Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-01, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. september 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. september 2010 · Nr. 127 30 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Kollafjørður: Gamalt var, at í nánd av einum fiskavirki, var altíð okkurt at fáa. Viðhvørt var pilkurin álit ið, og til aðrar tíðir húkur við makr e li, rækjum ella beitu. Her á havnarlagnum í Kollafirði er ein vælsignaður júst við einum slík um fiskavirki. Hetta er ein or­ søk in til, at tað ikki er óvanligt at sígg ja nógv fólk, og í øllum aldri, stan da við tráðu í hond framvið kai kanti num. Eitt gott og vælkent stað til fong er uttast her á havnarlagnum, har frá rensl ið er frá framleiðsluni. Har plag ar Áki onkutíð at standa. ­ Har er eitt gott stað at fiska. Og er ein heppin, kann ein gott fáa rætti liga stóran tosk eisini, greiðir hann frá. ­ Men hinvegin, so havi eg hoyrt eldri menn siga, at tá toskur kemur so langt inn ímóti landi, tá er hann ikki góður. Eg veit ikki um tað pass­ ar, men kanska er okkurt um tað. Henda týsdagin í farnu viku var bert Áki at síggja við tráðuni. Or­ søk in var helst hon, at hetta var beint eftir døgurða, har tey flestu mun du vera til arbeiðis. Kanska varð fiskieydnan við hon um, nú hann átti kaikantin fyri seg sjálvan. Fyri sportin Henda seinnapartin var Áki farin við tráðuni enn einaferð. Líkt er til, at honum dámar væl at fiska seið, tosk og síl. ­ Ja, eg hevði faktiskt ætlað mær at fiska síl í dag, men tað var so nógvur vindur har frammi í Dalinum, at vit vendu bara við aft­ ur. ­ Her við havnarlagið plagar at vera nógv at fáa. Í dag havi eg pilk­ in, men her fæst eisini nógv við húki, greiðir hann frá. ­ Eg geri tað mest fyri sportin skyld. Beint við, har hann stóð, hevði hann sett bilin frá sær. Baklúkan var opin og inni í viðførisrúminum sat lítla Silja og frøddist um fiski­ eydn una. Tí fiskieydnan var veruliga við Áka hesa løtuna. Eftir lítlari løtu hevði hann við pilkinum fingið bæði seið og smáan tosk, sum kort­ ini varð sleptur út aftur í Kollafjørð. Men hevur ein tol, so ber eisini til at fáa størri seið. Og tað var eisini júst tað sum tað eydnaðist honum. Tað var nevniliga ikki langt millum syft ini uppá land. Jú, her er nógv at fáa. Teir stóru fiskar nir enda helst dagar sínar sum flak, og seinni kanska sum frika dell ur. Til Noregs Áki var sum nevnt farin við tráðuni, beint eftir døgurða henda týsdagin í farnu viku. Hann hevði frammanundan ver­ ið til arbeiðis, og hevði her ver ið við til at landa skip, sum løgdu veiðu sína upp longur inni á havnar lag­ num í heimbygd hansara. ­ Hetta var í farnu viku. Og tá ar­ beid du vit 12 tímar um dagin, greið­ ir hann frá. Í dag var einki serligt á skránni, líka burtursæð frá tí, at hann og Silja, vóru farin á seiðaberg. Hann krevur í roynd og veru at brúka hvørja løtu til hetta hesar dagar nar, tí hann hevði stutt fram­ m an undan fingið arbeiðsboð í Noregi. ­ Eg havi faktist fingið tjans við Val borg sum avloysari. Teir frakta kraft fóð ur úr landi og út til alibrúk, greiðir hann frá. ­ Ein maður er vorðin sjúkur, og tí sleppi eg við sum dekkari, sigur Áki, sum skuldi fara avstað síðsta sunnu dag. snorri@sosialurin.fo Seiðaberg - Jú, her plagar at vera væl at fáa. Nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at eydnast í dag, sigur Áki Hansen, sum er farin ein túr við tráðuni oman á havnarlagið í Kollafirði Í danska herin Men Áki hevur aðrar ætlanir fyri framman: Hann ætlar sær nevniliga í danska herin. Hesa komandi tíðina ætlar hann at royna okkurt heilt annað, fram til dagin, tá hann skal byrja í danska herinum við “værnepligt” í februar næsta ár. Í danska herinum er góðir møgu leikar at nema sær víðari útbúgvingar innan mong øki, og ætlar Áki sær at kanna møguleikarnar at ger­ ast mekanikari til lastbil. ­ Hetta ljóðar áhugavert, sig ur hann, ikki sørt spentur á málinum. Tolið gevur úrsliT FONgUr ÁHUgi - Her er altíð okkurt at fáa, sigur Áki Hansen, sum enn einaferð er farin oman á havnarlagið við tráðu í hond Mynd: Álvur Haraldsen Lítla Silja fylgir væl við royndini hjá Áka at fáa nakrar seiðir ella tosk drignar á land. Líkt er til, at henni dámar væl toskin Mynd: Álvur Haraldsen Eg hevði faktiskt ætlað mær at fiska síl í dag, men tað var so nógvur vindur har frammi í Dalinum, at vit vendu bara við aftur Eg havi hoyrt eldri menn siga, at tá toskur kemur so langt inn ímóti landi, tá er hann ikki góður