mikudagur 1. september 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. september 2010 · Nr. 127
28
Sosialurin
Oyggjablaðið
Vilmund Jacobsen
Tað eru seks mans í Kollafirði, sum
eiga felagið P/F Líðin, ið eigur og
rekur rækjutrolaran, Arctic Viking.
Skipið, sum kom til landið í 1986, er
hin einasti føroyski rækjutrolarin,
sum øll hesi ár ongantíð hevur
skift eigara – og ongantíð er farin
av knóranum.
Tað var tann tíð, tá føroyski
rækjuflotin taldi fleiri skip og
førdi dýran fong til lands, sum
breyðføddi
nógvar
føroyskar
familjur. Á Oyri var rækjuvirki, har
nógv fólk høvdu sína inntøku.
Í dag er eingin framleiðsla á
rækjuvirkinum á Oyri, og bert tveir
rækjutrolarar eru eftir í føroyska
fiskiskipaflotanum. Aftrat Arctic
Viking, er tað Havborg, sum
leirvíkingar eiga. Leirvíkingar áttu
eisini Fríðborg, sum varð seld í vár.
Ikki vánaligast
Jóhan Joensen, reiðari á Arctic
Viking, ásannar, at fleiri ár hava
verið tung, tá veiða ella prísir
hava svikið, men felagið hevur
klárað skerini og hevur eisini
í
keðiligu
tíðunum
megnað
at varðveitt skipið í føroyska
fiskiskipaflotanum.
- Í løtuni er Arctic Viking á
Flemmish Kap, og onkuntíð hevur
sæð verri út, enn tað ger í dag, nú
útlit eru til, at samanhangur aftur
er í rakstrinum.
Reiðarin vísir á, at nú færri skip
eru í rækjuskipaflotanum, munar
kvotan í Eysturgrønlandi upp á
1335 tons eisini so mikið meiri.
- Henda kvota hevur altíð havt
stóran týdning, og í dag munar hon
ikki minni, leggur hann aftrat.
18 mans umborð
Við Arctic Viking eru 18 mans, og
skiparar eru Bjarni Petersen, sum
er umborð hendan túrin og Niclái
Petersen, sum hevur frítúr.
Jóhan Joensen, reiðari, sigur, at
gjøgnum øll hesi mongu ár hava
menn úr at kalla øllum landinum
verið við skipinum.
Sosialurin fer ikki í hesi greinini
at fregnast eftir, hvat kollfirðingar
hava dugað, sum onnur feløg í
Føroyum, ið hava rikið rækjuskip,
ikki hava dugað líka væl.
Hinvegin kann staðfestast, at
Arctic Viking, sum kollfirðingar
øll hesi ár hava átt og rikið, er hin
einasti føroyski rækjutrolarin, sum
hevur megnað at yvirlivað, bæði í
góðum og minni góðum tíðum
innan hesa vinnugrein.
vilmund@sosialurin.fo
Kollfirðingar
betri enn aðrir
RÆKJUR Hvat duga kollfirðingar, sum aðrir ikki hava dugað, tá rækjutrolarin Arctic
Viking er einasti føroyski rækjutrolari, sum ongantíð hevur skift eigara – og hevur
yvirlivað bæði góðar og minni góðar tíðir innan føroyska rækjuskipavinnu
Arctic Viking kom til
Føroya í 1986 og hevur
yvirlivað bæði góðar og
minni góðar tíðir innan
føroyska rækjuskipavinnu
SÓLSKINSSØGA