað, at tað verða
upp aft ur fleiri bilar á vegnum.
- Vit vilja í øllum førum ikki sita
hend ur í favn, og bara bíða eftir
næsta ferðsluóhappinum, siga tey.
snorri@sosialurin.fo
r trygdini
BÍÐA ENN
- Eg havi næstan mist mótið
um, at nakað fer at henda við
ferðslutrygdini her í bygdini,
sigur Una Simonsen, sum býr
Norðuri í Sundum í Kollafirði
Mynd: Álvur Haraldsen
Vit vilja í
øllum førum
ikki sita
hendur í favn,
og bara bíða
eftir næsta
ferðslu
óhappinum
Bert smávegis ítøkilig stig eru
tikin fyri ferðslutrygdina í Kolla-
firði.
Kortini kann staðfestast, at
bilførarar yvirhøvur eru ansn-
ir í ferðsluni. Tað benda í øll um
førum teljingar á, sum Tórs havn-
ar kommuna gjørdi á trimum
støðum í Kollafirði í oktober
mánaði 2009.
Hesar tríggjar ferðslu tel j-
ing ar nar vóru gjørdar í nánd
av trimum ávísum sethúsum á
vegastrekkinum, sum kall ast “Í
Líðini” - tað er: fyrsti inn koyr-
ing ar veg ur á niðaru síðu eftir
havnar lagið.
Teljing 1 varð gjørd Í Líðini nr.
5: Miðalferðslan um samdøgrið
var 469 bilar, hvørs miðalferð var
42 km/t
Teljing 2 varð gjørd Í Líðini nr.
47: Miðalferðslan um samdøgrið
var 571 bilar, hvørs miðalferð
somu leiðis var 42 km/t
Teljing 3 varð gjørd Í Líðini
nr. 85-87: Miðalferðslan um sam-
døgrið var 652 bilar, hvørs miðal-
ferð var 38 km/t.
Fyri kollfirðingar er gott at
kunna staðfesta, at allar flestur
bilar nir koyrdu spakuligari enn
máldu miðalferðina.
sb.
Koyra
varliga
í Líðini